Koyrdi út av við kenning

Ein bilførari stendur til at missa koyrikorið, eftir at viðkomandi koyrdi út av vegnum í Gøtudali.

Gjáramorgunin fór ein bilur út av í Gøtudali. Løgreglan fekk eina fráboðan um hendingina, og her vísti tað seg, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka.

 

- Her var eingin persónsskaði og lítil materiellur skaði. Bilførarin verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Løgreglan sigur, at tað annars var stak friðarligt í nátt, og nú sæst tað eisini aftur á býarlívinum, at tey nógvu jólaborðini eru løgd afturum.

 

- Seinastu dagarnar hava nógv ferðsluátøk verið kring um landið, og í allar flestu førum - fyri ikki at siga í øllum - hevur alt verið eftir bókini.

 

Vaktleiðarin segði seg í morgun ikki hava neyvu uppgerðina yvir hesi ferðsluátøk við hondina, men sum heild hevur lítið og einki verið at funnist at.