Føroyingar á Fuda hospitalinum í Kina

11 føroyingar eru í hesum døgum í Kina. Talan er um krabbameinssjúklingar og avvarððandi, sum hava leitað sær til fjarskotna landið at fáa nýggjastu heilsubót

Guangzhou, Kina: Í løtuni eru 11 føroyingar í kinesiska býinum Guangzhou har annars 11 mió kinesarar búgva. Býurin er ein av miðdeplunum fyri kinesiskan handil og ídnað, og miðbýurin líkist ikki so lítið London ella New York. Føroyingarnir, sum hava leitað sær hagar, eru krabbameinssjúklingar og avvarðandi, ið halda til á sjúkrahúsinum “FUDA Cancer Hospital”, (HYPERLINK "http://www.orienttumor.com" www.orienttumor.com), sum veitir viðgerðir fyri krabba. Viðgerðin er ein samanrenning av tí viðgerð vit kenna í vesturheiminum og so tí sum verður nýtt í Kina. Í fleiri førum er talan um viðgerðarhættir, sum hava sín uppruna í USA. Umframt sjúklingar úr Føroyum eru eisini nógvir danir og aðrir sjúklingar úr fjareystri á sjúkrahúsinum, sum hevur drúgvar royndir í at viðgerða krabbasjúkur. Óivað eru fleiri orsøkir til at sjúklingararnir velja at fara úr tí “tryggu” kendu norðurlendsku skipanini og so heilt til Kina til viðgerðar; men tá krabbi er staðfestur kann tað galda lív - og tá eru góð ráð dýr. Avgerðir kunnu tá verða tiknar út frá heilt øðrum fortreytum enn teimum vanligu, og sjúklingarnir á FUDA eru á ein ella annan hátt komnir til kort, og hava staðfest, at teir ikki koma víðari við munagóðari viðgerð í verandi sjúkraskipan. Felags fyri sjúklingarnar á FUDA er, at teir vilja liva og ikki bara góðtaka verandi støðuna, sum í besta føri leingir um lív teirra. FUDA Hospitalið FUDA er leiðandi krabbameinssjúkrahús í fjareystri, og hevur áralangar royndir við krabbaviðgerðum. Sjúkrahúsið hevur eitt fjøltáttað tilboð av krabbaviðgerðum, men hevur serliga lagt seg eftir at bjóða serkunnleika innan eitt nú lokala kemoviðgerð, kryoviðgerð (cryosurgery) , 125 iodine sáð implantatión og immunviðgerð. Tá lokal kemoviðgerð verður givin, verður kemo sproytað beinleiðis inn í sjálva æðrina, sum gevur tumorinum ilt og føði. Soleiðis ber til at geva størri nøgdir av kemo inn í sjálvan tumor, samstundis sum restin av kroppinum bert fær avmarkaðar nøgdir. Hesin viðgerðarháttur er í løtuni á royndarstøði á Herlev sjúkrahúsi. Kryoviðgerð er viðgerð, har tumor verður frystur niður á 170 gradir, tí hildið verður, at ongin tumor kann yvirliva so ógvusliga frysting. Hesin viðgerðarháttur hevur verið nýttur á FUDA í 12 ár, og læknin, sum stendur fyri hesi viðgerð, hevur gjørt meiri enn 4000 skurðviðgerðir av hesum slag. Við 125 iodine sáðimplantatión verða fleiri lítil radioaktiv sáð sett inn í tumor, har tey í strála og soleiðis oyðileggja tumor innanífrá. Kryoviðgerð og 125 iodine seed implantatión kunnu bæði verða nýtt hvør sær og saman til tess at fáa størsta árin á tumor. Á Fuda sjúkrahúsinum í Kina verður ein sera framkomin immunviðgerð givin, har fleiri viðgerðarhættir verða nýttir til tess at styrkja mótstøðiførið hjá tí einstaka við atliti til at niðurberja krabbasjúkuna. Millum føroyingarnir, sum eru á FUDA, eru 3 sjúkrarøktarfrøðingar, sum eisini hava starvast í útlondum, og meta tær, at tann kinesiska sjúkrarøktarfrøðin í flestu førum er á hædd við ta í Norðurlondum. Viðgerðin byrjar við vanligum kanningum, ið staðfesta støðuna hjá sjúklinginum; síðani verður ein sokallað PET/CT skanning gjørd. Hetta er ein hátøknilig skanning, sum nágreiniliga staðfestir hvar sjúkan hevur bitið seg fasta; Guangzhou Út frá kanningarúrslitinum verður ein greinað viðgerðarætlan løgd tilrættis, sum verður gjøgnumgingin saman við sjúklinginum, áðrenn viðgerðin byrjar. Niðasta linjan í ætlanini vísir kostnaðin fyri viðgerðina og nær hon er liðug. Serstakt fyri viðgerðina á Fuda er, at hon í stóran mun tekur støði í hvørjum einstøkum sjúklingi, alt eftir hvat bagir, og hvør støða hansara er. Onkur hevur sagt tað soleiðis, at hvør einstøk viðgerð verður skræddaraseymað til tann einstaka sjúklingin, sum soleiðis í størsta mun verður settur í fokus. Annars gongur dagurin sum á sjúkrahúsum flest – tó kemur hvørt kvøld ein greinað rokning fyri dagsviðgerðina.