Stjóraskifti á Føroya Handilsskúla

Mikudagin 10. september var móttøka á Føroya Handlisskúla, tá fyrrverandi stjórin, Ragnar Magnussen, takkaði fyri seg og nýggi stjórin, Reidar Nónfjall, var boðin vælkomin.

Nógv fólk komu til móttøkuna, har umboð fyri Føroya Handilsskúla og ymiskar stovnar og skúlar hildu røðu. Her eru brot úr nøkrum av røðunum.
Fyrstur var Ólavur Gregersen, limur í stýrunum fyri Føroya Handilsskúla. Hann takkaði Ragnari fyri gott samstarv, og segði hann, at skúlin var væl fyri, nú Ragnar legði frá sær. Ragnar hevði lagt nógva orku í at menna skúlan til tað, hann er í dag, handilsskúli var komin á Kambsdali, og Skeiðsdepilin í Marknagili, sum Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúlin eru felags um, og politisku myndugleikarnir høvdu ætlanir um ein skúladepil í Marknagili. Alt hetta setti stór krøv til leiðsluna á skúlanum. Ólavur beyð nýggja stjóranum, Reidari Nónfjall, vælkomnum, og segði, at hann ivaðist ikki í, at Reidar var rætti persónurin at leiða skúlan víðari.
Síðan tók Ragnar Magnussen orðið, hann byrjaði við at sitera Prædikarin í Gamla Testamenti, har hann sigur, at "alt hevur tíð sína". Ragnar byrjaði at undirvísa í Handilsskúlanum skúlaárið 1970/71, tá skúlin var kvøldskúli. Hann tók við sum skúlastjóri í 1986, eftir Heðin Samuelsen. Hann takkaði øllum starvsfólkunum, og teimum sum høvdu sýnt honum tað álit at seta hann sum skúlastjóra. Uttan góð starvsfólk og lærarar var eingin skúli, segði hann.
Vegna Mentamálaráðið, segði Hans Andreas Dam Joensen, fulltrúi, m.a. at Ragnar hevði verið góður at samstarva við, og hann hevði duga væl at finna fram til hvørjar útbúgvingar, Føroya Handilsskúli skuldi bjóða, og at síggja tørvin í samfelagnum. Hann segði eisini at nýggi stjórin, Reidar Nónfjall, hevði prógva, at hann megnaði at stýra einari fyritøku og ynskti honum tillukku við starvinum.
Fyrrverandi stjórin, Heðin Samulesen, ið enn undirvísir á Føroya Handilsskúla, segði nøkur orð vegna starvsfólkini á skúlanum. Heðin segði, at hann og Ragnar høvdu samstarvað í góð 30 ár, so teir kendu bæði tær góðu og minni góðu síðurnar hjá hvørjum øðrum. Síðan hugleiddi Heðin um hesi árini og um tær broytingar, sum vóru farnar fram. Hann takkaði vegna starvsfólkini Ragnari fyri tíðina og ynskti honum tillukku við starvinum sum fyrsti lærari við skúlan í Kaldbak. Hann segði, at Ragnar var ein framúr góður lærari.
Eftir Heðin tók Elsa Maria Holm Olsen, frá Menningardeildini á Føroya Handilsskúla, orðið. Hon segði m.a. Ragnar hevði verið stjóri á tí mest progressiva skúlanum í landinum, og hann var ein maður, sum setti næmingin í sentrum og dugdi at lurta eftir tí einstaka næminginum.
Síðan tók nýggi stjórin, Reidar Nonfjall, orðið. Hann takkaði fyri øll góðynskir og segði seg vera spentan upp á uppgávuna, tí skúlin var í harðari kapping við aðrar skúlar, og nógvar avbjóðingar liggja fyri framman. Reidar endaði taluna við hesum orðum,"Besti háttur at spáa um framtíðina er sjálvur at skapa hana".
Eisini hildu hesir røðu: Mads Winther, stjóri á Føroya Studentaskúla, Egon Øregaard, stjóri á Tekniska Skúla, Sten Lund Thomsen, frá Handilsháskúlanum í Aarhus, og Klæmint Olsen, lærari og lærararáðsformaður á Føroya Handilsskúla.
Bæði Ragnar og Reidar fingu gávur frá starvsfólkum og stovnum.