er tað, at vit skulu hava onnur tiltøk klár at fara til, sigur hon. Ikki tí, leggur hon afturat. Tað er eingin trupulleiki her hjá okkum, tí vit eru altíð von við at hava ein »Plan B«, tá vit fyrireika [...] sum skipað hava fyri. Hóast fólk hava verið aktiv allan dagin og viðhvørt eru heldur fyriløgst út á kvøldið, hava tey tó verið sera røsk at luttaka í teimum felags tiltøkunum, sum verið hava um kvøldið [...] sømir seg, hava tey eisini nýtt høvið at fáa sær eitt minni við. Onkur teirra hevur beinleiðis fingið part, so at siga. Tey hava fingið sær grind, sum goymd verður í fyrstiboksini til at hava heim aftur
ítróttar-heimurin skipaður! Men vit eru øll eisini við í eini kapping, sum vit ikki sjálvi hava valgt at verða við í. Vit eru sett inn á kappingarbreytina. Allastaðni kappast vit ? í skúlanum, á arbeiðsplássinum [...] vinningur. Tað merkir, at um vit skulu fáa sigurskransin, so mugu vit tapa valdið á okkum sjálvum og á okkara egna lívið. Gera vit tað, so vinna vit lívið í Jesu frelsandi felagsskapi. Tá vil krossurin blíva skiftur [...] samfelagnum sum heild. Vit berjast fyri at smábygdir skulu yvirliva, men tær doyggja út, uttan at vit fáa gjørt nakað fyri at forða tí. Hetta kennist fyri mong sum eitt stórt tap, serliga tá virðir fara fyri
og í New York. Tá Hanstholm kommuna fyri nøkrum árum síðan hevði vitjan av drotningini, var Sigrun boðin av kommununi at hava eina listaframsýning í sambandi við vitjanina. Tá flutti Sigrun fram [...] og kommunupolitikki á Eiði. Hetta hendi í Ísrael, tá ið tey hvør sær vóru stødd. Men lagnan førdi tey saman. Tey búgva á Eiði, men hava eisini fleiri skifti verið í Grønlandi, har nú ein sonur [...] á Bókadøgunum hetta árið. Tá kundi vitjandi atkvøða um ta bestu permumyndina. Tá fekk henda permumyndin greitt flestu atkvøður, so ”fólksins tala” var greið. Vit vilja ynskja Sigrun hjartaliga
og fyri at geva honum gætur, segði nevndin millum annað í grundgevingum sínum. At vit fleiri staðnis kring landið hava varveitt serstakar búsetingar, er ikki minst Mortani fyri at takka, tí hann hevur [...] Nógv fólk var komið saman, tá ið M. A. Jacobsen virðislønirnar 2004 vóru handaðar á samkomu í Sjónleikarahúsinum hósdagin. Tríggir virðislønir vóru latnar í ár fyri ávíkavist fagrar bókmentir, yrkisbókmentir [...] eg skrivi, sigur Sigri M. Gaini. ? At ein hevur fingið eina slíka viðurkenning, kann kanska eisini hava við sær, at mítt arbeiði í framtíðini verður tikið í størri álvara. Kanska skapar tað eisini størri
aftur á eitt langt róðrarár: ? Vit fóru undir styrkisvenjingar longu í januar, og tá fóru vit eisini regluliga at renna. Vit fóru ikki í bátin fyrrenn flaggdagin, men tá vóru vit í góðari konditión. Einar tveir [...] høvdu vit bara vant í fýra vikur. Tá var konditiónin ikki góð, men hon er batnað nógv. Tað hevur hilnast betri hjá okkum, tá hann hevur verið ímóti, enn tá hann hevur verið undan. Tað kemst av, at vit í miðal [...] Havnarbátin. Vit høvdu vant við Ørvi, og vit høvdu rættað okkum inn eftir tí bátinum. Tíðin umborð á Havnarbátinum gjørdist ov stutt. Tað er so sera ymiskt, sum bátarnir eru. Í ár hava vit havt møguleika
