Fáir útlendingar

Higartil í ár hava bert 16 útlendskir leikarar verið at sæð í fremstu mansdeildini í fótbólti, og hetta er lægsta talið síðani 1997

 

Fótbóltshagtøl


Tey seinastu árini hevði gongdin verið tann, at fleiri og fleiri útlendskir fótbóltsleikarar hava leitað sær til Føroya við ætlan um at vinna pening. Í 1997 spældi 15 útlendingar í 1.deild. Árið eftir hækkaði hetta talið upp til 19. Á áðalfundinum í Fótbóltssambandinum fyrst í 1999 varð samkykt at loyva feløgum at brúka fýra fremmandar menn í kappingardystum. Fleiri lið skundaðu sær at fáa gagn av nýggju reglunum, og sum úrslit sóu føroyskir áskoðarar 26 útlendingar í 1.deild tað árið. Í fjør vóru heili 30 leikarar uttanifrá í bestu deildini, og tíggju afturat spældu í 2.deild.

Í ár fekk tann støðuga mannagongdin eina rættiliga óvæntaða vend. Einans 18 útlendskir leikarar eru skrásettir í dag í teimum tíggju feløgunum, sum manna 1.deild í 2001. Tveir teirra ? brasiliumaðurin Marcello og póllendingurin Andrzej Pacek ? hava av hvør sínari orsøk ikki fingið møguleikan enn, so einans 16 fremmandir leikarar hava verið at sæð á vøllunum kring landið higartil. Hetta er tað lægsta talið av útlendskum umboðsmonnum í í fýra ár.

Bert 10 leikarar, ella ein triðingur av teimum 30, sum spældu í 1.deild í 2000, eru aftur at síggja í bestu deildini í ár. Meirilutin av hinum er farin av landinum, og tríggir -jugoslavarnir hjá Sumba - eru fluttir niður í 2.deild saman við felagi sínum. Sjey afturat er komnir til Føroya á fyrsta sinni, og Messias er afturkomin inn á Toftir eftir at hava verið heima í Brasil í eitt ár.

Í fjør vóru útlendingarnir hjá VB ein týðandi orsøk til fyrsta meistaraheitið í søgu felagsins. Og aftur í ár tykjast tríggir póllendingar og ein jugoslavi at verða høvuðstrumfar hjá vágbingum. Núverandi meistararnir eru annars einasta felagið í landinum í 2001, sum hevur gjørt fulla nýtslu av kvotuni upp á fýra útlendskar leikarar.

Átta av tíggju feløgum hava fremmand fólk knýtt at sær, men tað er ikki allastaðni, at útlendingar hava serliga stóran týdning fyri spælið hjá hesum liðunum. Burtursæð frá teimum í VB, kunnu vit nevna tann nýkomna jugoslaviska álopsmannin Aleksander Djordjevic, ið gjørdi tvey avgerðandi mál fyri KÍ í Vági fríggjadagin, superveteranin úr Póllandi Waldemar Nowicki, sum hevur verið á Sandi í nógv ár, og kanska onkran av teimum vesturi í Vágunum. Væntandi fer skaddi brasiljumaðurin Marcelo Marcelino úr B68 at gera um seg, tá ið hann verður førur fyri at spæla aftur. Í hinum førunum tykist talan ikki vera um um nakran beinleiðis styrk, og onkustaðni megna útlendingar ikki at vinna sær eitt fast pláss í byrjanauppstilling hjá liðum sínum.

Seinnu árini hevur jugoslaviska umboðan verið nógv stórst í føroyskum fótbólti, men eisini hesum viðvíkjandi er støðan broytt munandi. Níggju jugoslavar komu til Føroya at spæla trý ár á rað í 1998, 1999 og 2000, men í ár eru teir einans tríggir í tali. Hinvegin hava póllendingar økt sína umboð við einum manni í mun til í fjør og eru nú sjey í tali. Tískil er Pólland, sum onkuntíð fyrr í tíðini, aftur tað best umboðaða landið í føroyskum 1.deildarfótbólti.

Einki annað norðurlendsk land er umboðað í bestu føroysku deildini í ár. Burtursæð frá brasiljumonnunum á Toftum, eru allir teir útlendsku fótbóltsleikararnir ættaðir úr Eysturevropa. Spælarar úr Moldavia og Lettlandi eru at síggja í føroyskum fótbólti fyri fyrstu ferð nakrantíð.


Talvan sýnir, hvussu nógvar útlendskar leikarar einstøku feløgini í fyrstu deild hava í ár.

VB 4 Pólland 3, Jugoslavia 1

FS Vágar 3 Litava 1, Lettland 1, Moldavia 1

B68 3 Brasil 3

KÍ 2 Jugoslavia 2

GÍ 2 Pólland 2

B71 2 Pólland 1, Rumenia 1

EB/Streymur 1 Rumenia 1

B36 1 Pólland 1

HB 0

NSÍ 0

í alt 18


Talvan sýnir, hvussu nógvir leikarar koma úr ymsu londunum, sum eiga umboðan fremstu mansdeildini hetta árið

Pólland 7

Jugoslavia 3

Brasil 3

Rumenia 2

Litava 1

Lettland 1

Moldavia 1

í alt 18