Kemur ein kavaplógv, so skumpar hon bara kavan inn á gongubreytina, so fótgangarin má út á vegin at ganga. Í morgun (mánamorgun 9/3) kunngjørdi Bussleiðin, hvørji vegastrekkir bussarnir koyrdu, so børnini fóru í skúla langvegis frá í tí trúgv, at tey sluppu heim aftur eisini við bussinum, men hvat hendi: tey møta upp í Steinatúni og fáa har at vita, at bussarnir eru givnir at koyra, tí vegirnir eru so illa grivnir. Nú mugu ommur, abbar ella foreldur fara frá húsi/arbeiði fyri at fáa hesi smáu heim, hvørjum líkist hettar?
Eg vil geva tykkum eini góð ráð, tá stórkavi er. Fái tykkum fatur á eini gravkúgv og einum lastbili, gravi kavan og koyri hann uppá lastbilin sum síðani kann fáa hann (kavan) á sjógvin, meðan væl er. Kemur rættuligur toyður, so verður kaos um restirnar á vegnum ikki klára at taka ímóti vatninum, og kemur frost aftur, sum veðurmennirnir siga frá, so verður rættuliga ikki gangandi. Fólk skulu jú til arbeiðis/skúla og til handils um stórkavi er. Fyrr í tíðini kláraðu vit okkum til gongu um stórkavi var; men tá vóru ikki allir hesir bilarnir og bussar sum grópaðu kavan upp; tá kundi kavin liggja og man kundi skreiða á vegnum, men tann tíðin er farin.
Vælsignaðu tit, sum hava kavarudding um hendi, geri okkurt fyri skattaborgarin.
Vinarliga
Pensionistur