er hóskvøldið, er ongin tilsøgn givin um príshækkingar. ? Eg havi eisini viðgjørt málið saman við mínum partafólkum í Landsstýrinum og eg havi staðiliga heitt á tey um at vísa størsta varsemi í heusm máli [...] Samferðsla ? Eg havi sagt tað ferð eftir ferð, men eg kann siga tað einaferð afturat: Tað er púra høpisleyst at tosa um at hækka ferðaseðlaprísin á Smyrli munandi og at lækka túratalið. Hergeir Nielsen [...] ansa eftir at vit ikki áleggja vinnulívinum í útjaðaranum hægri farmagjøld, tí so bløðir tað út. ?Eg havi eisini boðað frá, at verður talan um sparingar, eigur tað at vera leitað á stovninum sjálvum eftir
plágaður av álvarsligum skaða. ? Tað longsta, sum eg havi verið burtur frá fótbólti orsaka av skaða, hevur verið einir tíggju dagar. So hetta er ein púrasta nýggj støða fyri meg. Gevur ikki skarvin yvir [...] hoyrdist eitt klikk í knænum, og eg small um. Tað var ikki hugsningur um at standa á beininum. Síðani havi eg gingið á høkjum. Hósdagin var eg hjá serlækna, sum heldur til í nánd av Brøndby stadion. Hann kannaði [...] luttaka í venjingini saman við hinum og at spæla fótbólt næstu mánaðirnar. Leiðlsan í felagnum og eg havi ikki enn tosað saman um møguleikarnar fyri framtíðar samstarvi. Tað var ætlanin at gera tað i næstum
- Hetta er ein fantastiska góður spurningur, sum er tengdur at nógvum ymiskum viðurskiftum. Tí í mun til hvussu kappingin gongur, so kemur tað at vísa seg, um tað er ein framrættaður ella ein verjukendur [...] nógvum dystum sum til ber. Hvørjum fert tú at halda við og hví? - Eg havi í mong ár hildið við Fraklandi, og tað kemur sjálvsagt av tí, at ein av tíðarinnar fótbóltsspælarum spældi við teimum - eingin minni [...] Tó vænti eg, at tað verður ein framrættaður spælari, ið fer avstað við heiðrinum sum besti spælari. Gongur tað væl hjá Spania, so hava spælarar sum Xavi og Andrés Iniesta ein avgerandi leiklut. Annars eru
teldum í 14 ár. Tímdi tað slettis ikki. Hevði altíð ein dreym um at kunna hjálpa fólkum, sum vóru í neyð ella sjúk. Møguleikan fekk eg í 1998 og tók av. Havi ikki angra tað eitt einasta sekund Hvørja hending [...] ymsa staðir í Havnini, at fáa mær ein kaffimunn og práta um mangt og hvat. Eisini gera frúan, genturnar og eg deiligan mat og hugna okkum sera nógv. Royni at verða ein góður (vónandi skjótt) maður og pápi [...] countrytónleiki? Ja, tað kann eg róliga siga. Tann fyrsta plátan, sum eg yvirhøvur kann minnast, er ein dupultpláta, sum pápi mín eigur, sum eitur "Stars Of The Grand Ole Opry". Eisini hevði hann plátur
hann úthelti hjarta sítt fyri ásjón Harrans í ákallan, bøn og tøkk. Hann var ein Guds merkismaður, ein andaligur vegleiðari og ein faðir andaliga sæð fyri meg, sum hann var fyri so mong onnur. Minnið um [...] at vera varðveittur soleiðis í Harranum. Minnini eru mong, rík og góð eg havi eftir Osvald bróður. Alt eg kann minnast, havi eg kent hann. Byrjanin var í Fuglafirði sum smádrongur og síðani upp gjøgnum [...] hesa tíðina suðuri á Tvøroyri, sum eina lívganar- og vakningartíð frá Harranum, har Harrin virkaði á ein serstakan hátt, og lívsins heilagu kreftir vóru útloystar til signingar og frelsu, navni Harrans fyrst
