Stolið fyri hálvthundrað túsund krónur

Í nátt hava tjóvar brotið seg inn í telebúðina í Havn og stolið telefonir og teldur fyri minst 50.000 krónur Óbodnu gestirnir hava brotið seg inn gjøgnum ein rút, sum vendir burtur frá gongugøtuni.

? Talan var um herdað glas, og teir hava eisini brotið sjálvt sikringslásið, so teir hava veruliga ætlað sær inn her, sigur Svanna Friis Kjær, leiðari í Telebúðini í Havn.

Í løtuni eru tey við at gera upp, hvussu nógv er stolið.

? Allar telefonirnar, ið stóðu frammi eru stolnar og har er talan um umleið 30, umframt onkur telda er horvin eisini. Nú kanna vit so, um annað er stolið, greiðir Svanna Friis Kjær frá.

Hon upplýsir, at málið er meldað til løgregluna og at hesir eru farnir í gongd við teirra arbeiði. Svanna Friis Kjær vil tó gjarna koma við eini áheitan á fólk, um tey fáa bjóðað eina telefon til keyps.

? Tryggið tykkum, at tit fáa kvittanina við og at henda hevur imei-nummar á, eru hennara boð.

Imei-nummarið er eitt slag av skrásetingarnummarið, sum stendur bæði á kvittanini og inni í sjálvari telefonini, og hesi bæði nummur skulu vera eins.

Svanna Friis Kjær sigur, at sum er kunnu tey siga, leystliga mett, at stolið er fyri minst hálvthundrað túsund krónur. Verður brotnaði rúturin og annað eisini tikið við, hava tey mist virði fyri út ímóti 100.000 krónum.