Samgongan í býráðnum á Tvøroyri er skrædnað. Tað skrivar Dimmalætting á netinum.
Á seinasta býráðsvali fekk listin hjá Kristini Michelsen reinan meiraluta og kundi tí skipa samgongu einsamallur. Felagslistin fekk fýra umboð í býráðið, meðan Javnaðarflokkurin fekk hini trý umboðini.
##med2##
##med3##
Afturat Kristini Michelsen vórðu vald Anita Vibergsdóttir, Alvi Mortensen og Jónleyg Bech vald í býráðið fyri Felagslistan og skipaðu meiriluta.
Men nú hevur Jónleyg Bech boðað frá, at hon tekur seg úr meirilutanum. Tað váttar hon fyri Dimmalætting í morgun, men hon sigur samstundis, at hon hevur ikki fleiri viðmerkingar.
Í seinasta valskeiði skrædnaði meirilutin eisini, tí tá tók Kristina Roest seg úr meirilutanum hjá Kristini Michelsen, og hon fór síðani fór hon upp í Javnaðarflokkin, sum hon nú umboðar í býráðnum.













