Sum kunnugt skipaði flogbóltsfelagið Mjølnir fyri stórari flogbóltskapping fyri yngru deildirnar hjá øllum flogbóltsfeløgum í landinum um vikuskiftið.
Frammanundan var roknað við stórari luttøku, og tá tað kom til stykkis, vóru eisini heili 75 lið, sum høvdu boðað frá luttøku.
Ein av orsøkunum til stóra luttakaratalið mundi helst vera, at tað fyri fyrstu ferð var møguligt at melda lið til í aldursbólkinum undir 9 ár. Framman undan hevur yngsti bólkurin verið tey, sum eru undir 12 ára gomul, so sjálvandi vóru fleiri lið, sum nú meldaðu til í yngsta bólkinum.
4 hallir
Umframt at luttakaratalið varð somikið stórt, so noyddust fyrireikararnir eisini at taka hædd fyri, at allir dystirnir máttu avgreiðast leygardagin, tí KÍ høllin skuldi nýtast til annað endamál sunnudagin.
Hetta førdi við sær, at tað fyri fyrstu ferð gjørdist neyðugt at nýta heili fýra hallir at avgreiða dystirnar í.
Vanligt hevur verið, at umframt KÍ høllina og høllina í skúlanum á Ziskatrøð, hevur eisini staðið Mjølni í boði at nýta skúlan á Fossanesi um á stendur, og soleiðis varð eisini hesu ferð.
Hetta var tó ikki nóg mikið, og tískil mátti høllin á Viðareiði eisini takast í nýtslu, til tess at avgreiða allar dystirnar.
Gekk væl
Sjálv kappingin gekk ógvuliga væl, og seinkingarnar vórðu ikki tær heilt stóru. Tó hendi tað í einum aldursbólki, at óvanliga nógvir dystir endaðu 2-1, soleiðis at nakrar skjótingar komu í.
Hetta førdi við sær, at summi lið ikki megnaðu at leika allar dystirnar, áðrenn tey skuldu vestur ella suður, men kortini halda tey har norðuri, at kappingin yvirhøvur gekk so væl, sum til ber.
Byrjað var klokkan 9.00 um morgunin, og seinastu dystirnir vórðu ikki leiktir fyrr enn klokkan 21.30, so av sonnum kann sigast, at talan varð um ein strævnan dag hjá leikarunum ikki minst hjá fyrireikarunum.
Úrslitini
Allar kappingarnar vórðu sjálvandi avgjørdar við einum finaludysti, umframt at leikt varð um triðja plássið, og fingu trý tey fremstu liðini handa steyp og heiðursmerki, sum Norðoya Sparikassi hevði latið.
Einasta kappingin, sum ikki varð avgjørd har norðuri, var kappingin hjá yngstu gentunum. Her hendi tað nevnliga at TBa og TBb komu í finaluna, og tá tað var um reppið, at gentunum lukkaðist suður aftur leygarkvøldið, varð gjørt av, at taka steyp og heiðursmerki við sær, fyri síðani at avgera dystin har suðuri.
Úrslitini av kappingini gjørdust annars hesi:
Gentur 9 ár
1Fleyr a/Fleyr b
3Mjølnir
Gentur 12 ár
1TB a
2Mjølnir
3TB b/KÍF a
Gentur 14 ár
1SÍ
2Fleyr
3TB
Gentur 16 ár
1KÍF a
2KÍF b
3Fleyr
Kvinnuunglingar
1TB
2Mjølnir
3Fram
Dreingir 9 ár
1TB
2Mjølnir
3SÍ
Dreingir 12 ár
1SÍ
2Fleyr a
3ÍF
Dreingir 14 ár
1Fleyr
2SÍ a
3SÍ b
Dreingir 16 ár
1Fram
2SÍ
3Mjølnir
Mansunglingar
1Fram
2SÍ
3Nøvan