U17-gentulandsliðið til NEVZA-kappingina úttikið

Venjarin hjá U17 gentunum, Romica Øster, hevur úttikið 12 spælarar til NEVZA-kappingini, sum verður í Ikast, Danamark, 18. til 20. oktober

Venjarin hjá U17 gentunum, Romica Øster, hevur úttikið 12 leikarar, sum skulu spæla í NEVZA-kappingini, sum verður í Ikast, Danamark, 18. til 20. oktober.

 

NEVZA-kappingin í 2020 varð avlýst vegna koronu. Í 2019 gjørdust Føroyar nr. 4 av teimum 7 luttakandi londunum, eftir at hava tapt bronsudystin ímóti Svøríki 3-0 (23-25, 18-25, 22-25). Hálvfinaluna taptu Føroyar 3-1 fyri Onglandi (19-25, 19-25, 25-20, 24-26). Í innleiðandi bólkaspælinum vunnu Føroyar á Grønlandi, Íslandi og Noregi.

 

Hvat er NEVZA?

 

Fyrr plagdu Føroyar at spæla í NM-kapping – kapping um norðurlendska meistaraheitið. Men síðani er hetta broytt eitt sindur. NEVZA, sum merkir North European Volleyball Zonal Association varð sett á stovn, og Ongland er partur av tí felagsskapinum og er tí eisini við í kappingini nú. Ætlanin var eisini, at onnur av bretsku londunum og kanska Írland skuldu koma við í felagsskapin, men hetta er ikki hent. So í stuttum kunnu vit siga, at NEVZA-kappingin er ein kapping um ein víðkaðan norðurlandameistaraskap, har Ongland er við.

 

Føroyska U17-landsliðið við gentum:

 

Tóta Búadóttir, SÍ

 

Sofía Weihe, SÍ

 

Helena Skylv, Fleyr

 

Milja Silvansdóttir, KÍF

 

Heiðrun Sunadóttir, Fleyr

 

Paula Nattestad, SÍ

 

Nicola Toftegaard, ÍF

 

Anja Sólja Niclassen, SÍ

 

Brynja Jákupsdóttir, Fleyr

 

Emma Øregaard, Mjølnir

 

Andreja Petrovic, SÍ

 

Bára Jansdóttir, SÍ

 

Venjari: Romica Øster