nærverandi og sita niðri og práta við okkum døturnar, so gekk mamma og stákaðist, vaskaði og gjørdu máltíðirnar. Og eg helt, at hon átti at verið meira sum tú. Átti at siti meira í sofuni og práta um alt [...] er so altumfevnandi og altavgerandi í teirri stóru myndini, sum tú tá sært”. Tín gudstrúgv var títt akker og tín barlast, og mangan vóru tað orð frá skriftini, tú eisini gav mær og Guðruni í gerandisdegnum [...] vikurnar lá til tað síðsta, og tú visti tú skuldi doyggja, vart tú forloysandi ironiserandi og skemtaði. Soleiðis prikaði tú hol á, so tann sorgtunga luftin fór úr okkum, sum passaðu teg á deyðastrá, og vit
orkaðu meira og púra klár til tað seinasta. Hon var troytt og mett av døgum og bønaði meir enn einaferð Harran um at taka seg heim. Eitt langt lív er at enda komið, og omma hevur fingið frið og hvíld. Hon [...] har hvønn einasta frídag og hvørja feriu, eftir at vit fluttu til Sørvágs. Minnist, at eg fór tøffandi yvir við tí stóra bussinum hjá Henry, og so stóð omma so fitt og bíðaði eftir mær uppi á vegnum. So oman [...] bleiv stákast óført og gjørt klárt til tað stóra morgunmatarborðið morgunin eftir á songini. Alt varð tikið við upp á loft. Tann kempistóra fjarðadýnan bleiv rist væl og virðiliga, og hon lá so tung á okkum
ørgrynna av amboðum og maskinum og stórur produktivitetur, og man kundi har læra mun á hølvispønum og saguspønum. Tað, sum ikki var verkstaður, var so heimið, fjálgt og heimligt at koma inn í, og har var altíð [...] lógu royndir, tankar og tekningar sum grund, og hetta, samstundis sum handalagið mentist, gav úrslit. Flakarnir gjørdust betri og sjóbetri, og summir fingu enntá mastur, segl og róður. Summir vóru bygdir [...] tíðini, sum Signar og eg vóru vinmenn, var, hvussu góð tey eldru systkini vóru við Signar. Beiggjarnir tveittu hann upp í loft og loftaðu honum aftur ferð eftir ferð, um teir ikki lógu og beistaðust í ovfarakæti
bleytur og stillførur familjumaður, sum elskaði konu sína, Maikin, og síni fýra børn Ingrid, Artur, Barbu og Hákun yvir alt. Hann var errin av konu og børnum, og Maikin og hann skaptu sær eitt trygt og fjálgt [...] Nicolinu og familjuna, pápa sín Eli og familjuna, og her arbeiðsuppgávur eisini lógu. --- Kvøldið fyri, tá sólin so bjørt og líðandi setti yvir Bispebjerg, meðan vit koyrdu út at vera hjá tær – Per, rann [...] útvarpi og sjónvarpi, á Christiansborg, í ráðgevarauppgávum, á skeiðum o.s.fr. Tað er heilt ófatiligt, at tú og títt skarpa vit, at tú og títt skemtingarsama lyndi, at tú og tín klókskapur og alt hitt
Tú fylgdi mær fyrst, tá ið vøggu eg lá, og so tá eg stetlaði gólvinum á, og síðan tá omma meg tók á sítt knæ og lærdi meg har fyrstu bøn, ið eg bað. H annelina, Elsa og Erling [...] kærleika móti okkum – segði at tú elskaði okkum, vísti at tú elskaði okkum og hugsaði nógv um okkum, eins og vit hugsa um teg. Vit fara at sakna matin sum tú gjørdi, frikadellir, rísvelling, …… og alt annað sum [...] altíð so góð við okkum. Vit hava so nógv góð minnir eftir teg, omma, og tey koma vit altíð at goyma í hjarta okkara. Tú vildi okkum alt tað besta, og áhugin fyri okkum øllum var stórur. Takk fyri alt, sum
