Torbjørn, tøl og misálit

Í bløðunum hevur Torbjørn aftursvar til viðmerking, eg hevði til part av hansara flaggdagsrøðu í Sørvági.

 

Kristian Magnussen, løgtingsmaður

???????????????????????????????


Í bløðunum hevur Torbjørn aftursvar til viðmerking, eg hevði til part av hansara flaggdagsrøðu í Sørvági. Aftursvarið er langt og merkt av Torbjørn´sa vanliga lítilætni. Hvørjar metingar hann hevur av míni útsjónd og míni politisku sannføring fyrr og nú, fái eg ikki gjørt nógv við. At vit hava ein landsstýrismann í mentamálum, ið roynir at múlabinda fólk við at spjaldra tey sum gamlar Moskva-kommunistar, bert tí at tey eru vinstrahall, ber boð um ein kveikjandi mentamann.

Mín leiklut á vinstraveinginum vildi eg ikki verið fyri uttan. Fólki sum Torbjørn, ið ikki síggja mun á einum SU-ara og einum úr Baader-Meinhof, verða vit óiva meiri fongd við framyvir.

Í aftursvarinum nýtir Torbjørn eisini orku uppá at sannføra lesaran um, at hann ikki er paranoidur, tá hann sær danskar devlar undir hvørjum steini.

Eisini yvirdramatiserar hann sín leiklut seinasta dagin, tingið var saman. Trupulleikin er fyrst og fremst í Tjóðveldisflokkinum sjálvum og ikki hjá andstøðuni. Hevði Tjóðveldisflokkurin vet av sjálvsvirðing, so avgreiddu hann sjálvur trupulleikan Torbjørn. La-la eftirlitið hjá løgnanni er ikki vert at skriva um. Fyri mín part skuld kunnu Tjóðveldisflokkurin og samgongan framaldandi hugna sær við Torbjørn

Soleiðis sum eg las flaggdagsrøðuna hjá Torbjørn, so skilti eg hana soleiðis, at hann røddi um ríkisstuðulin, og hvussu lítið av honum varð nýtt á fíggjarlógini í 2000. Tað at hann segði, at føroyski búskapurin var á markinum til at verða sjálvberandi, styrkti meg í tí fatan.

At hann nú tosar um BTÚ (bruttotjóðarúrtøkuna) ger ikki málið minni fløkt. Sambært Hvítubók er blokkurin størsta einstaka fruminntøkan á fíggjarlógini og hevur sostatt stóran týdning fyri landskassan og búskapin annars. Um blokkurin t.d. verður nýttur til almennar lønir, so vilja ringárinini av honum trífalda almennu inntøkurnar. Við øðrum orðum so vilja uml. 500 mió., ið var tað, ið var nýtt av blokkinum í fjør, veita uml. 1.5 mia. í føroyska búskapin, um blokkurin fór til lønir. Tá hevði blokkurin átt 18,3% av BTÚ og ikki tey 4,35% hjá Torbjørn og hansara serfrøðingum.

Landskassin hevur eisini gleði av ringárininum av t.d. krígspenssiónum og løgregluni, ið verða fíggjað úr Danmark. Man Torbjørn hava tikið alt hetta við, nú hann hevur eftirroknað tølini og er komin til at blokkurin nú bert varð 4,35% av BTÚ í 2000? Torbjørn sigur, at serfrøðingar siga fyri vist, at hann hevur rætt, so nú nýtist ongum at ivast longur. Tó kundi verðið áhugavert at fingið aðrar serfrøðingar at mett um, hvussu stór árinini av nýtta blokkinum í 2000 vóru á BTÚ.

Torbjørn sigur, at tað er villeiðandi at rokna avdráttir uppí úrslitið, soleiðis sum eg geri. Eg má viðganga at eg ikki, sum Torbjørn, hugsi sum ein bókhaldari, tá eg rokni út, hvat eg havið eftir, tá allar útreiðslur eru goldnar. Í einum húsarhaldi er vanligt at gjalda bæði rentur og avdráttir, áðrenn komið verður til hvat, ið ein hevur eftir. Hetta má eisini verða galdandi fyri landskassan, tí antin hevur landskassin goldið avdráttin, ella er hann endurfíggjaður, og mær vitandi eru tær 127 mió í avdrátti til danska statskassan ikki endurfíggjaðar, men goldnar. Sostatt vil eg fasthalda, við vanligum húsarhaldslogikki at yvirskotið í 2000 ikki var 602 mió, men 475 mió (602-127).

Fyri at tosa um okkurt annað, so kundi verið freistandi at filosofera eitt sindur um, hvør ið man eiga yvirskotið á fíggjarlógini. Eru tað tey foreldrini, ið ikki sleppa til arbeiðis, tí tey ikki fáa børnunum nøktandi ansing? Eru tað tey sálarsjúku, ið liva undir ómennisjaligum korum? Eru tað tey, ið JAVNI varðar av? Eru tað røktarsjúklingar, ið ikki sleppa á røktarheim? Eru tað røktarheimini, ið mugu koyra fólk í song út á seinnapartin, tí játtanin ikki røkkur? Er tað heimarøktin, ið ikki kann veita fólki tryggleika alt døgnið? Er tað útjaðarin ella útoyggjar? Er tað fólkaskúlin hjá Torbjørn, ið ikki hevur fíggjarliga orku til fremja tað, ið er álagt honum? Er tað Landssjúkrahúsið, ið má stongja deildir vegna sparingar? Er tað nýbyggingin, umvælingarnar og viðlíkahaldið á Landssjúkrahúsinum, ið henda samgonga ikki tekur sær av. Soleiðis kundi eg hildi áfram, tí tørvurin á at dagføra okkara vælferðarskipanir og tænastur er stórur.

Hetta eru sjálvandi viðurskifti, ið ikki eru viðkomandi hjá hugsjónarmonnum sum Torbirni. Í morgunsendingini mánadagin greiddi hann frá, at hann ongantíð hevði ringt so nógv og so longi eftir einum manni sum útvarpsmanninum Jákup Magnussen. Ørindini hjá Torbjørn vóru at fáa útvarpsmannin at verða hjástaddan, tá hann pakkaði málningin hjá Mykines upp. Tað stuttliga var, at Torbjørn hevði savnað somikið av blokkstuði saman, at hann kundi senda fólk á uppboðsølu í Danmark at keypa ein av grindadrápsmálningunum hjá Mykines. Tað allarstuttligasta var, tá Torbjørn segði, at nú hevði hann fingið ein part av sálini aftur, og sostatt kunnu vit staðfesta, at blokkurin veitir eisini honum sálarbót.