GoGo Blues á veg á flog

Føroyski bluesbólkurin GoGo Blues hevur seinnu árini verið sera virkin í føroyskum tónleiki, men nú bíða uppgávur í útlandinum, og tað tykist sum bólkurin rættiliga hevur fingið luft undir veingirnar

Føroyskur bluestónleikur er eitt sjáldsamt fyribrigdi, men seinastu árini hevur ungi tónleikarin Uni Reinert Debess verið undangongumaður á hesum øki.
Hann fekk tíðliga áhuga fyri bluestónleiki, og hann hevur skrivað nógvan bluestónleik, sum hann framførir saman við hinum tónleikarunum í GoGo Blues.
Nú er bólkurin komin allan vegin í finaluna í Prix Føroyum, og tað er eitt flott avrik, tá ið hugsað verður um, hvussu tøtt kappingin hevur verið í ár.

Spentur um kapping
Og at talan er um eina kapping, ávirkar eisini Una.
? Eg hugsi als ikki um, at eg leygarkvøldið skal spæla frammanfyri beinleiðis sjónvarpi og útvarpi. Tað nervar meg als ikki, tí eg hugsi ikki um tað, tá ið eg standi á pallinum. Men tað vísir seg at verða ógjørligt at slíta seg leysan frá spenninginum, sum kappingarelementið hevur við sær, sigur Uni Debess.
? Eg blívi yvirspentur av, at tað er ein kapping. Eg eri longu væl nøgdur við tað, sum eg havi fingið burtur úr Prix Føroyum, men eg kann ikki lata verða við at blíva spentur, tá ið eg skal kappast í tónleiki, sigur hann.

Umráðandi at fáa tónleikin út
Uni Debess heldur, at Prix Føroyar tænir einum góðum endamáli hjá honum og øðrum føroyskum tónleikarum.
? Hóast hetta er ein kapping, og øll vilja vinna, so er tað týdningarmesta, at eg kann koma út við mínum tónleiki og spæla hann fyri nógvum fólki, og tað havi eg longu fingið møguleikan til. Tí eri eg væl nøgdur, óansæð hvat hendir leygarkvøldið, sigur Uni Debess.
Hann kann lova, at tað verður bluestónleikur á skránni leygarkvøldið, men um hann fer at spæla somu sangir, sum hann hevur spælt í teimum innleiðandi kappingunum, visti hann ikki endaliga at siga, tá ið vit tosaðu við hann í vikuni. Tá var onkur venjing eftir, og avgerðin um sangirnar var ikki endalig.

Út at ferðast
GoGo Blues kann á Atlantic Music Event leygarkvøldið spæla seg til onkra framførslu á útlendskum palli, men skuldi tað ikki eydnast, so verður bólkurin hóast tað nógv á ferð seinni í ár.
Í mai mánaði skulu teir til Grønlands at spæla, og í juni verða teir eina viku í Hetlandi.
Frá 9. juli til 20. august fara teir at spæla ymsastaðni í Kanada. Har fara teir fyrst og fremst at spæla á festivalum kring stóra norðuramerikanska landið, og í løtuni hava teir fngið kjansin á heili fimm festivalum.
? Tað verður sera spennandi at fara til Kanada og fáa møguleikan at promovera okkara tónleik har. Vit fáa møguleikan at hitta fólk persónliga, og tað verður spennandi at vita, hvat tað kann føra við sær, sigur Uni Debess.