børn. Jú, okur, ið tá vuksu upp í Toftalíð, hava nógv at takka teimum eldru fyri. Flest øll teirra hvíla undir grønutorvu, og friður veri við minnunum um tey. Signheðin, nú eru vit báðir farnir at eldast [...] javnaldrar, og vuksu vit báðir upp í Toftalíð í friðarligum og hjartagóðum umhvørvi. Toftalíð var tann nýggjari parturin av Vági, ið liggur uttanfyri gamla bøgarðin, og tá ið vit vóru óvitar, vóru tað [...] Hovseggina, so hyggur hann altíð inn á gólvið hjá okkum. Sigast má, at vit báðir hava altíð verið nær knýttir hvør at øðrum, og takk skalt tú hava frá mær, fyri,at tú altíð hevur verið trúfastur, tí mangan hevur
Hann stóð beint niðanvert garðarnar. Einum sinni smiðaðu vit klubba her. Hetta var um tað mundið, tá ið Gamli Sámal Petur varð borin út nov. 1955. Tá ið kirkjuklokkan við sínum seintungu sløgum boðaði frá [...] eins og teir næstu vit smíðaðu. Sum í allari menning her á landi, broyttust flakarnir í stødd og sniði til tað betra. Úti á Pollinum lá ofta eitt stórt tal av russiskum sildaskipum. Tá ið hann var landsynningur [...] dreingirnar uppí, tá ið lossað varð. Myndin av mammum og børnum, sum stóðu á brúgvarendanum og tóku ímóti, tá ið skipini komu heimaftur, er ein alføgur mynd, sum er rist í hugan frá hesi tíð, tá ið hvørt heim
álitismaður út í odd og egg. Altíð var hann við tí góða orðinum, so seint sum tá vit hittust fyri nøkrum fáum vikum síðani, tá ið støðan ikki var so góð. Sigmund var ein av teimum sum “bygdu land”, bæði [...] Ingrid úr Sumba í 1959. Hon hevur vissuliga verið Sigmundi ein góð kona. Tey hava havt eitt gott heim, og tað var stuttligt, tá komið varð á teirra leiðir, at kunna støkka inn á gólvið. Ingrid og Sigmund [...] til skips við “Elin” úr Vági. Men aftaná fór hann eitt skeið at virka royðugrót í Nólsoy. Hetta var tá ein av okkara útflutningsvørum, og grótið varð nýtt til málingaframleiðslu. Tey næstu nógvu árini var
Neyðugt var eisini at byggja eitt netverk av sambondum upp. – Og nú kenna vit á sendistovuni, at vit hava bygt eitt netverk upp, sum vit veruliga kunnu gagnnýta, bæði innan vinnulív og politikk. Sendistovuarbeiðið [...] samstarva nógv við donsku sendistovuna. Tá sendistovan hevði eitt serstakt tónleikaátak við Teiti Lassen, tá var hetta gjørt í samstarvi við donsku sendistovuna. Tá slapp føroyska sendistovan at lána hølini [...] ynskt at havt størri hølir, tí hølini tey hava eru ógvuliga lítil. Tað eru bert tvær skrivstovur á sendistovuni í London, og tey hava verið trý fólk, sum hava starvast á sendistovuni. Størri hølir høvdu
Seinri hava hesir somu læknar so broytt støðu, so hvørt sum tølini bara blivu hægri og hægri, og vit kunna tí bara siga, tíverri fingu vit rætt, tað eru nógv fleiri sjúk enn vit høvdu droymt um, vit hava [...] ikki, at vit koma til at finna nógv fleiri, sum hava sjúkuna CTD«. Heilt erliga, hettar má vera ørvitistos, ella eisini er hettar bara enn ein máti at ørkymla okkum føroyingar enn meiri, tí at vit fingu [...] at verða lækni, og ikki minst, at verða menniskja. Beint sum vit fingu boðini um hesa gentu í gjár, so royndu vit at finna út av, hvat í vit so kundi gera fyri hana her í Esbjerg, tað fyrsta var so at ringja