Einki er at ivast í, at eingin so navnframur persónur sum Garry Kasparov nakran tíð hevur sett føtur sínar á klettar okkara her í Norðuratlantshavinum.
Hóast tað millum ár og dag hava verið hópin av ítróttastjørnum. politikkarum, umhvørvisaktivistum og øðrum, so røkkir eingin teirra russiska talvkonginum til kníggja. Alla staðni í heiminum vita fólk, hvør hesin maðurin er, hvat hann stendur og hví hann er vorðin somikið kendur.
Fremsta vápn hansara í bergtakanini av heiminum er sjálvsagt ótrúligi talvheili hansara, við evnum til at gjøgnumskoða at kalla allar mótstøðumenn sínar. Ein heili, sum hevur gjørt tað gjørligt hjá Kasparov at sita 15 ár á alheims talvtrúnuni, og hóast hann fyri stuttum varð feldur av Vladimir Kramnik, so er Kasparov framvegis hæst styrkismetti telvarin í heiminum, og roknað verður fyri vist, at Kramnik ikki skal rokna við at gerast gamal á trúnuni.
Uppvøkstur
Garry Kasparov varð borin í heim í høvuðsstaðnum í Aserbadjan, Baku, og ikki óvæntað løgdu fólk skjótt til merkis óvanliga talentið, sum pilturin hevði. Longu sum seks ára gamla telvaði hann móti pápa sínum, og áðrenn langt var liðið, varð hann tikin inná væl lýddda talvskúlan hjá fyrrverandi heimsmeistaranum, Mikhail Botvinnik.
Á skúlanum slapp tann ungi Kasparov at fáa frálæru frá nøkrum av bestu talv-lærarunum í heiminum, eins og mótstøðumenninir á skúlanum taldust millum mest evnaríku telvararnar. Millum hesar kunnu eitt nú nevnast hin navnframi Anatoly Karpov og Artur Yuspov, sum seinni er vorðin ein av venjarunum hjá Viswanathan Anand.
Tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn fyrstu stóru úrslitini av áhaldandi venjingini komu til sjóndar. Sum 13 ára gamal vann Kasparov russiska unglingameistaraheitið, og longu sum 17 ára gamal varð hann alheims unglingameistari, umframt at hann longu tá hevði ognað sær heitið sum altjóða stórmeistari.
Skjóta búning hansara í talvheiminum viðførdi eisini, at fólk nú av álvara høvdu lagt til merkis styrkir hansara í talvinum. Hansara evni at hugsa, analysera, rokna og granska telvingina vóru longu nú um at gerast legendarisk.
Alheimsgerðin
Veruliga heimsgitin ? eisini út um talvheimin ? varð hann tó ikki fyrr enn í 1984. Bert 21 ára gamal slapp hann at royna seg móti táverandi heimsmeistaranum, Anatoly Karpov, og tað skuldi vísa seg at gerast ein risa stór avbjóðing hjá heimsmeistaranum, tó at fyrstu talvini ikki góvu ábendingar um hetta.
Karpov vann nevnliga fýra av teimum fyrstu átta talvunum, og hevði bert ein sigur afturat fyri neyðini, men so lætt skuldi hann ikki sleppa. Allur talvheimurin helt ondini, meðan teir báðir telvaðu 17 javnleikir á rað, og at enda noyddist altjóða talvsambandið at ógylda dystin, tí telvararnir báðir vóru overvaðir
Árið eftir slapp hann aftur at royna seg móti Karpov, og eftir enn ein strævnan dyst var nú greitt, at Kasparov var vorðin yngsti heimsmeistarin á talvsøguni. Bert 22 ára gamal.
Síðani hevur hann við jøvnum millumbilum vart heitið. Millum annað við trimum dystum móti Karpov, meðan Nigel Short og Viswanathan Anand eisini hava roynt seg uttan úrslit.
Ikki fyrr enn í vár noyddist Kasparov at geva seg, tá Vladimir Kramnik óvæntað koppaði meistaranum. Ein sannur meistari verður tó ikki liggjandi leingi, og sum omanfyri nevnt, verður tað roknað fyri vist, at Kasparov innan leingi fer at taka heitið aftur frá Kramnik.
Varparin
Umframt at vera í serflokki sum telvari, so hevur Kasparov meira enn nakar annar verið við til at breitt talvítróttina út um allan heim. Eins og ein Michael Jordan í Basketball, ein Pele í fótbólti ella Tiger Woods í golf, hevur Kasparov gjørt seg sjálvan til eina alheims fyrimynd hjá ungum telvaru. Somikið stórt er navn hansara, at handilsfólk tosa um Kasparov sum eitt vørumerki á hædd við størstu alheims fyritøkurnar.
Sum ambassadørur fyri talv hevur eingin verið í nær námind avrikum hansara. Millum størstu avrik hansara kunnu nevnast dystirnir móti Deep Blue. Sterku talvtelduni hjá IBM, sum hann snýtti við at gera óvnæntaðar leikir, ið fingu skjóttgangandi algoritmurnar í telduni at sveiggja.
Fyri talvítróttina kann neyvan heldur undirmetast, hvussu hann fekk ítróttina alt meira á sjónvarpsskíggjan, tá hann við snartalvsdystum móti Nigel Short var hin fyrsti at sýna talv sum eitt ítøkjuligt sjónvarpsundirhald.
Eisini hevur hann opna ein altjóða talvskúla, sum hevur til endamál at kveikja áhugan hjá unglingum fyri telvingini, men størsta avrik hansara yvirhøvur er helst mátin, sum hann hevur megnað at gjørt nýtslu av alnetinum. Eitt nú við at telva ein opnan dyst á alnótini móti øllum heiminum, umframt at hann alla tíðina hevur ført alnetið fram sum ein miðil, sum í alstóran mun kann koma telvingini til góðar.
Vit enda tí greinina við einum sitat, frá konginum sjálvum, har hann greiðir frá sínari fatan um telving á alnetinum.
- Talv er heimahoyrandi á alnetinum. Her skapa vit í roynd og veru ein heim, har alskyns hendingar kunnu fara fram, og sjálvur rokni eg við, at hetta gevur talvinum góðan møguleika at gerast ein fólkaítrótt innan stutta tíð.










