um í Fremad Amager sendu Viljorm Davidsen og hinar í Vejle upp í superliguna ígjár. Fremad Amager var leingi á odda 2-1 móti Viborg FF í seinna hálvleiki, og hevði tann leiðslan hjá Fremad Amager hildið [...] eydnaðist Viborg FF at javna, og harvið leingja uppflytingarstríðið minst eitt umfar aftrat. Fremad Amager hevur bjargað sær plássinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Heini og liðfelagarnir í Fremad Amager [...] niðurflytingarstrikuna, og tá bert níggju stig eru eftir at spæla um eru teir á Amager komnir uppá turt. HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Fremad Amager og Viborg FF: ##med2## HER
byrjaðnin í seinni hálvleiki sera gott, og við bæði góðum kontraáleypum og góðum málmannsspæli øktist munurin til 4-5 móti endanum av hálvleikinum. Ajax fekk tó fóta sær og kom afturíaftur - men tó ikki nokk [...] spældur í gjár ímóti Ajax København. Føroyar kom skjótt á odda 2-0, men mistu leiðsluna til 2-3 til Ajax. Eftir hetta gekk spælið gott, og eina løtu var Føroyar á odda vid 5 málum, men tá fyrsti hálvleikur [...] Spæli hjá monnunum kom ongantíð upp at koyra, og serliga fyrst í seinna hálvleiki gekk illa, har FIF økti um munin til 8 mál. Móti endanum gekk betur og Føroyar fekk minka um munin, sum tó bleiv til 7
Ongland hava teir ikki havt færri enn 20 sangir á topp 10 listanum seinastu 20 árini. Teir hava eisini framleitt sangir fyri eitt nú Blur, David Bowie, Robbie Williams og Tinu Turner. Í samband við at Pet [...] vitja Bergen, eru popplegendurnar Pet Shop Boys. Teir báðir Neil Tennant og Chris Lowe góvu mitt í 80´unum út slagarin West End Girls, og síðan hava teir, við sínum heilt serliga stíli, framleitt slagara eftir [...] eftir slagara. Tey flestu munnu kenna sangirnar Go West, Rent, Heart, It´s a Sin og ikki minst Elvis- nummarið Always On My Mind. Nógv eru á einum málið um, at Pet Shop Boys útgávan av Always on My Mind
fyri næsta ár hevur verið í kvørnini hjá fíggjarnevndini og úrslitið varð lagt aftur fyri Løgtingið í kvøld. Landsstýrið hevði annars ætlað at seta 20 milliónir krónur av til nýtt havrannsóknarskip næsta ár [...] úr Miðflokkinum harmur um. Hann er sjálvur í fíggjarnevndini, men í minniluta og hann vil nú hava Løgtingið at seta tær 20 milliónirnar til havrannsóknarskipið á fíggjarlógina aftur, at at byggingin kann [...] verður veruleiki sigur hann og hann skilir illa, at samgongan hevur slept ætlanini. Hann heldur eisini, at tað er ómetaliga týdningarmikið at halda lív í skipasmíði í Føroyum og tí kann ein slík verkætlan
Zonal Association varð sett á stovn, og Ongland er partur av tí felagsskapinum og er tí eisini við í kappingini nú. Ætlanin var eisini, at onnur av bretsku londunum og kanska Írland skuldu koma við í fe [...] Hálvfinaluna taptu Føroyar 3-1 fyri Onglandi (19-25, 19-25, 25-20, 24-26). Í innleiðandi bólkaspælinum vunnu Føroyar á Grønlandi, Íslandi og Noregi. Hvat er NEVZA? Fyrr plagdu Føroyar at spæla í NM-kapping [...] hevur úttikið 12 leikarar, sum skulu spæla í NEVZA-kappingini, sum verður í Ikast, Danamark, 18. til 20. oktober. NEVZA-kappingin í 2020 varð avlýst vegna koronu. Í 2019 gjørdust Føroyar nr. 4 av teimum
svaraðir í toppinum og í botninum. B68 og ÍF flyta upp, FSV04 hevur vunnið bronsu, og B36 og KÍ flyta niður. Einastu broytingarnar, sum kunnu koma fyri á støðutalvuni, eru á 4. 5., 6., 7. og 8. plássunum. LÍF [...] Dalbúð og Jónstein Petersen stýrdi Jann Martin bóltin upp um Gunnar á Steig og í B68 málið. LÍF fekk einki burturúr vitjanini hjá B36. Botnliðið vann 2-1. LÍF misnýtti nógvar upplagdar møguleikar, og Jóan [...] Rasmussen br 1-3: Jørgen Meitilberg Reytt kort: Torkil Kollsker, HB FSV04-TB 2-0 (2-0) 1-0: Heron 1. 2-0: Súni Fríði Barbá 33. B36-LÍF 2-1 (0-1) 0-1: Adrian Joensen 6. 1-1: Sigurd Carlsson 52. 2-1: Tummas
Sigrun Mohr, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini, sum trekti lut og handaði vinnningin. Vinnarin bleiv 6.b. í Tórshavnar kommunuskúla. Vinningurin, sum er áljóðandi 20.000 kr, bleiv handaður flokkinum
mánadagin móti Andorra. Triði og seinasti dysturin í bólki 2 í undan undankappingini verður mikudagin móti vertstjóðini Malta. Georgia – Føroyar 2-0 1-0 Titiana Matveeva, 22 2-0 Lela Chichinadze, 89 Liðugt: [...] avlýst nakrar venjingar vegna frost og kava. Kvinnurnar hava eisini havt trupuleikar av at ferðast til og frá venjing orsaka keðiliga veðrið. Á veg til Malta fingu vit vant og spælt ein venjingardyst í Keypmannahavn [...] Georgia vann dystin 2-0 við einum máli í hvørjum hálvleiki. Almennu tølini siga, at føroyska liðið hevði fleiri skot á mál enn mótstøðu liðið. Georgia kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki og avgjørdi dystin
kanningini. Listi A hevur eina afturgongd á heili 2,7 prosent og liggur nú á 17,9 prosentum. Javnaðarflokkurin hevur eina afturgongd á 1,8 prosent og fær 20,1 prosent, men varðveitir tó sjeynda mannin í tinginum [...] Miðflokkinum gerst so tað 33. mandatið í kapping við Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Úrslitið: Fólkafl. 17,9 % Sambandsfl. 24,0 % Javnaðarfl. 20,1 % Sjálvstýrisfl. 5,9 % Tjóðveldi 21,6 % Miðfl. 8,7 % Miðnámsfl [...] Sambandsflokkurin gerst størsti flokkur í nýggjari veljarakanning. Tjóðveldi og Fólkaflokkurin missa ein tinglim, meðan báðir teir smáu flokkarnir økja sítt tingmannatal Tað eru ikki tey stóru sveiggini
sigur Fiskimálaráðið. Toskakvotan í Barentshavinum lækkar 20 prosent næsta ár og hetta hevur við sær, at føroysku kvoturnar av botnfiski verða eisini 20 prosent lægri næsta ár enn tær vóru í ár. Føroyska r [...] Nú er tað greitt, at Føroyar og Russland eisini hava eina sínamillum fiskiveiðiavtalu fyri næsta ár. Samráðingarnar byrjaðu í gjár og nú er avtalan skrivað undir. Avtalan, sum nú er gjørd, er broytt nakað [...] svartkjafti, makreli og norðhavssild í føroyskum sjógvi lækka. Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í næsta ár, verða hesar: Toskur 12.285 tons, hýsa 1.276 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons