r, ið stóðu frammi eru stolnar og har er talan um umleið 30, umframt onkur telda er horvin eisini. Nú kanna vit so, um annað er stolið, greiðir Svanna Friis Kjær frá. Hon upplýsir, at málið er meldað til [...] hesir eru farnir í gongd við teirra arbeiði. Svanna Friis Kjær vil tó gjarna koma við eini áheitan á fólk, um tey fáa bjóðað eina telefon til keyps. ? Tryggið tykkum, at tit fáa kvittanina við og at henda [...] skrásetingarnummarið, sum stendur bæði á kvittanini og inni í sjálvari telefonini, og hesi bæði nummur skulu vera eins. Svanna Friis Kjær sigur, at sum er kunnu tey siga, leystliga mett, at stolið er fyri minst
Høgni Mikkelsen, býráðslimur Nú eru nakrar vikur síðani, at skúlin við løgmannabreyt lat upp fyri skúlabørnum. Foreldur kunnu ikki føla seg trygg at lata børnini fara til gongu í skúla, tí ferðslutrygdin [...] umsitingina og til forkvinnuna í teknisku nevnd, men tað hendir alt ov lítið. Kommunan hevur sagt, at tað skulu vera skúlatryggir vegir, men tað kann ein ikki siga, at tað er við nevnda skúla. Tað er ov vánaligt [...] gjørdir, og so hendi ikki meir. Undirritaði sendi síðani teldupost til limirnar í teknisku nevnd og fólk í umsitingini, sum hava við hesi arbeiði at gera, og tá blivu nakrar strikur gjørdar á gonguteigarnar
Jólatúrurin við Atlantsflog til Íslands er fluttur tveir dagar, mánaðir eftir at fólk hava keypt og goldið sín ferðaseðil. Av sínum eintingum hevur Atlantsflog flutt túrin til og úr Íslandi frá 2. januar [...] júst mikudagin 2. januar. - Hetta er ótrúliga skuffandi. Broytingin verður framd, stutt áðrenn vit skulu heim at halda jól. Og eg havi jú bílagt ferðina í góðari tíð, longu í oktober, sigur Marita Samson [...] marknaðinum, sigur Kristin Balle, sum saman við børnunum skal halda jól og nýggjár í Íslandi. Hon hevur nú verið noydd til at keypa sær tveir eyka frídagar. Og børnini, sum ganga í 7. og 8. flokki, missa tveir
Fámentu málini eru í hesum sambandi føroyskt, grønlendskt, íslendskt, sámiskt og finnlandssvenskt. Fólk, sum arbeiða við føroyskum orðabókum, einmálsligum ella tvímálsligum, ella sum ætla sær undir tílíkt [...] tílíkt arbeiði, kunnu sostatt søkja um stuðul. Í umsóknini eigur verkætlanin at vera væl lýst, eitt nú eigur nágreiniliga at verða mett um arbeiðstíð og kostnað. Neyðugt er ikki, at verkætlanin verður liðug [...] í ár. Umsóknarfreistin er 1. august. Tað er Málráð Norðurlanda, sum umsitur stuðulin, og umsóknir skulu sendast við vanligum posti til: Nordisk språkråd Postboks 8107 Dep, N-0032 Oslo Ella við telduposti
hesum, at tveir av landsins hægstu monnum skulu vera við í slíkum. Peter Starck sigur seg fara avstaðaftur við eini kenslu av, at her býr eitt egið og mentað fólk. Hann heldur ætlaninar um sjálvstýri og [...] -Eg ætli mær at koma aftur til Føroya um eitt ár at vita, hvussu útviklingurin hevur verið í eitt nú fullveldismálinum og á oljuøkinum sigur Peter Starck við Sosialin.
Sumbingar fingu tað, sum teir vildu hava, tá teir fyri viku síðani vóru norðuri á Sevmýri. Og nú skulu teir aftur taka eitt stórt tak fyri at varðveita plássið í bestu deildini. NSÍ kemur suður á Krossin [...] ikki vant í vikuni, tí hann er skaddur í beininum. Í Runavíkar kommunu er nógvur ungdómur og nógv fólk møtir til fótbóltsvenjingar. Í hesi vikuni hava 30 spælarar vant við 1. og 2. deild, og ivaleyst høvdu
kekkiska ferðalagið, sum kemur til Føroya í sambandi við landsdystin komandi sunnudag, telur knapt sjeyti fólk. Umframt teir átjan spælararnar eru tólv hjálparfólk og sekstan onnur umboðsfólk frá kekkiska fót [...] útvarpsstøð. Kend nøvn Kekkiska fótbóltssambandið hevur boðað FSF frá hvørjir spælarar koma við. Og skulu vit døma út frá listanum, so koma teir við tí tunga skjútsinum. Av teimum átjan spælarunum vinna trettan [...] Kuka, sum spælir í týska Kaiserlautern og Karel Poborský, sum hevur spælt í Manchester United, men sum nú spælir í Benfica í Portugal. Nógv av nøvnunum kenna vit aftur frá tí, at Kekkia fyri einum ári síðani
apoteksverkið hevur loyvi at innflyta reseptskyldugan heilivag (um ikki talan er um fólk, ið hava slíkt fyri neyðini - tað skulu tey kunna prógva). Umframt tað, maðurin hevði við sær, er hann eisini ákærdur [...] til Føroya, vóru ætlað føroyinginum. Hálendarin, sum tvær ferðir fyrr hevur verið í Føroyum, ætlaði nú at búseta seg her, so hann kann hava sent evnini til sín sjálvs.
vatninum, og kemur frost aftur, sum veðurmennirnir siga frá, so verður rættuliga ikki gangandi. Fólk skulu jú til arbeiðis/skúla og til handils um stórkavi er. Fyrr í tíðini kláraðu vit okkum til gongu [...] í Steinatúni og fáa har at vita, at bussarnir eru givnir at koyra, tí vegirnir eru so illa grivnir. Nú mugu ommur, abbar ella foreldur fara frá húsi/arbeiði fyri at fáa hesi smáu heim, hvørjum líkist hettar
sigurin í 15 minuttir, men so skulu vit aftur til arbeiðis, segði Donald Trump, tá ið hann helt røðu, eftir at valstøðini í South Carolina høvdu latið aftur. Viðmerkjarar halda, at nú skal nakað púra óvæntað [...] hon gevst kortini ikki við uppstillingini. – Eg eri ein kvinna, sum heldur orð. Eg gevi ikki upp. Fólk hava rætt til eitt val, og eg havi skyldu at geva fólki hetta val, segði Nikki Haley. Hon ætlar at