avleiðingar av hesum álvarsmáli, verður gingið út frá, at hann alment svarar hesum viðkomandi spurningum: 1) Hvat er tað, sum rættvísger, at slík mál ikki skulu fáa avleiðingar í Føroyum, samstundis sum vit kunnu [...] hóast hann er skuldsettur fyri onnur og kanska enntá fleiri sera álvarslig revsilógarbrot v.m.? Skal man taka Anfinn Kallsberg uppá orðið, so er úrslitið fyribils væl tað, at ein føroyskur ráðharri verður
undankappingardystum fingið stig á útivølli. Tapini hava ikki altíð verið stór, og ikki minst stendur 3-1 tapið í fjør ? eftir at landskappingin heima á landi var liðug ? greitt í huganum. Manningin Onkrar [...] kann eisini hugsast, at venjarin fer at gera onkra taktiska broyting, og ein maður sum John Hansen man vera komin nærri einum plássi í byrjunaruppstillingini, eftir at Allan Mørkøre hevur givið avboð, men
hava góðar møguleikar fyri at fáa heiðursmerki. Føroyar eru við í liðkappingini í hálvum maraton (21,1 km) hjá bæði kvinnum og monnum. Her krevst nevniliga ikki meir enn tveir rennarar fyri at gera eitt [...] suverenur í Føroyum seinastu árini, men tað darvar, at hann ikki fær rættiliga kapping. Grønland eigur ein mann, sum eitur Kim Godtfredsen, sum uttan iva fer avstað við gullinum aftur hesaferð. Hann rennur 10.000
farið undir fyrireikingarnar til seinnu helvt av landskappingini, sum tað verður sett hol á sunnudagin 1. august. Toppurin Klaksvíkingar vunnu í Fuglafirði, og sigrarnir hjá GÍ og B36 móti ávikavíst B68 og [...] halda sær, so fer tað at hava við sær, at HB ikki sleppur upp í part í Europa Cup ár 2000. Eingin ivi man vera í, at HB menninir ógvuliga fegnir vilja broyta hesa støðuna, nú Tórsvøllur er komin. Komandi vikan
at venda aftur til Føroyar, men tað verður ein saknur í teimum millum føroyingar í Jyllandi og tað man verða fáður sum hevur so hepna hond við sjómonnum, sum abbabeiggi mín, Levi Joensen. Vitjið Malta Teir [...] Malta, skulu leggja til merkis at møtini, sum byrjaðu í Cosmos Trawl, verða í summar fyri 18. ferð tann 1/7, 15/7 og 29/7 kl. 19:30. Hóast hesi møti eru serliga ætlað sjómonnum, so skal eg heilsa frá Levi og
sum gáva til savnið. Øll hesi bindini vóru í fyrstu syftu goymd á amtsskrivstovuni í Havn, og her man ivaleyst vera rætt at nýta orðið goymd, tí plássið var so mikið lítið, at meginparturin varð lagdur [...] hækkar studningin til bókasavnsraksturin kr. 2.000 árliga og Havnar kommuna segði seg vilja lata kr. 1.000 umframt útlánshøli. Sjálvt útlánið var tá flutt út á Reyn í tey gomlu fútahúsini, meðan lesistovan
kanningar eru fleiri viðurskifti, sum netupp er gott at kanna og fáa skil uppá, eventuelt við lóggávu. 1. Her verður fyrst hugsað um tryggleikan hjá luttakarum og avvarðandi. Hetta øki er fyri so vítt dekkað [...] l. við serkunnleika, tí arbeiði er drúgført. Tann tekniski útbúnaðurin til eitt meðal laboratorium man liggja um eina millión. Uppskot Mítt uppskot skal tí verða, áðrenn farið verður undir handilslig projekt
ið hvør seðil kostar 25 krónur, er skjótt at rokna seg fram til, at føroyingar spældu í V - 4 fyri 1,3 millión tær seks ferðirnar, kappast var um bilin. So hóast útvarpið satsaði høgt, bleiv eisini nokk [...] vit hana. ? Nei, tað geri eg ikki. ? Ein skal ongantíð lata nakað, ein hevur vunnið, tí so vinnur man ongantíð aftur, tað søgdu tey gomlu, sigur Bina Olsen. Jú Bina ætlar sær at hava bilin. Tí hóast hon
n hevur roynst í føroyskum sjálvstýris- og loysingarpolitikki. Kravdi fullveldi - men atkvøddi nei 1. apríl fylti heimastýrislógin fimti ár. Hon var avgjørt eitt stig á sjálvstýrisleið, men Fólkaflokkurin [...] ! Nú var Fólkaflokkurin loystur úr grein 13-haftinum í samgonguskjalinum við Sambandsflokkin, sum man vera eitt gott dømi um, hvussu lítil fólkaræðiliga kjølfestan er í Sambandsflokkinum, so nú kundi flokkurin
hava fleiri enn átta. Ta ferðina fekk javnaðarflokkurin tríggjar í Suðuroy, samstundis sum hann fekk mann í øllum teimum trimum smáu valdømunum, vísir Jóannes Hansen á. Politiski viljin Fram til 1978 vóru [...] tinginum ikki, og so varðveittu sandoyingar tveir tingmenn. Veljaratalið í Sandoy var á valinum hesa ferð 1.055, meðan tað í Suðurstreymi var 11.610, men talið á umdømisvaldum tingmonnum í Sandoy var tveir og