Frá at verða ein púra ókendur spreingimeistari hjá Articon, er íslendingurin Axel Grétarsson nú ein tann populerasti maðurin í náttarlívinum í Havn. Hann er myndamaður til tiltøk og hendingar í náttarlívinum [...] hevur altíð dámt eina góða mynd, og eg havi altíð viljað vitað, hvat skal til fyri at fáa eina góða mynd, sigur hann. Tað kann gerast einsligt í Føroyum, um ein ikki hevur nógv vinfólk og familju at verða [...] veturin og valdi so at brúka tíðina uppá at lesa um, hvussu ein tekur myndir, og hvussu tær gerast heilt góðar, sigur hann. Axel gjørdist skjótt ein av sjónligastu persónunum í býnum. Fyrsta vikuskiftið, eg
skeptikarum, tá tað kemur til ílegugransking, og eg veit at tað er ein sera skeptisk stjórn í Sveis. Men her er nógv at læra, og tað hevur verið ein positiv uppliving at verið her, sigur Hans Widmer. Viljin er [...] greiðu á teimum spurningunum. - Eg haldi tað er ein sera prinsipiellur og sera týðandi spurningur at fáa greiðu á, og eg haldi tað er neyðugt at fáa ein triðja, óheftan part inn í bílætið, til tess at [...] Widmer, er eisini skeptiskur, men sigur at hann er positivt yvirraskaður av vitjanini í Føroyum. - Eg havi møtt einum sera sterkum vilja millum føroyingar og politikararnar her til at Føroyar gerast sjálvstøðugur
stuttligt at vunnið. Men ein veit jú ongantíð, hvat tað er, ið dómararnir leita eftir. Eg haldi sjálvur, at tað finnast ótrúliga nógvir sera góðir ungir tónleikabólkar í løtuni. Og tað at ein hevur royndir, nýtist [...] als ikki at merkja, at ein fer at vinna. Hygg t.d. eftir Hjarnum, tá ið teir vóru við. Teir gjørdust jú ikki nummar eitt ta ferðina, hóast tað var nær við. Prix Føroyar er Eins og fyri so mong onnur, so [...] navnið hjá Eyðun Nolsøe undir luttakandi tónleikabólki á heimasíðuni hjá Prix Føroyum. Tó er hetta ikki ein nýggjur tanki hjá Eyðun at luttaka á Prix Føroyum, tí hann hevur í fleiri ár gingið við Prix Føroyum
fiskimannafelagnum, har ein av avleiðinginum var, at FF-blaðið varð niðurlagt. Hetta harmaði hann sera nógv og helt tað vera ein miss fyri føroyska blaðútgávu. Hetta er enn ein váttan um ta virðing, sum [...] blaðstjórnina, og beint við er tann størri bygningurin, har sjálv prentsmiðjan er. Ein skal ikki fara langt í Íslandi, fyrr enn ein hittir fólk av føroyskari ætt ella við tilknýti til Føroyar. Vertur á vitjanini [...] Oskar Jensen, sum verður umrøddur í aðrari grein. Tað er í sær sjálvum ein fyrimunur við eini slíkari vitjan at hava fólk við sær, sum ein kennir, og sum eru kend á staðnum. Vit eru ikki meira enn komin inn
a. Aftanfyri hesi turru tøl fjala seg eins nógvar meir og minni ólukkuligar lagnur. Um ósigrar og um at kenna seg býttan og misskiltan. Summi treiskast og fáa ein stálsettan vilja til at vísa umheiminum [...] Mentamálaráðið átti at setta eitt ávíst krónutal av í ávíst áramál til ein málrættaðan innsats fyri at minka um orðblindni og lesitrupulleikar. Á sama hátt sum serflokkarnir, ið eru skipaðar á ymsum skúlum [...] 2014/15. Mett verður, at eini 500 av hesum eru beinleiðis orðblind. Tvs uml 7% av øllum næmingum. Ein onnur meting sigur, at um vit rokna øll tey við, ið hava lesitrupulleikar, er samlaða talið fyri bólkin