vann undan summarsteðginum 2-0 á Svangaskarði, og vit skulu vera teir fyrstu til at vátta, at úrslitið síðsta sunnudag kom óvart á. Í blaðnum í síðstu viku skrivaðu vit, at B68 ivaleyst mundi hava næstfremsta [...] tíðina, og sjálvt um fuglfirðingarnir í miðal eru ungir og raskir, so tók tað sína tíð hjá teimum at vinna. Brøðurnir á Lakjuni syrgdu fyri málunum. Bárður á Lakjuni legði upp til málið, sum stóribeiggin [...] sunnudagin taptu teir á heimavølli móti B68, sum harvið helt tørn um næstfremsta plássið. Fuglfirðingar vunnu eisini. Tað er eitt stig millum tey bæði eysturoyarliðini, sum hittast á Svangaskarði komandi
Hann kallar tað fyri ein demokratiskan rætt, at skráseta seg í parlag. ?Vit tosa her um fólk, sum skulu hava lívslangan trúðskap og eru góð við hvønn annan. Hesi ynskja at hava ordan í sínum viðurskiftum við [...] als ikki vælsignast í kirkjuni, tí eftir teirra trúgv eru tað kona og maður, ið gera hetta. Tað vísir seg harumframt í Danmark, at tey samkyndu eru farin at halda til í kirkjum við samkyndum prestum ella [...] førum hansara kirkju ? av ótta úr Føroyum. So vítt Bergur veit eru ikki nógv samkynd millum kirkjugangararnar í Samuelskirkjuni, men tað eru nógv aðrastaðni.
týdningi, at skipið nú var komið á reduna og bíðaði eftir loðsinum, sum skuldi føra tað inn í ta ævigu hvílunnar havn, og tá ið pápi dró sín seinasta andadrátt, visti eg, at allir endar nú vóru fastir í landi [...] upprann, at pápi kom heim at ferðast, var hetta av sonnum ein gleðis- og hátíðardagur. Nú var onki óført, øll familjan fór út á »Tjaldrið« ella »Drotningina« at veittra pápa væl heimafturkomnum. Abbi, sum hevði [...] væl. Áhugin fyri teimum stóru kuffertum, sum vóru borin inn á gólvið, var ringur at dylja hjá okkum, sum børn vóru, tí av royndum vistu vit, at okkurt tinganes var til okkara, og ongantíð minnist eg, at
hann halda fýra fyrilestrar: ein í Norðurlandahúsinum og ein í Løkshøll. Hinir báðir eru fyri miðnámskúlanæmingum á Kambsdali og í Hoydølum. Hann fer millum annað at umrøða síðstu bókaútgávu sína, ´Bekendelser [...] ógina neiligt. Einasta vónin mótvegis fundamentalismu er skemt. Vit mugu eisini minnast til at skemta, sigur Naser Khader. - Føroyar eru norðanna muslimar, sigur Naser Khader víðari í einum priki. Hvat [...] dámar væl at arga. Eg argi teg beint nú, men eg eri sannførdur um, at Føroyar hava ein felagsnevnara við fleiri muslimskum londum, letur í Naser Khader. Hann steðgar á. - Átrúnaðurin skal virka fyri seg
arbeiði? – Eg eri við barn, so eg hugsi ikki um at fara út á arbeiðsmarknaðin júst nú. Høvuðsorsøkin til at vit fluttu vesturum, er tí vit vilja at børnini skulu vaksa upp í Føroyum, tí her er so trygt [...] enskt, so hon klárar seg á tann hátt. Saijai ynskir annars, at sonurin, sum eins og børn flest er skjótur eftir føroyska málinum, eisini skal duga móðurmál hennara. Í Teilandi eru fýra ymisk mál. Tai er [...] Foreldrini hjá Ragnari, Elsa og Absalon, eru glað fyri verdóttrina. Ragnar er jú nógv burtur, so tað hevur nógv at týða fyri hann at vita, at foreldrini eru har og stuðla Saijai í gerandisdegnum. -------
