Kommunuskúlanæmingar ruddaðu væl

6. B í Kommunuskúlanum varð í morgun kosin sum vinnari av trivnaðarpakkanum hjá Tórshavnar Kommunu

 

 

Í morgun bleiv trivnaðarpakkin, sum Tórshavnar kommuna letur í samband við ruddingardagarnar, latin vinnarunum.


Tað var Sigrun Mohr, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini, sum trekti lut og handaði vinnningin. 

Vinnarin bleiv  6.b. í Tórshavnar kommunuskúla. Vinningurin, sum er áljóðandi 20.000 kr, bleiv handaður flokkinum í morgun í skúlastovuni á Argjum.