brøgdum, at forsætisráðharrin er vanur við at umgangast tíðindafólk. Og tað fekk serliga tann norski sjónvarpsmaðurin at føla. Men í dag er Jonathan Motzfeldt farin avstað aftur, og tí kann hugsast, at spu [...] bankakanningina, og hvat teir í so fall høvdu tosað um. Til hetta svaraði Poul Nyrup, at hann var sera glaður fyri at staðfesta, at ríkisfelagsskapurin er annað enn bankakanning. - Fyri fyrstu ferð í fýra ár, hava [...] hava avgjørt at halda sambandið hesum viðvíkjandi. Men vit venda aftur til málið seinni. - Eg rokni tó við, at vit tosa eitt sindur meiri um málið á fundinum í morgin. Edmund Joensen segði, at hann hevði
heldur, at tey feløgini, sum fara at vísa Føroyum áhuga, fara eisini at etablera seg her. Í hvussu er fara tey at stovna deildir í Føroyum. -Um tey fara at skráseta seg her beinanvegin er tó ringt at siga [...] á bretskt øki at arbeiða. Bjóða tað besta út Formaðurin í Føroya Oljuídnað vónar, at tað sum ætlað verður ein útbjóðing í 98, og at her verður eitt øki at bjóða út. Hann vónar eisini, at tað økið verður [...] leggur tó aftrat, at tað er ringt at siga, hvat kann skaða føroysku samráðingarnevndina í samráðinginum. Hann heldur, at tað má vera upp til nevndina at avgera, og roknar hann við, at hon nokk skal finna
tey hava at dragast við. Eitt er at hava fólk. Eitt annað er at læra teir, hvussu teir skulu bera seg at, táið eldur kemur í. Og tað vísir seg, at vera sera trupult at fáa fígging til at senda slø [...] Kommunu, sigur, at tað er sera trupult at fáa fólk at manna sløkkiliðini. Í Tvøroyrar kommunu eru Øravík, Tvøroyri og Froðba. Í Hvalbiar Kommunu eru Hvalba og Sandvík Áki Dimon sigur, at serliga í Hvalbiar [...] . Áki Dimon sigur, at teir fýra, nýggju mennninir á Tvøroyri eru ikki slopnir á skeið, og útlitini fyri at teir sleppa á skeið, eru smá. Hann sigur, at tað er kommunan, sum eigur at betala skeiðið. Men
Tað fer ikki at vísa seg fyrrenn seinni. Jóannes Eidesgaard hevur verið so misnøgdur við tað politisku viðgerðina, at hann ætlaði at skrivað løgtingsformanninum bræv, har ætlanin var at spyrja, um hetta [...] Men tað er ikki rætt, at andstøðan ikki eisini fær stundir at seta seg nágreiniliga inn í málini. Hann sigur, at tað er ein afturvendandi trupulleiki tvær ferðir um arbeiði, at tingfólk verða druknað [...] Suni Jacobsen sigur, at tað løgna er, at hóast vit eru varug við trupulleikan, og lova bót og bata hvørja ferð, endurtekur søgan seg hvørja ferð. Tað vísir seg at vera tungt at fáa nakað gjørt, uttan
Statens Kunstfond vita væl, at tey eiga ikki at blanda seg uppí føroyskan »mentanarpolitikk«, og at tað er ikki teirra uppgáva at stuðla her, men tey orka ikki at lata um seg ganga, at føroyska politiska valdið [...] lk, at hevði hann ikki verið, hevði mangt verið ógjørt. Og til tey speirekandi og niðrandi orðini um, at Helgi vil »bjarga sær eitt standipláss í søguni«, skal eg siga, at tað eyðkennir Helga, at hann [...] Okkurt skot er beinleiðis margháttligt - eitt nú, at tað er skeivt at skriva ættarsøgur og bygdarsøgur, tí tær gera so stóran skaða. Men pláss verður ikki til at taka tey høglini upp í hesi viðmerking. Eftir
henni, og at enda fekk hon eisini krabbamein. Ein kann bert siga, at Harrans vegir eru órannsakandi, men ein kann hóast alt fegnast um, at Esbern vegna sjúku sína kanska ikki fataði, hvussu álvarsama [...] kom eg skjótt at kenna bæði Petru og Esbern og tær báðar døturnar, Annleyg og Marjuna. Eg kann ikki siga annað, enn at eg varð stórliga bilsin, tá ið eg kom inn til teirra. Eg visti, at Esbern var bankastjóri [...] fekk eg ikki at passa. Petra var heldur ikki soleiðis, sum eg hevði ímyndað mær eina stjórafrúu, men seinni skuldi tað vísa seg, at Esbern tíbetur ikki var nakar vanligur bankastjóri, og at Petra ikki var
fótbólti, at fyrireikararnir halda so fast um, at rennibreytin má og skal leggjast við nýggja fótbóltsstadion?ið í høvuðsstaðnum. Enn er onki veruligt argument komið fram, sum talar fyri, at rennibreyt [...] Tórsvøllur undir ongum umstøðum, um rennibreytin sleppur at liggja inni í hesum stadion. Ætla tit veruliga at brúka íalt uml. 60 milliónir krónur til at gera eitt landsstadion, sum ikki verður fyrstafloks fyri [...] Vit minnast, at Todi gjørdi øll málini fyri Føroyar. Men vit minnast eisini, hvussu stórt og óegnað stadion?ið var til eina so lítla tjóð sum San Marino. Tað merkist heilt týðuliga, at frástøðan frá
leggur til grund, at pkt. 1 »indeholdt bestemmelser af en så generel karakter, at den iflg. nævnte lovbestemmelse (Kommunulógin § 47) skulle forelægges og godkendes af landsstyret for at opnå gyldighed, [...] findes det at måtte medgives indkærede (Tórshavnar Býráð), at man hverken har haft hjemmel til at gennemføre aftalen eller ved sin handlemåde har pådraget et erstatningsansvar«. Um pkt. 2 ásetur gerð [...] yvirfyri kommunalpolitikarum, um so er, at teir ikki bera seg at sum eftirlitsmyndugleikin, t.v.s. í hesum føri sum landsstýrið, ásetur. Soleiðis lá málið, og einasti máti at fáa hetta mál loyst uppá, var, sum
Rasmussen segði, at eftir hansara metan, eiga danir at bíða eftir einum føroyskum útspæli um, hvussu ein komandi sendinevnd skal mannast. Tað verða føroyingar, sum fara at avgera, hvussu samráðingarnar skulu [...] skulu fara fram. Men eingin ivi skal vera um, at danir fara at stuðla føroyingum. »Ynskja føroyingar at royna politiskar samráðingar, og ynskja føroyingar, at forsætisráðharrin ella uttanríkisráðharrin skulu [...] Rasmussen, forsætisráðharri, segði, at hann var fegin um ferðina í Føroyum, og tók upp aftur, at hann var serliga fegin um, at hann ikki lurtaði eftir teimum, sum ráddu honum frá at fara. »Vit hava tosað um føroyska
gera sjálvir av, hvussu skal vera við ríkisfelagsskapinum. Hetta hevur Poul Nyrup Rasmussen sagt fleiri ferðir undir vitjanini í Føroyum hesaferð. ? Eg haldi ikki, at tað er rætt av mær at siga, hvat eg haldi [...] uppskotinum, so fara vit sjálvandi fúsir at viðgera uppskotið konstruktivt, sigur forsætisráðharrin. Poul Nyrup Rasmussen legði afturat, at ætlanin hjá Javnaðarflokkinum er at gera eina sjálvstýrislóg innan r [...] og hann legði dent á, at hann fegin vil varðveita ríkisfelagsskapin. ? Tað harmar meg, um fólk ikki duga at síggja perspektivini í ríkisfelagsskapinum, segði forsætisráðharrin at enda á tíðindafundinum