umhugsar at taka seg burtur úr ísraelsku stjórnini Shimon Peres, sum er ísraelskur uttanríkisráðharri og formaður í Arbeiðaraflokkinum, segði í gjár, at flokkurin umhugsar at taka seg burtur úr stjórn [...] einum tíðindafundi í rumenska høvuðsstaðnum Bucuresti, har hann hevur verið á fundi í Felagsskapinum fyri trygd og samstarvi í Evropa. Peres legði afturat, at flokkurin fer skjótt at taka støðu til spurningin [...] forsætisráðharri eru ósamdir um ísraelsku framferðina ímóti palestinunum. Peres er meiri hugaður fyri einum meiri varnum politikki, og hann hevur alment sagt, at tann harðrendi politikkurin hjá Sharon
Hákun skoraði trý mál fyri Skanderborg Århus í dag. Skanderborg Århus er nú nummar seks í deildini við 22 stigum. Tað snýr seg um at vera millum átta tey fremstu liðini fyri at vinna seg til endaspælið. S
upprunaliga ikki hava kvalifiserað seg til kappingarnar. Kvinnulandslandsliðini í hondbólti hjá bæði Íslandi og Eysturríki taptu avgerandi undankappingardystirnar fyri at vinna seg til HM-endaspælið í Noregi, [...] ið sjálvandi stórfegnast um møguleikan. Ísland kemur seinni í ár á vitjan í høllini á Hálsi í Havn fyri at spæla EM-undankappingardyst móti Føroyum. Dysturin verður leiktur sunnudagin 14. oktober klokkan
Mortensen og Jónleyg Bech vald í býráðið fyri Felagslistan og skipaðu meiriluta. Men nú hevur Jónleyg Bech boðað frá, at hon tekur seg úr meirilutanum. Tað váttar hon fyri Dimmalætting í morgun, men hon sigur [...] ikki fleiri viðmerkingar. Í seinasta valskeiði skrædnaði meirilutin eisini, tí tá tók Kristina Roest seg úr meirilutanum hjá Kristini Michelsen, og hon fór síðani fór hon upp í Javnaðarflokkin, sum hon nú
um hendingina, og her vísti tað seg, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka. - Her var eingin persónsskaði og lítil materiellur skaði. Bilførarin verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, visti vaktleiðarin [...] ferðsluátøk verið kring um landið, og í allar flestu førum - fyri ikki at siga í øllum - hevur alt verið eftir bókini. Vaktleiðarin segði seg í morgun ikki hava neyvu uppgerðina yvir hesi ferðsluátøk við
í fjør. Taka vit so bara søluna av persónbilum fyri seg, so er afturgongdin í ár 31 prosent. Men taka vit so persónbilasøluna bara í augustmánaði fyri seg, so er afturgongdin heili 72 prosent. Í august
av politiskum grundum. Sjúrður Skaale, fólkatingsumboð fyri Javnaðarflokkin, hevði orðið fleiri ferðir og gjørdi m.a. greitt, at øll argumentini fyri politiskari leyslating byggja á vantandi vitan og ósannindi [...] til, at løgmálaráðharrin heldur seg til lógina, og ikki máar støðið undan danska rættarstatinum við at leyslata ein mann av politiskum grundum. Hann lovaði, at halda seg til lógina. Sigur hon, at hann skal
Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar norðan fyri Kollfjarðatunnilin. Vakthavandi á politistøðini sigur, at tað vísti seg, at tveir bilførarar koyrdu alt ov skjótt, 115 kilometrar um tíman. Annar fær treytaða [...] friðarlig hjá løgregluni. Tey hava kannað nøkur vertshús og steðgað nøkrum bilum, men har vísti alt seg at vera í lagi, sigur vakthavandi á politistøðini. Seinnapartin í gjár var boðað frá einum ferðsluóhappi [...] frammanfyri. Talan var bara um materiellan skaða, sigur vakthavandi. Bilførarin verður helst skuldsettur fyri ikki at halda frástøðu.
Fyrr í dag varð heitt á fólk á Oyri og Oyrarbakka um at halda seg innandura fyri trygdina skyld. Hørðu hvirlurnar høvdu havt við sær, at ein tekja er við at ríva. - Her er kolandi stormur og heitt verður [...] verður á fólk um ikki at fara út. Hetta er serliga galdandi fyri fólk, sum búgva norðanfyri bátahylin á Oyrarbakka. Soleiðis segði átaksleiðarin í Sunda kommunu, Magnus Madsen, við KvF um middagsleitið í [...] fara út á Oyri og Oyrarbakka, tí tamarhald er á støðuni. - Fólk á Oyri og Oyrarbakka kunnu nú føla seg trygg at fara útaftur, siga tey í Sunda kommunu í nýggjari fráboðan seinnapartin.
at Nicolas Sarkozy er fríkendur fyri aðrar ákærur. Franska ákæruvaldið heldur, at fyrrverandi forsetin gjørdi eina avtalu við Muammar Gaddafi í 2005. Avtalan snúði seg um, at fyrrverandi libyski leiðarin [...] Fyrrverandi franski forsetin, 70 ára gamli, Nicolas Sarkozy, er dømdur í fimm ára fongsul fyri ólógliga fígging av forsetavalstríði. Tað veit Reuters at siga í dag. Domstólurin heldur, at fyrrverandi forsetin [...] Reuters veit at siga, at í løtuni er ikki greitt, um Nicolas Sarkozy, sum ongantíð hevur viðgingið seg sekan, fer at kæra dómin. ##med2##