Sum tongul í brimi

-Hugleiðingar um sjálvstýrispolitkk Fólkafloksins, sum hevur verið størsti svíkurin í føroyskum sjálvstýrispolitikki

Útvarpið hevði ikki meiri enn kunngjørt veljarakanningina hjá Dimmalætting fyrr í vár, so samtykkti landsfundurin hjá Fólka-flokkinum, at nú skuldi loysast.

Veljarakanningin vísti, at nú eru 29 prosent fyri loysing, og eini 40 prosent vilja hava meiri sjálvstýri.

Fólkaflokkurin, sum ikki hevði tikið sjálvstýrispolitikk upp á tunguna í langa tíð, vildi sjálvandi eisini ríða á hesi popularitetsbylgju, og mánadagin eftir landsfundin kunngjørdi hann eina yvirlýsing.

Nú varð ?radikalt sjálvstýri? og ?stig fyri stig-politikkurin? kastaður fyri borð, og nú skal flokkur teirra vælbjargaðu hava fullveldi í næsta valskeiðið. Einki minni! Hetta er greiður politikkur. Einki vingl!

Men ein politiskur eygleiðari má sjálvandi leita aftur í tíðina og kanna, hvussu Fólkaflokkurin hevur roynst í føroyskum sjálvstýris- og loysingarpolitikki.


Kravdi fullveldi

- men atkvøddi nei

1. apríl fylti heimastýrislógin fimti ár. Hon var avgjørt eitt stig á sjálvstýrisleið, men Fólkaflokkurin atkvøddi ikki fyri henni, tí hon varð ikki nóg víðgongd!

Frammanundan hevði flokkurin kravt fullveldi, ja, loysing var endamálið.

Eftir miseydnaðar samráðingar, partvíst tí føroyingar ikki kundu semjast og partvíst tí danski forsætisráðharrin førdi sín egna stívrenda politikk - uttan at hava undirtøku í stjórn ella fólkatingi - samtykti løgtingið at hava eina fólkaatkvøðu við bara tveimum møguleikum.

Nú fingu føroyingar høvi at velja loysing! Men hvat gjørdi leiðslan í Fólkaflokkinum? Jú, hon mælti føroyingum til at atkvøða nei, hóast leiðslan fullvæl visti, at hesar atkvøðurnar fóru ikki at verða góðkendar.

Hugsið tykkum, at formaður Fólkafloksins, sum eisini var tingformaður, mælir fólki at boykotta eina atkvøðu, sum hann stutt frammanundan hevði staðfest sum tingformaður!!!

Einir 400 føroyingar atkvøddu nei - og tað gjørdi úrslitið ikki minni ógreitt.

V.ø.o. var ikki meiri stirðil í flokkinum, enn at hann lat nakrar veljarar ?forpurra? fólkaatkvøðuna.

Taka vit so fimti árini, so stuðlaði Fólkaflokkurin eitt sambands-landsstýrið!


Fólkaflokkurin sveik

sjálvstýrislandsstýrið

Lat okkum gera eitt lop til sekstiárini, tá ?Sjálvstýrislandsstýrið? skuldi havt allar møguleikar fyri at givið okkum sjálvstýri ?radikalt sjálvstýri?.

Men gakk. Vit komu ikki eitt vet á sjálvstýrisleið, hóast summir royndu. - Men mundi Fólkaflokkurin ganga fremstur? Gita!

Rætt varð gitt. Fólkaflokkurin skrivaði søgu. Ein fólkafloksmaður lat vera við at atkvøða í Løgtinginum, tá nøkur sjálvstýrisuppskot vóru fyri. So djúpt stakk sjálvstýrisviljin.

Uppskotið miðaði annars ímóti at leggja munin millum A og B-málini í Heimastýrislógini burtur, so bara yvirtøkureglurnar vóru galdandi. Harafturat skuldi m.a. føroyskt mál kunna nýtast í øllum viðurskiftum.

Uppskotið, sum Tjóðveldisflokkinum hevði fingið samtykt í landsstýrinum, var tríggjar ferðir frammi í 1965 og 66, áðrenn Fólkaflokkurin syrgdi fyri, at meiriluti ikki fekst fyri tí.


Lat seg tøla

av Sambandinum

Í 70-unum varð Fólkaflokkurin tó við til at fremja nakrar yvirtøkur, so tá virkaði hann eftir stevnuskránni - eitt skifti. Men í áttatiárunum stakk hann aftur halan millum beinini, tá hann lat seg tøla av Sambandsflokkinum og grein 13-bremsuni.

