VIDEO: Dortmund og Fluminense vunnu seg í HM-áttandapartsfinalurnar

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Borussia Dortmund-Ulsan 1-0 (1-0)

Daniel Svensson skoraði sigursmálið hjá Dortmund

Borussia Dortmund og brasilska liðið, Fluminense vunnu seg víðari til áttandapartsfinalurnar úr innleiðandi bólki F í HM-endaspælinum fyri felagslið í USA.

 

Dortmund vann frammanfyri 8.239 áskoðarum - og 17.761 tómum setrum - á TQL leikvøllinum í Cincinnati 1-0 á suðurkoreanska liðnum, Ulsan. Daniel Svensson skoraði sigursmálið í fyrra hálvleiki. Dortmund hevði møguleikar til fleiri mál, men 1-0 sigurin rakk til at vinna fyrsta plássið í bólkinum.

 

Fluminense úr Brasil og Mamelodi Sundowns úr Suðurafrika leiktu javnleik 0-0 á Hard Rock leikvøllinum í Miami. Uppmøtingin var út av lagi til hendan dystin. 64.767 áskoðarapláss eru á leikvøllinum, og bert 14.312 áskoðarar vóru til hendan dystin. 

 

Dortmund endaði fremst í bólki F við sjey stigum. Fluminense hevur fimm stig, og Mamelodi Sundowns hevur fýra stig. Ulsan endaði aftast við ongum stigi.

 

Borussia Dortmund-Ulsan 1-0 (1-0)

1-0 Daniel Svensson ('36 )


Mamelodi Sundowns-Fluminense 0-0

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 1-0 sigrinum hjá Dortmund á Ulsan:

 

##med2##

 

Daniel Svensson skoraði sigursmálið hjá Dortmund