óslitið í samfull 24 ár, til hann í 1984 ikki læt seg stilla uppaftur. Hann var býráðslimur í Havn, fyrstu ferð valdur í 1949-1960, síð-ani frá 1969-1972. Býráðsformaður var hann í 1970, næstformaður í 1960 [...] r av Sundi og Jacob Andreas Wang, kongsbóndi Frammi í Stovu við Á í Kaldbak. Av teimum 5 systkjunum hjá Hanusi er bert Turid eftir á lívi, hon býr í Keypmannahavn. Hanus er 5 ár, tá mamman doyr og veksur [...] Óivað er mangt annað at nevna. Nevndarlimur var hann í Føroya Banka í seksti og sjeyti árunum. Útgerðarmaður í árunum 1963 til hann gavst á hesum øki fyrst í 1980unum. Hann var útgerðarmaður fyri »Boðanesi«
átjan ára gamal í 1941. Elsa gekk í skúla hjá Danbjørg. Sipar enn til tann lærdóm, hon fekk haðani. Tók annars lut í dagliga yrkinum í heimbygdini. Stóð í Skemmukrambúðini, gekk til neyta o.a. Í 1937 fór Elsa [...] altartalvuna í Christianskirkjuni í Klaksvík. Elsa fór síðan á Sundby Hospital á Amager at læra til sjúkrasystir, har hon tók prógv í 1945. Ískoyti til útbúgvingina tók Elsa á eini føðideild í keypmannahavn [...] teirra í brøðrasamkomuni í Thorsgade 40. Fina, systir Elsu, og Sigird, bróðir Ingálvs, giftust niðri í 1941, og umvegis teirra komu Elsa og Ingálvur at kennast. Elsa og Ingálvur komu heim til Føroya í december
barnaskógvar í umhvørvinum á Mølini, har pápin, Viggo Dalsgaard, hevði handil. Mamman var Sigrun, ættað úr Flyttingi í Skopun. Tey gomlu eru bæði farin. Sum ung var hon í skrivstovulæru í Landshandlinum í Havn [...] ni í Runavík, og har starvast hon framvegis. Men arbeiðsdagurin á løgreglustøðini í Runavík og í hølunum, har Jógvan klippir á Høgabóli, er ikki alt lívið hjá hjúnunum báðum. - Jógvan hevur klipt í 42 [...] Hon hevur arbeitt á løgregluskrivstovu í 23 ár, og serliga um sumrarnar eru hon og maðurin, sum er barberur og hevur klipt í Saltangará í 42 ár, ofta á floti. ? Okkum dámar ómetaliga væl at fiska og flóta
mugu gerast á privatari- ella á landsjørð. Í hesum valskeiðinum eru fleiri útstykkingar í Tórshavnar Kommunu settar í verk. Tær størstu eru: ?Útstykking í Hoyvíkshaganum ?Íbúðabygging á Berjabrekku ? [...] nýggja útstykking í komandi ári, soleiðis at grundstykkini standa byggiklár í 2005. 5. Nær væntar borgarstjórin at grundstykkjatørvurin í Kollafirði er nøktaður? Svar: Nær grundstykkjatørvurin í kollafirði er [...] fyri sethúsabygging í framtíðini, fleiri øki eru løgd út til byggilendi, sum kunnu útvega fleiri hundrað bústaðir. Havast má kortini í huga, at kommunan ikki eigur stórvegis lendi í bygdini, so at komandi
Sosialurin hevur í nakrar vikur verið úti við myndatólinum og setir í hesum døgum ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti, sum sløðist runt í okkara vøkru oyggjum. Bæði á bygd, í bý og úti í náttúrini [...] eftir at vera lend í Vágum. Í øðrum partin vóru vit í grannabygdunum fyri norðan, Kaldbak, Kaldbaksbotni og Sundi, sum allar hoyra til Tórshavnar kommunu, ið herfyri hevði umhvørvisviku, og í triðja parti stóðu [...] Norðadalur, fyri skotum. Myndirnar í fjórða parti vóru av Signabø, úr Kollafirði, Hósvík, við Áir og úr Hvalvík, meðan vit mánadagin vóru í Saksunardali og Saksun. Í dag hava vit myndir úr Sundalagnum
