Góða elskaða omma, vit sakna teg.
Takk fyri øll tey góðu minnir, vit hava um teg. Tú vart altíð so góð við okkum.
Vit hava so nógv góð minnir eftir teg, omma, og tey koma vit altíð at goyma í hjarta okkara. Tú vildi okkum alt tað besta, og áhugin fyri okkum øllum var stórur.
Takk fyri alt, sum tú hevur verið fyri okkum, tú hevur verið ein sera góð omma, tú hugsaði altíð um okkum og vildi gingið gjøgnum eld fyri at hjálpt okkum.
Vit høvdu ynskt, at tú altíð hevði kunnað verið hjá okkum og eru sikkur í, at tú eisini hevði viljað verið her. Tú vart ein so stórur partur av okkara lívi.Vit minnast afturá, tá tú omma lærdi okkum at gera hømuliudukkur, rísvelling, frikadellur og ikki at gloyma tær deiligu pannukøkurnar.
Hvørt kvøld las tú Faðir Vár fyri okkum, lærdi at signa okkum og eina aðra
bøn, sum vit biðja hvørt kvøld aftaná, vit hava lisið Faðir vár. Hon ljóðar soleiðis:
Jesus, ver tú Jesus mín.
Jesus lat meg verða tín.
Jesus ver tú álit mítt
í hesa nátt og altíð
Amen
Vit fara altíð at minnast teg, tá vit hava biðið bønina. Takk fyri alt, sum tú hevur givið okkum, tú offraði teg altíð fyri at geva okkum tað, sum vit ynsktu okkum. Tú hugsaði altíð so nógv um okkum ommubørn, tað vita vit væl - tú vísti altíð tín kærleika móti okkum – segði at tú elskaði okkum, vísti at tú elskaði okkum og hugsaði nógv um okkum, eins og vit hugsa um teg.
Vit fara at sakna matin sum tú gjørdi, frikadellir, rísvelling, …… og alt annað sum tú gjørdi. Vit fara at sakna alt sum hevur við teg at gera. Tú verður ongantíð gloymd. Minnini um teg fara altíð at verða livandi í okkara sinni.
Minnini um teg fara altíð at vera livandi. Vit minnast eisini ”høvdasøgurnar”, sum tú plagdi at siga frá.
Vit minnast teg sum tí góðu, gávumildi, fittu, stuttligu, hjálpandi, álítandi ommu.
Vit kunnu ikki skriva alt, tí tað kann ikki sigast við orðum.
Lívið, tann dýrmætasta gávan, vit hava fingið, kann so brádliga broytast fullkomuliga.
Hvørki skil ella kenslur kunnu fylgja við, tá vit missa eitt menniskja, sum vit eru góð við, sjálvt um tað at missa, nú einaferð er ein partur av lívskorunum.
Ein venur seg ikki við deyðan, og tað skulu vit heldur ikki, tí so kann tað vera líkamikið, um vit hava hvønn annan.
Vit minnast, at tú plagdi at koma suður við bussinum at vitja okkum. Tað elskaðu vit, og tá vit komu heim úr skúlanum, vart tú har, og tú bakaði pannukøkur. Nógv annað gjørdu vit saman og plagdu eisin at fara ein túr í býin, tað var so hugnaligt.
Tá vit komu norður til Gjáar, komu tit altíð ímóti okkum. Vit minnast eisini, tá omma og abbi plagdu at leggja seg á gólvið at spæla við okkum, tað var so stuttligt.
Tá vit vóru sjúk, vart tú altíð klár at koma suður at ansa eftir okkum, meðan mamma og babba vóru til arbeiðis.
Tað var eisini altíð so hugnaligt at vera saman við tær. Tú gekst altíð og stákaðist og borðreiddi fyri okkum, tá vit komu inn.
Hvørja ferð, okkurt gongur fyri seg í lívi okkara, hugsa vit um, hvat omma mundi sagt um tað.
Tú passaði altíð so væl upp á okkum, tú vart so góð við okkum - og vit við teg.
Tá ið telefonin ringdi - man tað vera omma - hon plagdið altíð at vilja hoyra málið á okkum.
Tað kemur okkum til hugs, nú føðingardagurin hjá ommu nærkast 5. desember, at tá vit vóru lítil, plagdu vit at siga ”omma fyllir í jólakalendaranum”
Vit hava hildið jól saman hvørt ár og leita tankar okkara hesar dagar aftur til ta tíðina - hvussu hugnaligt vit høvdu tað.
Tú vart altíð eisini so ófør at binda til okkara - nógvar troyggjur - og ongantíð skuldu vit ganga køld um føturnar.
Tú vart ein so ótrúliga stórur partur av lívi okkara.
Vit fara altíð at sakna teg, góða omma, eftir teg stendur eitt so ómetaligt stórt tómrúm.
Omma og abbi, vit takka tykkum fyri alt tað, tit hava verið fyri okkum. Góði abbi, vit sakna ommu ómetaliga nógv, men vóna, at Várharra unnir okkum mong góð ár saman við tær.
Vit elska teg omma og fara altíð at elska teg.
Hvíl í friði og takk fyri alt, elskaða omma.
Við hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir minnið um okkara elskaðu ommu.
Sól um tindar fer,
tá tíðin runnin er.
Kedd - at tað skuldi vera tú,
men tú fert altíð at hava í hjartanum búð.
Tú fylgdi mær fyrst, tá ið vøggu eg lá,
og so tá eg stetlaði gólvinum á,
og síðan tá omma meg tók á sítt knæ
og lærdi meg har fyrstu bøn, ið eg bað.
Hannelina, Elsa og Erling