Hákun og liðfelagarnir eru nú á sætta plássinum

Skanderborg Århus vann týdningarmiklan sigur á útivølli í dag

Mynd: Skanderborg Århus

Hákun West á Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus spældu í dag á útivølli móti Mors-Thy í bestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Skanderborg Århus vann dystin 33-31. Í steðginum var Skanderborg Århus á odda 16-11. 

 

Hákun skoraði trý mál fyri Skanderborg Århus í dag.

 

Skanderborg Århus er nú nummar seks í deildini við 22 stigum. Tað snýr seg um at vera millum átta tey fremstu liðini fyri at vinna seg til endaspælið. Skanderborg Århus hevur í løtuni fimm stig niður til níggjunda plássið, har Holstebro hevur 19 stig.

 

Týsdagin klokkan 17.45 tekur Skanderborg Århus móti Motor Zaporozhye í EHF European League. Við einum sigri kann Skanderborg Århus taka eitt stórt fet móti at vinna annað plássið í bólki D. 

 

 

 

Mynd: Skanderborg Århus