Arbeiðaraflokkurin umhugsar at taka seg burtur úr ísraelsku stjórnini
Shimon Peres, sum er ísraelskur uttanríkisráðharri og formaður í Arbeiðaraflokkinum, segði í gjár, at flokkurin umhugsar at taka seg burtur úr stjórnarsamgonguni.
- Eg veit, at fleiri limir í flokkinum halda, at vit eiga at taka okkum burtur úr samarbeiðinum, segði Peres á einum tíðindafundi í rumenska høvuðsstaðnum Bucuresti, har hann hevur verið á fundi í Felagsskapinum fyri trygd og samstarvi í Evropa.
Peres legði afturat, at flokkurin fer skjótt at taka støðu til spurningin.
Tað er eingin loyna, at Shimon Peres og Ariel Sharon, forsætisráðharri eru ósamdir um ísraelsku framferðina ímóti palestinunum. Peres er meiri hugaður fyri einum meiri varnum politikki, og hann hevur alment sagt, at tann harðrendi politikkurin hjá Sharon ger, at harðskapurin heldur fram.