fyrstu rutu morgunin eftir. Soleiðis var mamma bara, altíð klár at hjálpa og hugna – vaska og baka, og hvør minnist ikki pannukakurnar. Góða mamma, vit hava so nógv góð minnir eftir teg, og tey fara vit altíð [...] ímóti okkum. Mamma, mær leingist so illa eftir tær – og serliga nú føðingardagur tín 5. desember er beint fyri framman – jólini nærkast – familjan samlast – og tín sessur er tómur. Fyri júst einum ári [...] felags av øllum bygdarlívinum og tí, sum fyrifórst í bø og haga. Henni untist ta gleði at fáa trý ommubørn, og vóru tey hennara eitt og alt - síggja tey trívast og mennast og sleppa at gleða tey. Altíð var
Nú fór mamma – meira enn 34 ár eftir, at pápi hevði lagt árarnar inn eftir drúgva sjúku. Longi var hjá henni at bíða, og henni longdist alla tíðina eftir at síggja hann aftur. Tá man skal bera foreldur [...] Okkara bestu minnir frá barndóminum vóru, tá sangur og spæl ljómaðu út á geilar – tað skapti so nógva gleði í okkum øllum. Pápi fekk tuberklar í ryggin og lá á sjúkrahúsinum í eitt ár. Hann var fiskimaður áðrenn [...] at arbeiða uppá ur og klokkur o.a. Eitt nú fílaði hann sær skrúvublað úr eini stoppinál. Eftir krígslok fekk hann sær verkstað í kjallaranum, og stutta tíð aftaná keypti hann sær bil og fór at koyra hýruvogn
Sortudíki, áðrenn vit fóru úr bilinum, signaði tú okkum og spurdi: “Og hvør er hjá tykkum?”, og vit svaraðu: “Jesuspápi”, og síðan spurdi tú: “Og hvør er allar best við tykkum?”, hareftir vit svaraðu: “abbi [...] dróg teg – væl skiljandi, tí tú elskaði náttúruna og hennara mongu vakurleikar. Tú stóð ofta og hugdi út yvir fjørðin, tí skapanarverkið hevur altíð hugtikið teg. Havið lá stilt í bræddum gulli, og fjøllini [...] títt og fitta glimptið í eygum tínum. Hóast tú vart útlúgvaður og avmaktaður, vart tú sterkur, og altíð uggaði tú tey rundan um teg. Ikki eina ferð gramdi tú teg. Eisini vitnaði tú fyri einum og hvørjum
Kastrup, og sum vit komu hægri og hægri á luftina, brandaði vesturskinið á okkum – ein so sera hugfangandi og lívgevandi sjón, nú vit flugu mót heimastrond. Bæði undan hesi ferð – og ikki minst eftir – dugnaði [...] ongum sessum, og væl lá fyri – nú lagið var vorðið gott – at taka saman, og glómur vóru í teimum fáu ferðafólkunum, ið umframt okkum skuldu við, tá ið føroyingarnir tóku saman á bussgólvinum og hespaðu nøkur [...] Írlandi, Wales og Skotlandi, fólk úr Bretagne í Frankaríki, úr Kataloniu og Baskaralandi í Spania, úr Sveits og Italia vóru fólk eisini komin, og umframt okkum vóru úr Norðurlondum komnir sámar og íslendingar
veiðihættirnar og væl lá fyri hjá honum. Ein álitismaður og ein maður allir vildu hava við umborð. Hann bleiv tó meira og meira ávirkaður av sjúkuni og bleiv síðani settur í dialysuviðger her og niðri. Tað [...] “Nú hevur hann fingið frið, og nú fer hann heim!” Sonni vaks upp á Eiði, og hetta var hansara heimur, tá og alt lívið. Hann var av raskastu unglingum og hartil sterkur og fimur, sum teir fæstu. Alt sá [...] inum. Tey fingu sær hús á Eiði og yvirtóku seinni barndómsheimið hjá honum Yviri við Gjógv og broyttu tey til nútíðina. Sonni og Katrin fingu 4 børn – tveir dreingir og tvær døtur. Karstin, sum nú býr