at vit skulu hava eitt heilsuverk, har tað ikki nervar ábyrgdarhavararnar at taka sjúklingar og Løgting til gísla ferð eftir ferð, tá ið pengar mangla í. Tað er ein orsøk til at fíggjarnevndin nú er farin [...] tykist eisini, at skipanin, sum heilsuverkið arbeiðir undir, er nakað stirvin. Tað, sum hann sipar til, eru hinar báðar greinarnar her á síðunum. ?Tað má ikki vera so, at ein lækni ikki kann taka eina skjóta [...] vera so, at tað skal politiskt stýrt, hvussu játtanin verður brúkt. Óli Breckmann sigur, at hetta eru mál, sum fíggjarnevndin fer at kanna út í æsir fyri at fáa fulla greiði á, hvussu samanhangurin er
stilla upp við nýggjum valevnum, hevði væl heldur eingin roknað við. Hóast veljarakanningarnar ikki eru serliga hugaligar, so hevur A víst seg at klára seg væl í Norðoyggjum, tá avtornar. Tað er heimabeitið [...] um B og D megna at ?stjala? frá teimum stóru. Ivasamt er tó, um B megnar at fáa mann í Norðoyggjum. Vit skulu aftur til tíðina, tá Eli Nolsøe stóð á brúnni, fyri at finna B við umboði úr Norðoyggjum. Men [...] valdøminum. D, ið fyrr átti fastan sess í Norðoyggjum, hevur ikki víst ta stóru styrkina seinastu árini. Nú hevur hann so átt ein týðandi landsstýrissess í fýra ár. Spurningurin er, um Elttør hevur vunnið sær
seinastu 10 minuttirnir, sum togast verður um, hóast teir eru fyri at "kompensera" lønina hjá arbeiðsfólkinum, tí kaffisteðgirnir í uppskotinum eru 15 minuttir í staðin fyri 10 minuttir hvør. Virkisleiðarin [...] an til matarsteðg, meðan 27 vóru ímóti. Ein atkvøða var blonk. Spurdur, hvat leiðslan fer at gera, nú meirilutin er so tepur, sigur virkisleiðarin, at leiðslan fer at skriva Arbeiðsmannafelagnum á Toftum [...] vísir Birgir á, at eisini hesi fólkini sleppa ein tíma fyrr til hús, enn tey annars høvdu gjørt. - Vit umhugsa eisini at gera eina skipan, har pakkararnir fáa ?styrk?, tá ið tað er neyðugt, so øll verða
Passaligt er orðið Vit fáa eitt borð innast á matstovuni, har tað kennist sera fjálgt at sita. Útsýnið er nakað keðiligt ? ein gulur miðnámsskúli og ein av høvuðsgøtunum í býnum eru beint uttan fyri vindeygað [...] vindeygað ? men tað er nú ikki útsýnið, tú fert á matstovu fyri at uppliva, so hetta órógvar ikki, uttan tú avgjørt vilt hava tað at órógva. Matarlepin er passaliga stórur, passaliga føroyskur, og frág [...] frágreiðingarnar um rættirnar eru passaliga langar. Einki við at spæla stórsnútað ella óneyðuga fínt, men heldur einaferð passaligt, gott og gjøgnumført. Eg biði um rækjubland og ein hvítleyksstoktan lambsrygg
sindur frægari hjá teimum, ið eru ring av sjóverki ella hava børn, hevur tað verið møguligt at leiga sær eitt lítið kamar við einari uppreiddari koyggju fyri 70 krónur. Men nú hevur Strandfaraskip Landsins [...] kemur tað illa við hjá Suðuroyingum, at prísurin fyri koyggjuna er hækkaður so nógv. Suðuroyingar eru so mikið ónøgdir við príshækkanina, at Hergeir Nielsen, sum er valdur á ting í Suðuroynni fyri Tjó [...] liggur ein fyribyrging í, at prísurin er hækkaður. Men Reidar Nónfjall vísir eisini á aðrar orsøkir. ? Vit skulu reka hesa fyritøkuna eftir vinnuligum fortreytum. Tað kostar at vaska seingjaklæði og annars
sær einki at siga um, hvat gongur fyri seg millum landsstýrið og donsku stjórnina fyrr enn partarnir eru komnir til eina avtalu. Andstøðuleiðararnir, Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard, kravdu á fundinum [...] rran. Men hetta ber kortini ikki til. Samrøðurnar millum Anfinn Kallsberg og Poul Nyrup Rasmussen eru ikki umfataðar av lógini um alment innlit, er svarið úr Tinganesi. Óformelt samskifti Løgmaður sigur [...] uttan partarnir sita hvør sínu megin eitt samráðingarborð við hvør sínum útspæli, sigur løgmaður. Vit spyrja so løgmann, um samskifið við danska forsætisráðharran sostatt kann kallast óformelt prát. Men
brenniolju til sethús, og hvat dieselolju til bilar viðvíkur, liggja vit í lægra endanum í Evropa. Tað vil siga, at nógva staðni eru avgjøldini á olju og bensini hægri enn í Føroyum. Hetta sæst á einum [...] lagt fram herfyri. Tað kann eisini vera vert at leggja til merkis, at lond, sum hava oljuvinnu, eitt nú Noreg, Bretland og Danmark, hava hægri oljuprísir enn, hvat Føroyar hava. Í øðrum yvirlitinum, sum [...] Føroyum kostaði hann 5,51 krónur. Bíligast var hann í Portugal, har hann kostaði 4,65 krónur. Tølini eru frá Statoil, Føroya Shell og Vejdirektoratet .
bóltinum. Nú er Jens Martin 33 ára gamal. Hann hevur onkuntíð sagt, at hann fór ikki at gerast gamal á beinkinum, um Jákup Mikkelsen fór at verða málverji hvørja ferð. Hvussu tað verður við hesum, eru ongar [...] Tveir av landsliðsspælarunum, sum mugu roknast at vera í best fyri, eru ikki við í Liktinstein. Talan er um Óli Johannesen og Jákup Mikkelsen. Óli Johannesen varð skaddur undir venjing fyri knøppum tveimum [...] Herfølge í 1. hálvleiki móti AGF. Men eftir steðgin kom Jákup ikki aftur á vøllin, og seinni hava vit frætt, at Jákup í 1. hálvleiki spældi við skaddum ælboga. Longu undir upphitingini dragnaði okkurt
John Johannessen Grønlendingar eru ræddir fyri, at fullveldisætlan føroyinga kann forða fyri grønlendska arbeiðinum fyri víðkaðum sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin. Hetta skrivar danska blaðið, [...] millum tey trý londini innan fyri ríkisfelagsskapin. Kortini leggur Josef Motzfeldt afturat, at tað nú kundi sæð út til, at føroysku samráðingarnar nærkast grønlendska modellinum. Kunna danskar fjølmiðlar [...] flokkarnir í Danmark væl vita, at Grønland vil nakað annað enn Føroyar á sjálvstýrisleið. Men kortini eru grønlendingar bangnir fyri, at vanligi danin fær eina fatan av, at grønlendingar fylgjast við føroyingum
enn 30 milliónir bara við nót. Tí skuldi tað ikki verið so torført at fiska fyri 35 milliónir, tá vit nú hava allan svartkjaftin afturat, sigur ein bjartskygdur Eiler Jacobsen. Reiðarin letur eisini hampuliga [...] føroysku fiskivinnuni ristir ikki í brókunum. Veiðumøguleikarnir tykjast at vera góðir, og prísirnir eru á veg uppeftir í løtuni, vísir hann á. Men einki er givið frammanundan, tá ið tú keypir nýtt skip. [...] skipum í ES-sjógvi er 63.000 tons. Í føroyskum sjógvi er eingin kvota á fiskiskapinum. Haraftrurat eru møguleikar við svartkjaftinum í íslendskum sjógvi. Umframt svartkjaftin fer Krúnborg at leggja seg