Í 1981 skeyt Tjóðveldisflokkurin upp at umskipa heimastýris-lógina. Uppskotini snúðu seg um føroyskan heimarætt, føroyskt mál, pass og eisini skuldu føroyingar yvirtaka øll uttanríkismál.

Men tá málið skuldi hava endaliga viðgerð í Tinginum ynskti sjálvur stavnamaðurin, Óli Breckmann, at fáa tað aftur í nevnd. Og á henda hátt syrgdi flokkurin fyri, at málið varð ikki avgreitt.

Men haldið tykkum fast, sama ár skjóta tveir fólkafloksmenn upp - helst ein minniluti í marknaðarnevndini - somu mál, tó í aðrari raðfylgju.

Tjóðveldisflokkurin mælti til sítt uppskot, men um tað ikki varð samtykt, mælti flokkurin at atkvøða fyri fólkafloksuppskotinum!

Men haldið tykkum fast einaferð afturat!

Bara ein fólkafloksmaður atkvøddi fyri fólkafloksuppskotinum!

Hugsið tykkum - flokkurin við ?radikalum sjálvstýri? atkvøddi ikki fyri sínum egna uppskoti um broytingar í heimastýrislógini.

Eini tvey ár seinri endurtók nakað tað sama seg, tá Tjóðveldisflokkurin aftur lá framvið, og skeyt upp at taka av fólkatingssessirnar, umframt at leggja uppskotið frá 1981 fram aftur.

Sjálvandi tók Fólkaflokkurin ikki undir við uppskotinum í marknaðarrnevndini. Hann setti einki uppskot fram!!!


Skeyt upp ófrælsi

Men tá Fólkaflokkurin var komin í andstøðu aftur, legði hann miðskeiðis í 80-unum eitt uppskot fram um lóg og lóggávuvald innan danska kongaríkið..... Margreta skuldi ikki kenna seg ótrygga norðuri í Atlantshavi!

Nú var Fólkaflokkurin loystur úr grein 13-haftinum í samgonguskjalinum við Sambandsflokkin, sum man vera eitt gott dømi um, hvussu lítil fólkaræðiliga kjølfestan er í Sambandsflokkinum, so nú kundi flokkurin aftur spæla fyri gallarínum.

Lagnan hjá uppskotinum er farið í gloymskuna, men framvegis er í minninum, at uppskotið skuldi samtykkja, at uttanríkismál og hernaðarmál komu ikki undir føroyskan myndugleika.... V.ø.o. bað flokkurin Løgtingið samtykkja, at vit skuldu gerast ófræls...


Sveik aftur ífjør

Loypa vit so fram til okkara tíð, so tók Fólkaflokkurin - radikalt sjálvstýri - ikki undir við uppskotinum hjá Tjóðveldisflokkinum um framtíðarstøðu Føroya, eins og hann heldur ikki tók undir við fyrra uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum at seta eina stjórnmálanevnd at viðgera ríkisrættarliga støðu okkara, tá hesi uppskotini vóru fyri ífjør.

Nú slapp Fólkaflokkurin so frá, at taka støðu, tí uppskotið um stjórnmálanevnd kom ikki úr rættarnevndini, áðrenn løgmaður skrivaði út nýval í óðum verkum. Uppskotið Javnaðarfloksins miðjar annars ímóti at semjast um eina nýggja lóg - sjálvstýrislóg - ístaðin fyri heimastýrislógina, sum Fólkaflokkurin ikki vildi vita av! Men Fólkaflokkurin fer neyvan at atkvøða fyri uppskoti um sjálvstýrislóg - tað er jú eitt stig á sjálvstýrisleið!

Nú eftir at val varð útskrivað er Fólkaflokkurin komin við uppskotið um samríkjalóg. Aftur eitt panikk-uppskot fyri at forða fyri, at allar loysingaratkvøðurnar skuldu fara yvir í tann meiri og meiri borgarliga Tjóðveldisflokkin, sum nú hevur boðað frá, at hann tekur av fullum huga undir óskerdum marknaðarbúskapi!

At enda: -Eru tit, lesarar, sjálvstýrissinnaðir, so latið vera við at velja Fólkaflokkin, tí hann hevur higartil víst, at hann er størsti svíkurin í føroyskum sjálvstýrispolitikki.

Javnaðarflokkurin hevur higartil roynst sum einasti realpolitiski flokkurin í tjóðskaparmálum, og tann miðleið - millum samband og loysing - sum Javnaðarflokkurin vísir á, er tann mest konstruktiva og skynsama.


Fr. Hansson