Í fleiri ár hava leirvíkingar verið noyddir at farið av bygdini, tá teir eru farnir at keypa sær klæði á kroppin, men nú hava tríggjar leirvíksdamur sett sær fyri at gera nakað við hetta.
Tað eru tær tríggjar, Tórhild Bjarkhamar, Lilly Justinussen og Bingerð Justinussen, sum leygardagin fyri fyrstu ferð lata dyrnar upp í nýggja handlinum »Faldalín«.
Kennast væl
Allar tríggjar eru tær ættaðar úr Leirvík, og hevur sambandið teirra millum altíð verið sera gott. Tórhild og Lilly eru systrar, og har umframt eru Tórhild og Bingerð føddar á júst sama degi, so tað var kanska lagnan, sum vildi tað soleiðis, at okkurt serligt skuldi verða teirra millum.
Tær hava hvør í sínum lagi gingið við hugsanum um, at fara í holt við okkurt sjálvar, men ikki fyrr enn tær av tilvild funnu út av, at tær allar gingu við somu ætlanum, fingu hugskotini bein at ganga á.
Seinastu 3 vikurnar hava tær so nýtt alla sína frítíð til at gera handilshølini til. Hølini hava fyrr verið nýtt til matvøruhandil, so sjálvandi var nógv, sum skuldi broytast, og ikki kann sigast annað enn, at tær tríggjar eru komnar stak væl frá uppgávuni. Sera hugnaligt er at trína inn í hølini, og tað er so púra vist, at tú verður væl móttikin av fólkunum aftan fyri skivuna.
Fyri konufólk
Sjálvt navnið »Faldalín« er eitt gamal heiti fyri konufólk, og tað eru eisini júst konufólk, ið flestu vørurnar í handlinum eru roknaðar til. Har fáast mótaklæði og ?skógvar, umframt eina rúgvu av gávu- og prýðislutum, so ivaleyst er altíð okkurt, sum frúurnar kunna keypa heim við. Har umframt kunnu menninir altíð kunnu fáa okkurt gott gávuhugskot, nú tíðin til at keypa jólagávur fer at nærkast.
Úrvalið á hyllunum er sera stórt. Mótaklæði í alskyns sniðum og litum liggja og hyllunum, og skógvarnir at velja ímillum eru sjálvsagt nógvir í tali. Hyllarnar við prýðislutum eru eisini á tremur við bæði ljósum, stakum, dúkum og mongum øðrum, sum kann nýtast at prýða heimið við.
Eisini hár
Umframt móta- og gávuhandil rúmast eisini ein frisørsalon inni í hølunum hjá Faldalín. Í norðara endanum av húsunum heldur Thomina Hansen til, og her kunnu øll koma ein túr í stólin at snøgga sær hárið. Kanska eitt gott hugskot til troytta mannin, ímeðan hann bíðar eftir, at konan verður liðug at passa klæði?
Thomina hevur annars í fleiri ár havt egna hárfríðkunarstovu heima hjá sær sjálvum, men tá vinkonurnar í Faldalín spurdu, um hon ikki hevði hug at húsast í hølunum har niðri, ivaðist hon ikki, men tók av.
Langur leygardagur
Sum sagt verða dyrnar fyri fyrstu ferð lætnar upp leygardagin, og sjálvandi verður byrjað við einum langum leygardegi, har handilin er opin frá 10 til 16.
Ivaleyst verður nógv fólk at síggja henda fyrsta dagin, og vónandi halda fólk úr bæði bygd og bý á fram at keypa frá teimum, eisini eftir at handilin ikki longur er heilt nýggjur.