komið fyri áður, at KÍ í sama kappingarári bæði hevur tapt á heimavølli ímóti B36 og á útivølli ímóti HB. Men tað er einki at siga til, at KÍ, Kurt og klaksvíkingar leingjast nógv eftir, at tað skal venda [...] uppgerðini, so verður tað í hvussu so er rímuligt at tosa um kreppu. Sigur á TB fer at kennast um góður fløvi, men tað skal nógv til, at KÍ verður at finna har, sum teir fegnir vilja vera ? í kappingini [...] orsøkunu m til, at gongdin er so nógv øðrvísi nú. Í fjør ljóðaði fleiri ferðir, at Tomislav Sivic skuldi frá sum venjari hjá KÍ. Trýstið á venjaran var stórt í Klaksvík, og tað var illa dámt, at nevndin helt
Tann, sum av og á - fyri ikki at tala um regluliga - ferðast um Vestmannasund, sannar skjótt, at tað er verri enn so altíð, at tíðirnar í ferðaætlanini halda. Ikki tí, at siglt verður ov lítið. Heldur [...] av, at Sam skal sigla um Vestmannasund hesa seinastu Vestanstevnuna, áðrenn undirsjóvartunnilin verður tikin í brúk. Tað fer ivaleyst at fáa nakað av fólki at gera túrin vestur, tí tey tá vita, at ferðslan [...] skiparanum, at tann, sum í hinum endanum var, var ein bussførari, sum var staddur í so langt frá Vestmanna, til at hann kláraði at verða umborð til tíðina, tá siglast skuldi. Hann fekk ordrar til at skunda
aðurin sigur, at hann kundi væl hugsað sær eina fíggjarlóg, sum var eitt sindur lægri. Tað er altíð stuttligari at gava lágar útreiðslur, sigur hann. Men alt í alt er hann nøgdur við, at dýru broyting [...] merkt av, at valár verður komandi ár, sigur Karsten Hansen. Hann fegnast um, at tað í grundini komu færri dýr broytingaruppskot, enn fryktandi kundi verið fyri. Men sjálvandi eru stórar upphæddir at síggja [...] broytingarnar, sum samtyktar vórðu, fara at geva landskassanum fleiri møguleikar fyri at fáa eitt breiðari inntøkugrundarlag. Men samstundis skal tó roknast við, at tað ikki skal gera tær øgiliga stóru e
er tað løgi, at hesir somu menn nú eru so ovurfegnir um, at forsætismálaráðharrin lovar teimum at yvirtaka eftir heimastýrislógini. Jóannes Eidesgaard sigur, at tað er einki nýtt í tí, at vit kunnu yvirtaka [...] Danmark var at finna »i den ulykkelige banksag?«, sum undanfarna stjórnin handfór so illa. Um hetta sigur Jónnes Eidesgaard, at er fyri so vítt rætt. ? Men vit eiga tó eisini at hava í huga ?· fyri at tað søguliga [...] Tí heldur Jóannes Eidesgaard, at tað tykist, sum um hann roynir at turka alla skuldina upp á fyrrverandi stjórnina, og at tað bara er partvíst rætt. ? Eisini er vert at hava í huga orðini, sum Anders
Tá eg søkti um at sleppa at gerast AFS-næmingur, søkti eg um at sleppa til Danmarkar, greiðir Holly frá. ? Fyrst í juni mánaða fekk eg so at vita, at eg skuldi til Føroya. Eg helt, at Føroyar vóru ein [...] og tí plaga tey ikki at gera nógv burturúr jólunum. Onkur fer út at eta við familjuni, og summi foreldur keypa børnunum jólagávur, men tað gera verri enn so ikki øll. Holly sigur, at kristnu familjurnar [...] børnini, og har plagi eg at vera og hjálpa til. Vit syngja og spæla, og lata onkrar gávur upp. Eisini plaga eg og onnur at ganga runt og býta kort út, har vit bjóða øðrum fólkum at koma í kirkjuna hjá okkum
komin til at blokkurin nú bert varð 4,35% av BTÚ í 2000? Torbjørn sigur, at serfrøðingar siga fyri vist, at hann hevur rætt, so nú nýtist ongum at ivast longur. Tó kundi verðið áhugavert at fingið aðrar [...] nú, fái eg ikki gjørt nógv við. At vit hava ein landsstýrismann í mentamálum, ið roynir at múlabinda fólk við at spjaldra tey sum gamlar Moskva-kommunistar, bert tí at tey eru vinstrahall, ber boð um ein [...] av honum varð nýtt á fíggjarlógini í 2000. Tað at hann segði, at føroyski búskapurin var á markinum til at verða sjálvberandi, styrkti meg í tí fatan. At hann nú tosar um BTÚ (bruttotjóðarúrtøkuna) ger
tilfar Tað gekk strilti at fáa nakað grundøki, greiðir Ditlev Róin frá. Men tað eydnaðist so at enda at sleppa at endurreisa húsini mitt í Fulgafirði. Roynt verður so vítt møguligt at brúka sama tilfarið, [...] Har til er at siga, at í Fuglafirði varð bygt upp í tey, eftir at tey vóru flutt úr Lamba. Eitt kamar varð bygt uppí, tá flutt varð norður á Høvda í 1885. Men tað tilfarið var so vánaligt, at tað kundi [...] gomlum stíli kortini. At gamalt er, verður sannað, tá vit fara runt í húsunum. Ongastaðni ber til hjá blaðmanninum at ganga undir bitunum, og í stovuni, har loft er í, ber als ikki til at standa upprættur,
tungt. Hvat viðvíkur vónunum til at gera olju og gassfund við Føroyar sigur Olav Fjell, at seismisku kanningarnar eru sera lovandi. Tær eru orsøkin til, at teir ætla sær at bora. Men einki kann sigast um [...] politikarar eiga at fyrihalda seg fyri hesum útviklingi? ? Eg skal vera sera varin við at geva ráð til myndugleikarnar. Vóni at teir kunnu fáa nøkur góð hugskot úr Noregi. Eg eri vísur í, at okkara myndugleikar [...] og her ikki minst Stavanger. Sjálv ivast hon ikki í, at oljan, verður hon funnin, fer at vera góð fyri Føroyar, men hon minnir samtíðis á týdningin at varðveita síni eyðkenni og sína mentan. Hóast tíðin
sjálvsagt ótrúligi talvheili hansara, við evnum til at gjøgnumskoða at kalla allar mótstøðumenn sínar. Ein heili, sum hevur gjørt tað gjørligt hjá Kasparov at sita 15 ár á alheims talvtrúnuni, og hóast hann [...] Bert 21 ára gamal slapp hann at royna seg móti táverandi heimsmeistaranum, Anatoly Karpov, og tað skuldi vísa seg at gerast ein risa stór avbjóðing hjá heimsmeistaranum, tó at fyrstu talvini ikki góvu ábendingar [...] báðir telvaðu 17 javnleikir á rað, og at enda noyddist altjóða talvsambandið at ógylda dystin, tí telvararnir báðir vóru overvaðir Árið eftir slapp hann aftur at royna seg móti Karpov, og eftir enn ein
ikki stúrir fyri, at alt hetta nevndararbeiðið bara fer at føra til fleiri ósemjur, sum líkast hesari? Men tað er hon ikki. Tvørturímóti hevur hon fult álit á, at eitt gott úrslit fer at spyrjast burturúr [...] páskasemjuni, sum fall, at nú gildu vit, at vit áttu at skriva undir, tí vit høvdu neyvan komið longur í hesum umfarinum. ? Vit skulu eisini hugsa um, hvat hin møguleikin var. Tað var, at páskauppskotið varð [...] frumatkvøðu á páskum. ? Eitt høvuðsmál er, at ætlanin at seta arbeiðstíðirnar hjá donskum lærarum í gildi í Føroyum er slept. ? Ístaðin fyri skal ein arbeiðsbólkur setast at gera uppskot um eina nýggja arbeiðstíð