Oluffa Joensen
Hevði tað ikki verið upp á sítt pláss at roynt at spælt eitt sindur av tónleikinum, ið verður á hoyra á G!, heldur enn at rópa við í kórinum hjá teimum atfinningarsomu. Hetta hevði givið øllum teimum, ið ivast og finnast at, møguleikan at hoyrt, at festivalurin aftur í ár borðreiðir við tónleiki í heimsflokki. Hetta hevði verið serliga aktuelt, tá tikið verður til eftirtektar, at fólk gremja seg um, at tey ikki kenna tónleikin hjá nøvnunum, sum koma á G!, hóast talan er um heimskend nøvn sum Beth Hart, The Holmes Brother og Infernal, og nøkur av teimum allar bestu og størstu nøvnunum á norðurlendska tónleikapallinum sum Outlandish, Kaizers Orchestra, Teitur, Eivør og Mugison.
Eg undri meg eisini á, hví vit næstan bara hoyra tónleik, ið verður á Summarfestivalinum í útvarpinum, meðan tónleikurin, sum verður á G!, so at siga ikki verður spældur. Her hugsi er serliga um Siesta-sendingina, har so eyðsæð nógv meira ljós verður varpað á Summarfestivalin enn G! festivalin. Lurtaraskarðin hjá Siesta eru kanska serstakliga nøkur av teimum, ið eru mest ivasom um tey skulu fara á G! Tey eiga at fáa ein møguleika at læra allan tann góða tónleikin, ið verður á festivalinum, at kenna.
Tað var als ikki upp á sítt pláss at Siesta-manningin fór norður til Klaksvíkar í seinastu viku og enn einaferð varpaði ljós á Summarfestivalin, uttan at steðga á í Gøtu tosaða við G!-fyriskipararnar og spæla onkran tónleik hagani. G! festivalurin byrjar altso um eina viku, meðan tað er ein lítil mánaður til Summarferstivalin.
Annars skal sigast, at onkur einkultur útvarpsvertur spælir eitt sindur av tónleiki, sum verður á G! um kvøldarnar, men truppulleikin er bara, at tey meira tilkomnu hoyra sjáldan hetta, tí tá hyggja tey í Sjónvarp.
Nú ljóðar hetta kanska, sum at eg havi okkurt ímóti Summarfestivalinum, men tað havi eg so avgjørt ikki. Eg ætli mær sjálv á Summarfestival, og eg gleði meg. Men vit í Gøtu eru eisini sera glað og góð við G! festivalin, og tað nívur, at tað, ið kemur fram um festivalin í Kringvarpinum, bara er negativt. Takið eisini tað positiva fram og spælið eitt sindur av tónleikinum, sum verður á G, eitt nú Beth Hart, ið eg gleði meg sum at barn til at hoyra. Hon verður eitt stórt hitt.
Annars haldi eg, at tað er møsn tá sagt verður, at G! er bert fyri tey ungu. Hvørt ár og eisini í ár verður nógvur góður tónleikur fyri okkum meira tilkomnu.