Mugu síggja ferðavinnuna sum ein møguleika

Størsta avbjóðingin við ferðafólkum í Føroyum er ikki, at tey gerast fleiri. Avbjóðingin er at síggja ferðavinnuna sum ein nýggjan møguleika heldur enn ein trupulleika.

- Størsta avbjóðingin við ferðafólkum í Føroyum er ikki, at tey gerast fleiri. Avbjóðingin er at síggja ferðavinnuna sum ein nýggjan møguleika heldur enn ein trupulleika. Tað skrivar Høgni Reistrup, miðlafrøðingur, í longri tíðargrein í Vikuskiftis Sosialinum. 

 

 

- “Nei, nú eru ov nógv ferðafólk í Føroyum”.  Tú ert ikki tann einasti, sum hevur hoyrt hesa útsøgnina í seinastuni. Hetta er vorðið rættiliga vanligt at hoyra, og nú fyrsti várdagur hevur verið, og ferðafólkini nakað eftir hetta fara at leita hendavegin, er neyðugt, at vit beinanvegin fáa hugburðin at venda rætt - hugburðin til gestirnar, sum vilja uppliva okkara vøkru náttúru og sereyðkenni, skrivar Høgni Reistrup. 

 

 

Víðari greiðir hann frá, at vit ikki eru nær námind hámarkinum fyri, hvat samfelag okkara kann rúma av ferðafólki, og tí mugu vit til at síggja ferðavinnuna sum ein møguleika fyri at fáa enn eitt fíggjarligt bein at standa á. 

 

 

- Leingi hava vit tosað um nýggjar vinnur. Vinnur, sum kunnu koma aftrat laksinum, makrelinum og toskinum. Nógv vónaðu, at oljuvinnan eftir fáum árum fór at gerast eitt nýtt bein hjá búskapinum, og KT-vinnuna hava vit eisini tosað nógv um. Men tað er ikki bara sum at siga tað at fáa hesar vinnur at blíva høvuðsvinnur í Føroyum.  Tað krevur nógv at fáa nýggjar høvuðsvinnur, men tað kann ferðavinnan blíva. Vit hava eina serstaka og kappingarføra vøru at bjóða, sigur Høgni Reistrup. 

 

 

 

Les alla tíðargreinina her