eitt silvurmerki at stríðast fyri, og enn er møguleikin fyri gullinum so framvegis ikki fokin, hóast tað kann gerast meira enn torført at fáa Stjørnuna aftur. Lítið er tí at ivast í, at Kyndil er favorittur [...] royna at hevna seg fyri 14 daga gamla ósigurin, tá tær sera tepurt taptu við einum máli. Dysturin tað ferðina kann tó helst ikki sammetast við dystin sunnudagin. VB kvinnurnar hava so at siga einki at spæla [...] hjá hinum liðunum er fokin. Neistin hevur, sum sagt, silvurið at stríðast fyri, men nógv er, sum bendir, at tað ikki er í hesum dystinum, at tær skulu rokna við nøkrum stigum í so máta. Neistin uttan Kára
løtuni er lítið at ivast í, at eitt runt 0 framvegis fer at standa á stigatalvuni. Tó er kanska ein lítil glotti at hóma hjá tjaldurskvinnunum, tí sunnudagin var Beinta Joensen aftur at síggja á liðnum [...] um, at tær so sanniliga ætlaðu sær stigini sunnudagin. Eftir at Tjaldur hevði lagt seg fram um fram um fyrstu løtuna, setti kyndilsliðið ferðina nakað upp, og eftir hetta var als eingin ivi um, at sitigini [...] dystin. Ein kundi kanska vænta, at runavíkingar fóru at gerast offur fyri enn einari eyðmýking, men so galið gjørdist tað kortini ikki, í hvussu so er ikki á pappírinum. At kyndilsliðið í stórum pørtum av
tveir møguleikar at nokta fyri "cookies". Tann eini møguleikin er at loyva cookies meðan tú er á heimasíðuni, uttan at tær verða goymdar á telduni, meðan hin møguleikin er bart út at nokta fyri "cookies" [...] gera at heimasíðan kann kenna teg, tá tú vitjar aftur. Nakrir alnethandlar brúka eisini "cookies" til at halda skil á tínari innkeypskurv. Hetta er ein hjálp í summum førum og ger tað skjótari at leita [...] eru møguleikar fyri at avmarka ella at nokta fyri hesum í til dømis Microsoft Internet Explorer útgáva 5.0, sum hevur eina skipan við "Internet sikkerhed-zoner". Tú kann byrja við at sletta alt sum stendur
borgarligt umboð, sum tað er at vera tingfólk, er ikki tað sama sum, at tingfólk hava fingið mandat til at mynda politik floksins í øllum førum. Mandatið frá veljarunum er givið til at fremja ta lóggávuarbeiði [...] røðu, at hann vónar, at flokstingið tekur undir við uppskotinum, sum eftir hansara tykki hevur við sær, at flokkurin verður í neyvari samljóði við græsrøturnar og samstundis er betri førur fyri at avviga [...] staðfesti, at evsta vald floksins er Flokstingið og tað er haðani, ið leiðsla floksins má kjølfestast. Í fyriliggjandi uppskoti, kemur floksleiðslan at binda floksskipanina og tingbólkin saman soleiðis, at flokkurin
viðvirkandi til at broyta. Elin Heinesen sigur, at kvinnusíðan hjá World Online staðfestir, at munur er millum, hvussu menn og kvinnur samskifta og leita eftir upplýsingum. ? Vit ætla at taka evni upp, [...] síðuni, men hon vónar, at menn eisini fara at lesa tilfarið á síðuni. ? Vit viðurkenna tann lítla munin millum menn og kvinnur, og tí fara vit at viðgera evni, sum hava við kynini at gera, sigur hon. ? Vit [...] Uppløgdu møguleikararnir fyri at samskifta á internetinum áttu at tiltala kvinnur, men hóast hetta komu tær rættiliga seint í gongd á internetinum. Tað kann skyldast, at tað í byrjanini vóru fáar heimasíður