Talv: Fýra umfør eru nú leikt í liðkappingini og stríðið um fyrsta pláss í 1. deild er økt nú klaksvíkingar eisini hava blandað seg uppí oddan. Havnamenn liggja nú hinvegin í tyngra endanum. Dysturin í [...] deild liggja havnarmenn á odda i trifremstu deildini. Teir vunnu 3-1 á Róki úr Oyri, meðan hitt toppliðið úr Kollafirði eisini vann, 2,5-1,5 á Vestmanna 2. Vestmanna 3 vann óvæntað 3-1 á Klaksvík. Hesi vórðu [...] at munurin bleiv so stórur hevði fáur væntað. Havnarmenn sum vunnu FM í fjør, eru nú aftast saman við sandavágsmonnum og eru teir tí í einari talvligari krisu. Vunnu uttan stórmeistara Kollfirðingar hava
verður afturvendandi á hvørjum ári. Steypini, sum vórðu latin á gallakvøldinum, vóru latin frá Føroya Sparikassa, Norðoya Sparikassa og Tryggingarfelagnum Føroyar. Myndirnar á síðuni hava vit lænt frá SVF. Ársins [...] hetta rættiliga at hava vunnið fastatøkur á ítróttafólkunum. Sostatt varð triða gallakvøldið hjá hondbóltinum hildið mikukvøldið, eins og fótbólturin nú tvey ár á rað hevur havt sítt gallakvøld at rundað [...] rundað kappingarárið av við. Høvi at hittast Tað eru sjálvandi fleiri orsøkir til, at hesi kvøldini hjá ítróttafólkunum eru vorðin somikið væl umtókt. Størsta orsøkin er helst, at hetta gevur leikarum og venjarum
systkin. Vit byrja nýggjar bólkar í Beranum í februar. Áhuga eru vælkomin at ringja til á tlf. 222993 ella maila til info@berin.fo. www.berin.fo Føroyskt Bretskt Felag haft aðalfund Hesi eru í nevndini: [...] njing. Bløðini eru til taks og ein góður drekkamuður. Øll eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið á Toftum Opið er hesar dagar: týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 15 til 18. Øll eldri eru vælkomin Dagtilhaldið [...] uppbyggingarmøti. Vælkomin á páskastevnu í Ítróttarhøllini á Kambsdali 23. – 25. apríl 2011 Evni: Tað er fullgjørt (Jóh 19,30) Leygardagur 23. apríl Kl. 19.00 Møti Tala: Hanus á Gørðum. Sangur: KFUM & K
okkum øllum, um vit framhaldandi standa saman um at virða og verja hvør annan og felagsskapin okkara millum. Har vit hava møguleikan at hugsa um og byggja á tey veruligu virðini, ið eru okkum dýrabærast [...] hevur virkað í landinum, á sjógvi og í útheiminum. Óli var fiskimaður eftir at hann var liðugur við realskúla í Vági fyrst í 60’unum. Sigldi við Magnusi á Gørðunum, Jógvani á Gørðunum og Saksabergi, áðrenn [...] Óli er ikki tann, ið kastar ljós á sjálvan seg. Men har felagsskapur er, og tøk skulu takast, har finnur tú Óla Holm – á dekkinum, í maskinrúminum, í galluni ella á brúnni. Við síni seigligu og savnandi
19.30. Allar kvinnur eru vælkomnar. Mint verður á jólapakkarnar til sjómennirnar. Missiónshúsið á Viðareiði Leygarkvøldið kl. 21 Ungdómsmøti við Debes Andrew og Finnboga. Øll eru hjartaliga vælkomin. [...] er drekkamuður at fáa. Bløðini eru eisini til taks. Øll eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið Fløvi ? í kvinnufelagshúsinum á Glyvrum. Tlf. 448279. Allir pensionistar eru hjartaliga vælkomnir. Opið mánadag [...] at venda sær til felagið á tlf. +4722674829. Føroyskt barnamøti Hvønn mánadag kl. 17 er føroyskt barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærvarpið