Nøgdur við fíggjarlógina

Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, er nøgdur við ta løgtingsfíggjarlóg, sum samtykt varð beint fyri jól. Hann fekk mestsum alt sítt ígjøgnum, sigur hann

 

Fíggjarlóg


Við onkrum smávegis broytingum, varð fígjarlógin samtykt, soleiðis, sum landstýrismaðurin við fíggjarmálum vildi hava hana. Hann er stórt sæð nøgdur við úrslitið, sigur Karsten Hansen.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann kundi væl hugsað sær eina fíggjarlóg, sum var eitt sindur lægri. Tað er altíð stuttligari at gava lágar útreiðslur, sigur hann.

Men alt í alt er hann nøgdur við, at dýru broytingaruppskotini, sum serliga komu frá andstøðuni, ikki vórðu samtykt.

?Tað, sum varð endaliga samtykt, var í høvuðsheitum tað, eg lat Fíggjarnevndini, sigur hann.

Sjálvandi vórðu onkrar smávegis broytingar gjørdar undir fígjarnevndarviðgerðini, Men tað vil altíð vera so , og tað, sum broytt varð, var gjørt við samtykt frá samgonguni, sigur Karsten Hansen.


Valár

Hóast hendan fíggjarlógin er tann seinasta í hesum valskeiðnum, er hon ikki merkt av, at valár verður komandi ár, sigur Karsten Hansen.

Hann fegnast um, at tað í grundini komu færri dýr broytingaruppskot, enn fryktandi kundi verið fyri.

Men sjálvandi eru stórar upphæddir at síggja kortini, tí Løgtingið hevur samtykt ávísar rættiliga stórar íløgur, sum gerast skulu komandi árini.

Serliga er tað nýggi Smyril, sum sæst afftur, sigur Karsten Hansen. Hann fer at fáa einar 85-90 milliónir á fíggjarlógini komandi árini, og tað merkist sjálvandi.

Og so er tað undirsjóvartunnilin undir Leirvíksfjørð, sum eisini komandi árini fer at merkjast, um enn ikki beinanveg.

Eina annar stóru postur er Landsjúkrahúsið, ið eins og skúlin eisini hevur fingið meira pening, enn frammanundan.

?Tað eru gjørdar ávísar raðfestingar, sum eru sjónskar, sigur Karsten Hansen, landstýrismaður við fíggjarmálum.


Víðka grundarlag

Inntøkugrundarlagið hjá Landskassanum er víðkað, síðan fíggjarlógin varð samtykt, vísir Karsten Hansen á.

Tað var gjørt, tá skattalógirnar vóru til viðgerðar beint fyri jól. Eitt nú lógin um skatting av fiskiloyvum.

Hesar broytingarnar, sum samtyktar vórðu, fara at geva landskassanum fleiri møguleikar fyri at fáa eitt breiðari inntøkugrundarlag. Men samstundis skal tó roknast við, at tað ikki skal gera tær øgiliga stóru eykainntøkurnar kortini, tí vanligt fólk skal hava skattalætta í komandi ári, vísir landsstýrismaðurin á.

?Nei, tað er hvørki útgjaring ella valagn, tá boðað verður frá hesum nú, sigur hann. Tað er nakað, sum samgongan alla tíðina hevur arbeitt við.

At inntøkurnar fyrist verða samtyktar, áðrenn lættin verður givin, er bara ein øðrvísi háttur at avgreiða málið, sigur hann.

?Vanliga verður farið hinvegin. Soleiðis at fyrst verður lovað, og síðan tikið innaftur. Vit fóru bara øvugtan veg, sigur Karsten Hansen.


Vøkstur

Seinnu árini hevur búskaparvøksturin verið eini fimm-seks prosent árliga. Men landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur ikki roknað við hesum, nú hann hevur gjørt fíggjarlóg fyri komandi ár.

Í komandi fíggjarlóg verður bert roknað við einum vøkstri upp á umleið eitt prosent, sigur Karsten Hansen, sum heldur vil vera varin enn at noyðast at koma aftur umaftur.

Yvirskotið á fíggjalógini fyri 2002 verður umleið 100 milliónir við teimum broytingum, sum gjørdar eru, síðan Karsten Hansen legði tað upprunaliga uppskotið fram.

Men so eru tað víðkaða skattagrundarlagið, sum er komið afturat, síðan fígjarlógin varð endaliga smatykt, sum helst skuldi givið eitt sindur eyka, væntar hann.

So alt í alt roknar Karsten Hansen við, at fíggjalógin, sum hon er samtykt, fer at halda.


Peanuts

Um ta ósemjuna, sum var millum tveir tjóðveldistingmenn beint undan jólum, tí annar hevði atkvøtt fyri einum broytingaruppskoti frá andstøðuni, sigur Karsten Hansen, at tað órógvar hann ikki.

?Hatta, sum samtykt varð uttan um fígjgarlógaruppskot okkara, var smáting. Ein hækking upp á tvær milliónir í mun til eina fíggjarlóg upp á meira enn tríggjar milliardir er peanuts, sigur hann.

Hann harmast um, at samgongumenn faa í part við andstøðuni í slíkum málum, men heldur annars ikki, at nøkur vanlukka er hend soleiðis av hesum.

Hinvegin fegnast landsstýrismaðurin við fíggjarmálum um, at tey dýru andstøðuuppskotini ikki vórðu samtykt.


Framtíðin

Hóast seinasta fíggjalógin hjá hesum landsstýrinum nú er samtykt, verður ikki lagt inn kortini.

Tað fyrsta, sum nú verður at gera, sigur Karsten Hansenn, er at gera broytinar á pensionistaøkinum.

Korini hjá pensionistunum skulu betrast munandi, sigur hann. Arbeitt hevur verið við málinum, og beint eftir nýggjár fer uppskot at verða lagt fyri Løgtingið.

?Tað kostar sjálvandi nakað, men ikki so øgiliga nógv, sigur Karsten Hansen.

Annars verður arbeitt við automatisering av tollavgreiðsluni. Hetta skal gera alla tollavgreiðslu einfaldari, soleiðis at tað slepst undan ávísum dupultfukntiónum, sum í dag eru.

Í framtíni skulu fyritøkurnar avgreiða síni egnu tollviðurskifti, uttan at fólk hjá tollvaldinum alla tíðina situr og roknar eftir. Stakroyndir verða so tiknar til at hava eftirlit við, um rætt verður farið fram.

Hesar broytingar fara at spara munandi umsiting, sum so aftur loysir fleiri fólk á Toll- og Skattstovuni.

Tó verða tey ikki arbeiðsleys kortini, sigur Karsten Hansen, tí nýggja kolvetnisskattaskipanin skal brúka fólk, og hesi kunnu so flytast í millum uppgávur hjá sama stovni.

Tað hevur annars ljóðað, at illa hevur gingið at fingið fólk til hesi størvini, sum lýst hava verið. Men tað væntar landsstýrismaðurin fer at broytast nú.

?Tað er so nógv hent á økinum, síðan lýst varð, vísir hann á. Tann veruleiki, at olja er funnin, fer utan iva at gera starvsøkið áhugavert.