Málið um nýggja línuskipið hjá Vágamonnum tekur nú eina nýggja vend.
Tí nú verður upplýst, at báturin stendur á svartalista hjá norskum myndugleikum og er tí útihýstur frá øllum møguleikum at fiska í norskum sjógvi.
Tað er løgtingsmaðurin Jákup Sverri Kass úr sjálvstýrisfokkinum í samgongu, sum letur hesar upplýsingarnar frá sær, nú hann og Vilhelm Johannesen fara at at reisa málið um Frøyanes í tinginum.
Teir báðir løgtingsmenninir fara at seta landsstýrismanninum í fiskivinnumálum ein skrivligan fyrispurning um Frøyanes.
Teir hava ikki tikið spurningin um svartalistan við í sjálvan fyrispurningin, men ongin ivi er um, at eisini tann parturin av málinum fer at verða umrøddur í orðaskiftinum, tá ið fyrispurningurin verður svaraður.
Jákup Sverri Kass heldur, at tað kann faa sera óhepnar avleiðingar fyri fiskivinnusamstarv okkara við norðmenn um vit geva einum báti, sum er á svartalista hjá teimum, fiskiloyvi undir Føroyum.
Hann sigur, at Frøyanes er á svartalista fyri at hava fiskað patagoniskan tannfisk í Suðuratlantshavi.
Og hann heldur, at tað er stórur vandi fyri, at tað kann skaða okkara fiskivinnusamstarv við Noreg, um vit geva einum slíkum báti fiskiloyvi undir Føroyum
? Tað hevur eisini verið okkara politikkur, at vit skulu ikki geva bátum, sum eru á svartalista í Noregi, sømdir í Føroyum.
Hann minnir á, at fyri ikki at traðka norðmenn á tærnar varð fyri nøkrum árum síðani forboð sett fyri, at bátar, sum høvdu fiskað í Smoguni, avreiddu í Føroyum.
Aðrir politikarar minna eisini á, at Sverri Ólavson kundi ikki fáa sømdir undir Føroyum á sinni tí at hann stóð á svartalista hjá norðmonnum, tí hann hann hevði fiskað í Smoguni meðan hann var undir íslendskum flaggi.
? Tí skilji eg ikki, at vit nú kunnu geva einum norskum báti, sum er á svartalista í Noregi, fiskiloyvi undir Føroyum, sigur Jákup Sverri Kass, løgtingsmaður.
Økir veiðitrýstið undir Føroyum munandi
Annars fara teir báðir løgtingsmenninir at seta landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen nakrar spurningar um Frøyanes.
? Vit vilja m.a. hava at vita hvussu Landsstýrið kann geva einum línubáti úr Noregi fiskiloyvi undir Føroyum og útvega honum nøktandi kvotu undir bæði Føroyum og Íslandi, uttan at tað nervar tey línuskip, sum longu eru í Føroyum, sigur Jákup Sverri Kass.
Hann sigur, at teir vilja eisini hava landsstýrismannin at greiða frá, hvat hetta er fyri bátur, hvussu stórur hann er, hvussu hann er útgjørdur og, hvussu stóra veiðiorku hann hevur.
Jákup Sverri Kass sigur, at í nógv ár hevur mannagongdin verið, at tá ið nýggj skip koma í flotan, skal tilsvarandi veiðiorka úr fiskiflotanum.
? Tað, vit sipa til, er, at teir bátarnir, sum ætlanin er at leggja fyri at fáa fiskiloyvi til Frøyanes, hava lítið og onki fiskað seinastu nógvu árini, sigur hann.
? Teir bátarnir, sum eru lagdir, hava ikki fiskað við línu, men bert í smávegis mun, fiskað við snellu.
? Tí er talan um at økja veiðitrýstið heilt munandi, nú Frøyanes hevur fingið fiskiloyvi.
? Harafturat kann nevnast, at eftir tí, vit vita, er Frøyanes væl størri enn tey línuskip, sum annars eru í Føroyum.
Hann minnir eisini á, at báturin hevur frystilast, so tað er ikki væntandi, at hann fer at avreiða nakað sum helst í Føroyum.
Jákup Sverri Kass sigur, at tað er undarligt, at Frøyanes nú hevur fingið heili tvey íslandsloyvi, samstundis sum onnur skip til fánýtis hava søkt um fiskiloyvi í upp til fimm ár.
Eitt óveruligt keyp
Annars sær løgtingsmaðurin úr sjálvstýrisflokkinum ein stóran vanda í hesum at lata útlendingar koma ov nógv uppí tann føroyska fiskiflotan.
? Vit vita, at norðmenn meiri og minni eiga næstan allan tann føroyska nótaflotan.
? Vit skulu helst ikki eisini avreiða línuflotan á útlendskar hendur.
Hann metir nevniliga, at í summum førum eru tað veruligu framvegis norðmenn, hóast felagið er føroyskt á pappírinum.
? Hvat Frøyanes viðvíkur, kann ein spyrja sær sjálvum, hvussu eitt felag við 90.000 í partapengum kann keypa ein norskan bát fyri millum 20 og 30 milliónir. Tað er onki løgið, at nógv ivast í, hvussu veruligt eitt slíkt keyp er, sigur Jákup Sverri Kass.
Og nú, vit tosa um fullveldi, kann tað verða ein vandi at avreiða ov okkara grundleggjandi nátururíkidømi á útlendskar hendur, leggur hann afturat.
Reiðarin avsannar
reiðarin, Tummas Jacob á Løgmansbø avsannar, at Frøyanes er á svartalista í Noregi.
í stuttari viðmerking sigur hann, at hann heur kannað málið og fingið váttað frá norsku fiskivinnumyndugleikunum, at báturin er ikki á svartalista. Men hann sigur,at tað er rætt, at báturin var millum teirra, sum blivu kannaðir. Men síðani er hann fríkendur og sostatt eru øll loyvi í lagi.