Silkeborg. ? Leygardagin varð eg testaður fyri at vita, um tað bar mær til at spæla í Vejle, men venjarin valdi at halda meg uttanfyri, og tað kann gott vera, at tað var skilagott. Skaðin, sum eg fekk í knæið [...] sjálvsagt hugaligt, at tað av álvara gekk undan við málskjótingini. Plássið bíðar Hevði tað verið fyri einum ári síðani, so hevði tað kanska verið hugsandi, at møguleikarnir hjá Toda Jónsson at koma aftur á liðið [...] sigur Todi Jónsson. At hann ikki hevur vant við fullari ferð og saman við liðfeløgunum í tríggjar vikur ger, at Todi Jónsson er ikki í fullgóðari venjing, men nú hevur hann eina viku at koma fyri seg aftur
ov trong at halda veitsluna í hesu ferð. Tískil er gjørt av, at gallakvøldið nú verður flutt út á Læraraskúlan, har fleiri fólk rúmast. 8. apríl er settur at vera dagurin, og verður boðað frá, at veitslan [...] Thurid Samró vónar, at hondbóltsleikararnir, eins og fyri ári síðani, velja at gera nógv burtur úr klæðunum. Tá vóru so at siga allir luttakararnir uppsnollaðir, og hetta var eisini við til at seta rættuligan [...] veitslan er ásett at byrja kl. 20.00. Hátíðardámur Leisturin, sum tiltakið verður gjørt eftir, er nógv álíkur undanfarna ári. Hetta merkir m.a., at luttakararnir beinan vegin merkja, at nakað serligt er á vási
annað endamál sunnudagin. Hetta førdi við sær, at tað fyri fyrstu ferð gjørdist neyðugt at nýta heili fýra hallir at avgreiða dystirnar í. Vanligt hevur verið, at umframt KÍ høllina og høllina í skúlanum á [...] stóru. Tó hendi tað í einum aldursbólki, at óvanliga nógvir dystir endaðu 2-1, soleiðis at nakrar skjótingar komu í. Hetta førdi við sær, at summi lið ikki megnaðu at leika allar dystirnar, áðrenn tey skuldu [...] tað nevnliga at TBa og TBb komu í finaluna, og tá tað var um reppið, at gentunum lukkaðist suður aftur leygarkvøldið, varð gjørt av, at taka steyp og heiðursmerki við sær, fyri síðani at avgera dystin
fleiri ár hava leirvíkingar verið noyddir at farið av bygdini, tá teir eru farnir at keypa sær klæði á kroppin, men nú hava tríggjar leirvíksdamur sett sær fyri at gera nakað við hetta. Tað eru tær tríggjar [...] soleiðis, at okkurt serligt skuldi verða teirra millum. Tær hava hvør í sínum lagi gingið við hugsanum um, at fara í holt við okkurt sjálvar, men ikki fyrr enn tær av tilvild funnu út av, at tær allar [...] broytast, og ikki kann sigast annað enn, at tær tríggjar eru komnar stak væl frá uppgávuni. Sera hugnaligt er at trína inn í hølini, og tað er so púra vist, at tú verður væl móttikin av fólkunum aftan
aðra hondina. Hóast tað royndi hon at spæla um vikuskiftið, men eftir lítlari løtu staðfesti hon, at tað var ikki ráðiligt, og tí gavst hon. Hetta hevði so við sær, at »nýggjur« vinnari skuldi finnast hjá [...] ? Hygg at Vestmanna til dømis. Har eru fleiri ungir leikarar á veg fram, og megnað vit at halda teimum til, so beri eg ikki ótta fyri menningini, sigur Jógvan Joensen, sum eisini vísir á, at í Vágunum [...] gongd við at koma í badmintonspæli. Stórt arbeiði Jógvan sigur orsøkina til hesa brádligu menningina í eitt nú Fuglafirði og Vestmanna vera, at tveir royndir leikarar eru fluttir til bygdar, og at teir síðani