stava frá onkrari smoltstøð, men Regin Jacobsen, nógv størsti alari í Føroyum, sum hevur høvuðstøð á Skálafjørðinum, segði í morgun, at í teirra fyritøku vildi eingin kennast við, at tey skuldu vera atvoldin [...] sigur, at síðani málið varð umrøtt í fjølmiðlunum í gjár, hava nøkur fólk vent sær til løgregluna um málið. Úrslitið av tí er, at løgreglan hevur avhoyrt nøkur fólk, men enn ber ikki til at staðfesta, [...] Vit eru framvegis í holt við kanningarnar, men enn eru vit ikki komin á mál. Tað sigur Løgreglan, eftir umfatandi dálking varð staðfest á Skálafjørðinum í gjár. Talan er um ovurstórar nøgdir av plastringar
hann. Í byrjanini verður Petur Allan Klementsen einsamallur í fyritøkuni. - Nú eg eri farin í gongd, havi eg startað alt upp sjálvur. Í Miðvági havi eg bygt mær hølir inni í Vælveru Fitness, sum eru í sama [...] tí, at fólk í lokaløkinum eru loyal. Tá tey kunnu fáa viðgerðina her, er eingin orsøk at fara av oynni, heldur hann fyri. Hann væntar, at tað, sum fer at dríva verkið og fer at gera, at fólk fara at brúka [...] arbeitt nógv í Vágum og soleiðis hevur havt nógv viðskiftafólk úr oynni, væntar hann at fáa nógv at gera í Sandoynni eisini. - Jú, eg vænti faktiskt, at tað verður líka nógv at gera í báðum støðum – í fyrsta
Frøyanes í tinginum. Teir báðir løgtingsmenninir fara at seta landsstýrismanninum í fiskivinnumálum ein skrivligan fyrispurning um Frøyanes. Teir hava ikki tikið spurningin um svartalistan við í sjálvan [...] einum slíkum báti fiskiloyvi undir Føroyum ? Tað hevur eisini verið okkara politikkur, at vit skulu ikki geva bátum, sum eru á svartalista í Noregi, sømdir í Føroyum. Hann minnir á, at fyri ikki at traðka [...] forboð sett fyri, at bátar, sum høvdu fiskað í Smoguni, avreiddu í Føroyum. Aðrir politikarar minna eisini á, at Sverri Ólavson kundi ikki fáa sømdir undir Føroyum á sinni tí at hann stóð á svartalista hjá
ársverk í vinnuni, og hvørt ferðafólk brúkar ikki í nær námind so nógvar pengar sum Grønlendska Ferðaráðið vil vera við. Í ovfarakæti hevur Greenland Tourism mett, at 61.000 ferðafólk fara at vitja í Grønlandi [...] búskaparfrøðingur og serkøn í føroyskum viðurskiftum heldur, at tað bert ber til at samanbera ferðavinnuna í báðum londum í tann mun, at hesi eru í ferð við at fáa eina ferðafólkavinnu í gongd. - Føroyar og Grønland [...] byggja á gitingar og dreymar heldur enn veruleikan. Kunnu vit samanbera? Í samrøðu í blaðnum í farnu viku vísti Annika W. Joensen, stjóri í Ferðaráð Føroya á, at tað ikki ber til at samanbera føroyska og grønlendska
fyrispurning um endurvenjingartilboð til fólk við seinheilaskaða. - Trupulleikin er, at í Føroyum eru ikki nøktandi møguleikar. Ergo- og fysioterapi verður veitt eftir førimuni, men taluvenjingar eru púra [...] førleikar aftur, um nøktandi venjingartilboð eru í boði. Tað vísir Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, á. Í morgin verða munnligir fyrispurningar á skrá í løgtinginum, og tá fer hann at seta land [...] fleiri ergo- og fysioterapeutar í starv innan almannaøkið, at útbúgva og seta fleiri logopædar, talulærarar, í starv innan almannaøkið og at víðka um búðstaðarmøguleikar til fólk við m.a. seinheilaskaða. Tað