kommunufyrisitingar í eini oyggj, sum ikki er størri enn ein býlingur í Havn. Í Suðuroy búgva pr. 1. januar í ár 4.680 fólk. Hetta er eitt sindur meira, enn tað búgva í Hoyvík, sum ein partur av [...] Sum eitt dømi hava vit í dag hugt eftir, hvussu nógv tað kostar í borgarstjóralønum og fyrisiting at reka Suðuroynna við teimum sjey kommununum, sum oyggin er býtt upp í. Har eru sjey borgars [...] Tórshavnar kommunu. Taka vit bygdirnar í Tórshavnar kommunu norðureftir: Hoyvík, Hvítanes, Kaldbak og Kollafjørð, so er fólkatalið har 4.764, altso fleiri enn í allari Suðuroy tilsamans. Bera vit
Poulsen og Guttormur í Skála. Vígslan verður í Havnar kirkju kl. 14. Brúdleyp Leygardagin 4. apríl giftast Miriam Nolsøe Johannesen og Anton Sigmarsson, Hoyvík. Vígslan verður í Kaldbaks kirkju kl. 17.30 [...] kl. 14 giftast í Ebenezer Ásvør Færø og Bjarni Jøkladal. Móttøka verður eftir vígsluna. Veitslan verður fyri innbodnum kl. 19 í Studentaskúlanum í Hoydølum. Brúdleyp 8. apríl giftast í Keypmannahavn Stine [...] vælkomin í Cafeteria í Ítróttarhøllini á Nabb millum kl. 10 og 14. 65 ára føðingardagur Mánadagin 30. mars verða tvíburarnir Bjarni og Páll Skorastein, Leirvík 65 ár. Føðingardagurin verður hildin í Bygdarhúsinum
fyri innbodnum í SÍF-húsinum eftir vígsluna. Brúdleyp Leygardagin 6. nov. kl. 16. giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík. Gudrun Bláskor Húsar og Jákup Samson Klaksvík. Vælkomst verður í Skálanum kl. 19 [...] Martha Isabella T. Thomassen og Birgir Lauritsen, Miðvágur. Vígslan verður í Miðvágs kirkju kl. 14. Opið hús verður í bygdahúsinum í Miðvági frá kl. 19. Tey ið ynskja at heilsa uppá brúðarparið verða vinarliga [...] giftast Jónvá E. Royðutoft, Strendur og Jónleif Eliasen, Tórshavn. Vígslan verður í Kelduni í Skálafirði kl. 13. Veitslan verður í bygdarhúsinum á Strondum kl. 18. Tey ið vilja gleða okkum við at koma, vera
er í dag, handilsskúli var komin á Kambsdali, og Skeiðsdepilin í Marknagili, sum Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúlin eru felags um, og politisku myndugleikarnir høvdu ætlanir um ein skúladepil í Marknagili [...] Gregersen, limur í stýrunum fyri Føroya Handilsskúla. Hann takkaði Ragnari fyri gott samstarv, og segði hann, at skúlin var væl fyri, nú Ragnar legði frá sær. Ragnar hevði lagt nógva orku í at menna skúlan [...] vælkomnum, og segði, at hann ivaðist ikki í, at Reidar var rætti persónurin at leiða skúlan víðari. Síðan tók Ragnar Magnussen orðið, hann byrjaði við at sitera Prædikarin í Gamla Testamenti, har hann sigur, at
Telefonandaktin svarar á 373777. Missiónshúsið í Porkeri Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20, ung úr Vágunum hava møti. Missiónshúsið í Sumba Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20, ung úr Vágunum hava møti. Aglow [...] møti í Runavík Evangeliskt møti verður leygardagin kl. 19.00 v/ Pola Jacobsen. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 19.00: Møti. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 11 verður barnaguðstænasta í kirkjuni [...] verður í kantinuni á Føroya Læraraskúla leygarkvøldið kl. 20.00. Allar kvinnur eru vælkomnar. Meinigheitshúsið á Skála Leygarkvøldið kl. 20: Ungdómsmøti. Sýndar verða ljósmyndir frá hjálpararbeiði í Albania