Elsa av Reyni 90 ár

Elsa av Reyni er borin í heim í Porkeri 18. august 1920, dóttir Onnu f. Djurhuus úr Skemmuni í Porkeri og Johan Thomsen, ættaður úr Fámjin. Johan var timburmaður og keypmaður. Hevði útihandilin hjá Garðamonnum í Porkeri eftir verfaðir sín Johan Djurhuus.

Elsa, ið er fjórðyngst av ellivu systkjum, var gift Ingálvi av Reyni, 1920-2005. Systkini, ið eftir eru á lívi, eru Astrid, ið var gift við Jákupi á Dul í Tórshavn, Andrew, ið var giftur við Fridu, f. Olsen úr Vági, og Sigrid, ið var gift við Daniel Poulsen úr Porkeri.

Systkini, ið farin eru, eru Petra (Diddan), gift Niels Wang úr Kaldbak, Jacob, giftur Inu, f. Olsen úr Keypmannahavn, John, giftur Jonhild, f. Dam úr Havn, Fina, gift Sigirdi av Reyni úr Havn, Hans (Hansmann), giftur Onnu Sofíu, f. Tausen úr Hovi, Sofus, giftur Marionnu, f. Simonsen úr Hoyvík, og Eivind, ið doyði átjan ára gamal í 1941.

Elsa gekk í skúla hjá Danbjørg. Sipar enn til tann lærdóm, hon fekk haðani. Tók annars lut í dagliga yrkinum í heimbygdini. Stóð í Skemmukrambúðini, gekk til neyta o.a.

Í 1937 fór Elsa niður til Danmarkar. Har tænti hon fyrstu árini hjá Ellen Benzon, einkjuni eftir Otto Benzon, rithøvund og apotekara. Eitt systkinabarn hennara, Tinna Debes, og tvær systrar, Diddan og Fina, tæntu somuleiðis hjá Benzon.

Í 1941 fór Elsa á háskúla at fyrireika seg at læra til sjúkrasystir. Sama ár tænti hon í nakrar mánaðir hjá Johan Thomas Skovgaard, listamanni, syni kenda listamannin Joakim Skovgaard, ið m.a. hevur málað altartalvuna í Christianskirkjuni í Klaksvík.

Elsa fór síðan á Sundby Hospital á Amager at læra til sjúkrasystir, har hon tók prógv í 1945. Ískoyti til útbúgvingina tók Elsa á eini føðideild í keypmannahavn, á Rudolp Bergs Hospital og Sct. Hans Hospital.

Annar veraldarbardagi hevði við sær, at føroyingar í útlegd ikki sluppu heim til Føroya fyrr enn eftir krígslok í 1945. Føroyingar hittust javnan undir krígnum, einamest í Føroyingafelagnum, har Emil Joensen skipaði fyri. Somuleiðis hittust mangir teirra í brøðrasamkomuni í Thorsgade 40. Fina, systir Elsu, og Sigird, bróðir Ingálvs, giftust niðri í 1941, og umvegis teirra komu Elsa og Ingálvur at kennast.

Elsa og Ingálvur komu heim til Føroya í december 1945. Tey giftust 12. januar 1946 og kundu nærum hildið diamantbrúdleyp, men Ingálvur andaðist stutt undan, tann 26. november 2005.

Børn teirra eru: Kári, d. 2006, Gunnvør, Heri, Eyðun, Árni, Ingi, d. 2001, Ása og Inga. Ingálvur var listamálari, og fyrstu mongu árini var Elsa virkin heima og tók sær av húsi og børnum, til tey vóru undankomin.

Frá 1968 til 1981starvaðist Elsa á Landssjúkrahúsinum. Síðan í sjey ár á Værebro Park Plejecenter. Elsa fór úr starvi í 1988.

Hóast høga aldur sín er Elsa framvegis løtt á fótum. Javnan møtir tú hesi fryntligu kvinnu, annaðhvørt til handils, á konsert ella á listaframsýning. Hugnaligt er at hoyra hana siga frá barnaárunum í Porkeri, frá ungdómsárunum undir krígnum og annars frá tí, ið henni hevur viðurfarist í langa lívi sínum.

Føðingardagur Elsu verður hildin í Starvsmannafelagshúsinum í J.H. Schrøtersgøtu 9 mikudagin 18. august millum kl. 16.00 og 20.00.