Tað eru ikki tey stóru sveiggini at hóma í nýggjastu veljarakanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, og tendensurin, sum vit hava sæð seinastu mánaðirnar, verður staðfestur.
Samgongan varðveitir sínar 21 tinglimir, hóast eitt lítið sindur av útskifting er. Fólkaflokkurin missir ein tinglim, og Sambandsflokkurin fær ein.
Sambandsflokkurin stendur til at fáa eitt gott val við 24 prosentum av atkvøðunum, sum er ein lítil framgongd á 0,3 prosent.
Stóri taparin á valinum um átta dagar verður Fólkaflokkurin sambært kanningini. Listi A hevur eina afturgongd á heili 2,7 prosent og liggur nú á 17,9 prosentum. Standardsvarið frá fólkafloksmonnum plagar at vera, at flokkurin vanliga ikki stendur seg væl í veljarakanningum, og at afturgongdin í veruleikanum kann vísa seg at vera minni.
Javnaðarflokkurin hevur eina afturgongd á 1,8 prosent og fær 20,1 prosent, men varðveitir tó sjeynda mannin í tinginum.
Javnaðarflokkurin situr sambært hesi kanningini á tí 33. mandatinum, og missir flokkurin hetta mandatið, fer tað helst til Tjóðveldi ella til Sambandsflokkin.
Miðnámsflokkurin kemur ikki inn á ting, men um tað skuldi eydnast, so missir Javnaðarflokkurin sítt sjeynda mandat. Triðja umboðið hjá Miðflokkinum gerst so tað 33. mandatið í kapping við Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.
Tjóðveldi gongur aftur
Stóri andstøðuflokkurin hevur eina elalítla afturgongd á 0,1 og missir ein tinglim. Tjóðveldi gjørdist á seinasta vali triðstørsti flokkur í atkvøðum, men gjørdist størsti flokkur í tingmannatali við átta sessum í løgtinginum.
Tjóðveldi megnaði tá at fáa átta valdømisvald tingfólk. Henda yvirumboðan stóðst av reglunum í táverandi valskipan, men eftir broytingina í valskipanini er slík yvirumboðan ikki møgulig á sama hátt, og tí missir Tjóðveldi ein tinglim, hóast flokkurin stendur í stað.
Lítlu flokkarnir ganga fram
Sjálvstýrisflokkurin hevur brynjað seg út við nógvum nýggjum valevnum til hetta valið, og tað sæst aftur í kanningini. Næstelsti flokkurin gongur fram við 1,3 prosenti og fær tveir tinglimir.
Sjálvstýrisflokkurin hevur ligið tungt í vatnskorpuni seinastu árini og er í nøkrum veljarakanningum farin niðurum tinggáttina og hevur mist sína tingumboðan. Hendan gongdin heldur tó ikki fram sambært hesi kanningini.
Miðflokkurin hevur størstu framgongdina í prosentum. Kristiligi flokkurin hevur eina framgongd á 3,5 prosent og fær samanlagt 8,7 prosent. Miðflokkurin fær sostatt ein tinglim afturat samanborið við síðsta val. Havandi í huga at tingbólkur Miðfloksins seinasta árið hevur talt tríggjar tinglimir er hetta tó status quo.
Samanumtikið er hetta tann sami tendensurin, sum hevur verið at sæð í veljarakanningum seinastu tíðina. Sambandsflokkurin stendur sterkt, meðan hinir báðir samgonguflokkarnir ganga aftur. Tjóðveldi stendur so at siga í stað í atkvøðum, hóast flokkurin missir ein tinglim.
Tað hevur verið greitt, at Miðflokkurin fer at fáa eitt gott val, og hendan gongdin er staðfest í hesari kanningini. Sjálvstýrisflokkurin hevur fingið nógv nýggj andlit, og tað sæst eisini aftur.










