Superstjørna á Summar Festivalin

Hon hevur lagt heimin fyri sínar føtur, sum ein av stóru stjørnunum í Spice Girls. Hon hevur sett fleiri met sum solistur í Onglandi, og nú hevur Melanie C sett kós í ein norðan og spælir á Summar Festivalinum í august

Tónleikur: Hon var ein av stóru stjørnunum í heimsins mætasta gentubólki, hon hevur sum solistur verið á bretska hitlistanum í meira enn 200 vikur tilsamans, og hon er einasta kvinnan í Bretlandi, sum hevur verið nummar 1 sum solistur og partur av einum bólki.

Hon er Melanie C, og hon spælir á Summar Festivalinum í august.

Tað hava fyriskipararnir av Summar Festivalinum kunngjørt í dag.

- Vit eru sera fegnir um, at vit hava fingið Melanie C til Summar Festivalinum. Hon hevur skrivað tónleikasøgu sum partur av einum tí størsta poppbólkinum í nýggjari tíð, og sum solistur hevur hon eisini klárað seg framúr væl, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.

- Melanie C hevur júst verið á heimsturné við Spice Girls, og hon er tí í toppform, nú hon fer at koma til Føroya at spæla, sigur hann.


Spice Girls fepurin

Seinnu helvt av nítiárunum gjørdist føroyskar gentur partar av einum nýggjum poppveruleikar, har allarstørstu fyrimyndirnar vóru tær fimm superstjørnurnar úr Onglandi – Spice Girls.

Tónleikur, klæðir, frisura, kropsburður og andlitsbrá skuldi passa til hvørja einstaka dansigentu. Og saman stóðu tær sterkar!

Tað vóru jú serligar Spicegirls kappingar og framførslur kring landið. Allastaðni uppstóðu dansi- og sangbólkar, allir krydraðar við hvør sínum fimm fittum uppskrýddum og vælvandum gentum, har allar gjørdu sítt til at liva sín poppsamleika  og at verða ímyndin av teimum fimm heimskendu gentunum: Geri Halliwell, Victoria Beckham, Melania Brown, Emma Bunton og ikki minst Melanie Chisholm, eisini nevnt Mel C.


Super-stjørna

Melanie Jayne Chisholm er 34 ára gomul, og hon hevur síðani 1996 verið ein av størstu poppstjørnunum í Bretlandi.

Fyrst var tað sjálvandi sum ein av teimum fimm superstjørnunum í Spice Girls, sum tók allan heimin við stormi. Spice Girls seldu fleiri enn 50 milliónir fløgur, og tær høvdu 9 sangir, sum vóru ovast á bretska hitlistanum – tað sama sum Abba megnaði í sínari tíð.

 Spice Girls var ein heimsumfatandi flóðalda av frískum x-kromosomum í einari spennandi tíð, har stóru dreingjabólkarnir, Westlife og Backstreet Boys, samstundis skrivaðu tónleikasøgu.

 Í 2000 góvust Spice Girls at spæla, men í fjør komu tær saman aftur til eina konsertferð, sum var ein av stóru hendingunum í farna ári.


Hevur klárað seg best

Melanie C hevur eisini roynt seg sum solistur, og hon er tann av teimum fimm kvinnunum í Spice Girls, sum hevur klárað seg bestu sum solistur. Hon hevur selt 3 milliónir fløgur, hevur havt seks sangir á topp-10 í Bretlandi, og samanlagt hevur hon verið á bretska hitlistanum í meira enn 200 vikur.

Millum hennara kendastu sangir sum solistur eru I Turn To You, Northern Star og Never Be The Same Again.

Melanie C hevur verið við til at skriva 11 sangir, sum hava verið nummar 1 í Onglandi, og hon er einasta kvinnan, sum hevur verið ovast á hitlistanum í Bretlandi bæði sum solistur og partur av einum bólki.

Ein av hennara kendastu framførslum sum solistur er saman við Bryan Adams á sanginum When You’re Gone, og hóast tey ikki verða í Føroyum samstundis, so verða tey bæði her í landinum í ár.


Norðstjørnan

Fyrsta útgávan hjá Melanie C sum solistur kom í 1999, og tað var hendan útgávan hjá henni, Northern Star, sum hevur selt mest.

Fløgan fekk góð ummæli, sølan var sera góð, og fleiri sangir av útgávuni vunnu inn á hitlistar kring Europa. Sangirnir av hesi útgávuni hava eisini verið nógv spældir í føroyskum útvarpi.

- Eg leiti eftir onkrum í mínum lívi – onkrum støðugum, sum kann leiða meg gjøgnum lívið. Og eg haldi, at Norðstjørnan er ein vøkur mynd av tí, segði Melanie C um heitið á sínari fyrstu útgávu sum solistur.


Fyriskipararnir eru spentir

Summar Festivalurin hevur longu kunngjørt Alphabeat og Smokie sum tvey av nøvnunum  á ársins festivali, men tað er neyvan nakað at ivast í, at Melanie C gevur festivalinum nakað stórsligið afturat.

- Melanie C skal verða vælkomin á Summar Festivalin. Hon er superstjørnan, sum fer at gera ársins Summar Festival líka stóran og spennandi, sum teir undanfarnu festivalarnir hava verið, sigur Steintór Rasmussen.

- Vit eru mong, sum minnast tíðina við Spice Girls. Børnini og tey ungu vóru púra burtur í teimum, og foreldur vóru eisini tikin við. Tí verður tað sera spennandi at uppliva eitt sindur av Girl Power á Summar Fstivalinum. Og eg má siga, at eg gleði meg til konsertina, tí Melanie C er ein sera dugnaligur sangari og sangskrivari, sigur hann.


Stórtrívist á palli

Melanie C er kend sum ein sera góður performari. Hon syngur væl og dugir væl at standa á palli til bæði stórar og minni konsertir.

- Eg elski at verða á pallinum, og eg elski at framføra. Um eg skal verða heilt erlig, so dugi eg betur at standa á palli enn at gera vanlig ting í gerandisdegnum, segði Melanie C í einari samrøðu við eitt bretskt blað herfyri.

Og at hon dugir at standa á palli, at dansa og syngja, og at hon er ein ordiliga superstjørna, tað kunnu fólk uppliva á Summar Festivalinum í august – tað verður Girl Power fyri allar pengarnar.


mynd: Mel-C

- Eg elski at verða á pallinum, og eg elski at framføra. Um eg skal verða heilt erlig, so dugi eg betur at standa á palli enn at gera vanlig ting í gerandisdegnum, segði Melanie C í einari samrøðu við eitt bretskt blað herfyri


mynd: Spice-Girls-3

Melanie var partur av mætasta gentubólkinum í tónleikasøguni – Spice Girls – men hon hevur eisini dugað sum solistur. Á myndini stendur hon næstuttast til vinstru


---


Fakta

Navn: Melanie Jayne Chisholm

Aldur: 34 ár

Bólkur: Spice Girls

Útgávur sum solistur: Northern Star (1999), Reason (2003), Beautiful Intentions (2005), This Time (2007)

DVD: Melanie C – Live Hits

Hitt sum solistur: I Turn To You, Northern Star, Never Be The Same Again, Here I Comes Again, First Day Of My Life, I Want Candy