»sexual undirvísing«, ið gevur børnunum í Føroyum eina skeiva mynd av hvat sex er, sigur hann. – Hevði spurningarnir verið um rúsevni skuldu verið lógligt í Føroyum, hevði svarið uttan iva verið eitt greitt [...] Føroya Løgtingi og í hesum sambandi vil hann hava Helga Abrahamsen, Nielsen, landsstýrismann í samskiftismálum, at greiða frá, hvat hann heldur um økið. Steffan Klein Poulsen reisir málið í einum skrivligum [...] pornografi, tí tá var talan um bløð og filmar. – Í Danmark er ein lóg, sum forðar ungum undir 16 ár at keypa pornografisk bløð annað, sum ber á sama borðið, og í Føroyum er tað als ikki loyvt at selja tílíkt. Hetta
passmynd av sær sjálvum. -Hóast vit ikki hava nógvar royndir við hesum í Føroyum, so síggja vit ferð eftir ferð í Danmark, at fólk verða snýtt, tí tey senda pening til ein tey hava møtt á netinum. Viðkomandi [...] løgreglan. Frá løgregluni verður greitt frá, at í Føroyum eru ongi hagtøl yvir, hvussu ofta slíkir tilburðir hava verið, men at tað hendir av og á, at fólk koma illa fyri á netinum, og verða snýtt fyri nógvar [...] dømir um fólk, sum eru komin illa fyri á netinum, tí tey hava latið persónligar upplýsingar frá sær, latið seg lokkað at senda pening til persón, sum tey ikki hava møtt, ella verða lokkaði í eina støðu
tíðargrein í Vikuskiftis Sosialinum. - “Nei, nú eru ov nógv ferðafólk í Føroyum”. Tú ert ikki tann einasti, sum hevur hoyrt hesa útsøgnina í seinastuni. Hetta er vorðið rættiliga vanligt at hoyra, og nú fyrsti [...] ferðafólkum í Føroyum er ikki, at tey gerast fleiri. Avbjóðingin er at síggja ferðavinnuna sum ein nýggjan møguleika heldur enn ein trupulleika. Tað skrivar Høgni Reistrup, miðlafrøðingur, í longri tíðargrein [...] oljuvinnan eftir fáum árum fór at gerast eitt nýtt bein hjá búskapinum, og KT-vinnuna hava vit eisini tosað nógv um. Men tað er ikki bara sum at siga tað at fáa hesar vinnur at blíva høvuðsvinnur í Føroyum. Tað
nakað ella á nakran hátt samskifta við fólk. Tey seymaðu sær búnar, og so var klárt at fara í býin. Leiðin gekk fyrst við bussi niðan í SMS og so til gongu oman í Vágsbotn. Øll reageraðu, siga næmingarnir [...] sum gjørdu eina lítla fólkalívsfrøðiliga kanning, um hvat fólk í býnum hugsa og halda um kvinnur í burku. Uppskotið kom á einum samansjóðingartúri í Fugloynni, tá næmingarnir fóru at kjakast um muslimar. [...] møttu muslimum í Havnini. Endin var, at hendan lítla verkætlanin gjørdist veruleiki. Sambært næmingunum var endamálið tvífalt: Fyrst at síggja, hvussu fólk bera set at, tá tey møta kvinnum í burku, síðani
lítla seglskipið Fyne Spirit úr Klaksvík, har tað lá í meira enn tvær vikur, eftir at skipið hevði fingið skaða í illveðri í ein útnyðring úr Føroyum. Graham og Anne Evans, sum sigla við skipinum, vóru [...] og heim til Onglands, tá tey komu í ringt veður einar 100 fjórðingar úr Føroyum. Báðir bummarnir til seglini brotnaðu, og so noyddust tey at fylgja rákinum og endaðu í Klaksvík, har tey eisini vóru, áðrenn [...] Fyne Spirit úr Klaksvík. Graham og Anne Evans leggja nú leiðini heim til Plymouth, har tey fara at arbeiða í nakrar mánaðir, áðrenn tey leggja leiðina suðureftir. Ætlanin var á ferðini norðureftir eisini