Bíða bara eftir síðsta umfarinum

Allir spurningar eru svaraðir í toppinum og eisini í botninum í næstbestu deildini, har síðsta umfarið verður annan leygardag

Orsaka av a-landsdystinum ímóti Fraklandi seinnapartin leygardagin og U-21 landsdystinum ímóti Ukreina fyrrapartin leygardagin verður ikki spælt í næstbestu deildini í hesi vikuni. Síðsta umfarið er á skránni annan leygardag.

Kanska er tað eitt sindur óheppið, at tað skal bíðast so leingi eftir síðsta umfarinum. Allir spurningar eru svaraðir í toppinum og í botninum. B68 og ÍF flyta upp, FSV04 hevur vunnið bronsu, og B36 og KÍ flyta niður.

Einastu broytingarnar, sum kunnu koma fyri á støðutalvuni, eru á 4. 5., 6., 7. og 8. plássunum.

LÍF hevur møguleika at røkka TB á fjórða plássi, men tað er rættuliga lítið sannlíkt, tí málmunurin hjá TB er +24, og hjá LÍF er hann +18. LÍF skal í síðsta umfari spæla á heimavølli ímóti FSV04.

NSÍ er nummar seks við 30 stigum, HB er nummar sjey við 29 stigum, og SÍ er nummar átta við 27 stigum. HB skal í síðsta umfari spæla á Tvøroyri, meðan SÍ og NSÍ hittast í Sørvági.

Við sigri á TB kann HB lyfta seg upp um NSÍ. Við sigri á NSÍ kann SÍ lyfta seg upp um HB og koma ájavnt við NSÍ í stigum. Men tað ber næstan ikki til hjá SÍ at lyfta seg upp um NSÍ. Málmunurin hjá NSÍ er -19, og málmunurin hjá SÍ er -26.

Einasta óvæntaða úrslitið hesa ferð var tað, tá ið SÍ fríggjakvøldið vann 3-1 í Gundadali á HB. Talan var um javna uppgerð við sera lítlum intensiteti.

Jørgen Meitilberg legði SÍ framum miðskeiðis í 1. hálvleiki, og Tróndur Sigurðsson svaraði aftur fyri HB við stútara eftir innlegg úr høgru. Eftir steðgin misti HB skjótt ein mann. Í somu støðu varð brotsspark dømt, og tað umsetti Jens Erik Rasmussen til 2-1 SÍ leiðslu. Jørgen Meitilberg staðfesti 3-1 sigurin, tá ið hann lyfti bóltin upp um HB málverjan, sum kom út ímóti.

Eftir góða gongd í nógvar vikur noyddist TB úr Sandavági við ongum. Vindurin var nógvur, og Heron legði FSV04 á odda í 1. minutti, tá ið hann sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann setti bóltin í málið. Lítið korter undan steðginum økti Súni Fríði Barbá um leiðsluna, tá ið hann setti krúllin undir frísparksinnlegg frá Jovan Panic. Sigurin bar við sær, at FSV04 tryggjaði sær triðja plássið og harvið bronsumerkini.

ÍF vann 3-1 í Klaksvík, har intensiteturin var lítil. Bæði ÍF málini í 1. hálvleiki skoraði Atli Petersen, sum mannaði ÍF álopið saman við Bartal Eliasen. Fyrra málið skoraði hann eftir horna í 10. minutti, og seinna málið skoraði Atli í 23. minutti, tá ið hann lyfti upp um málverjan. Otto Jacobsen minkaði um munin, tá ið 2. hálvleikur var fimm minuttir gamalur. Miðskeiðis í 2. hálvleiki staðfesti verjuspælarin Áki Petersen 3-1 ÍF sigurin, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.

Tað var um reppið, at NSÍ vann øll stigini ímóti B68. Úrslitið var 1-1, og B68 javnaði í yvirtíðini, tá ið Dánial Hansen við høvdinum stýrdi hornasparksinnleggi í málið. Miðvallarin Jann Martin Mortensen skoraði fyri NSÍ, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Eftir eitt tvey samanspæl í vinstru millum Øssur Dalbúð og Jónstein Petersen stýrdi Jann Martin bóltin upp um Gunnar á Steig og í B68 málið.

LÍF fekk einki burturúr vitjanini hjá B36. Botnliðið vann 2-1. LÍF misnýtti nógvar upplagdar møguleikar, og Jóan Pauli Jakobsen var sannur brandur í B36 málinum. LÍF hevði fitta lotið undan í 1. hálvleiki, og longu í 6. minutti legði Adrian Joensen LÍF á odda.

Eftir steðgin hevði B36 vindin undan, og tá var verjuspælið hjá LÍF út av lagi vánaligt. Í 52. minutti spældi Tummas Hans Rubeksen Sigurd Carlsson leysan, og hesin javnaði til 1-1. Eitt korter fyri leiklok skoraði Tummas Hans B36 sigursmálið, tá ið hann rann frá LÍF verjuni. Í 2. hálvleiki hevði B36 fleiri aðrar møguleikar at skjóta mál.

27. og síðsta umfarið leygardagin 20. oktober: B68-KÍ, ÍF-B36, LÍF-FSV04, TB-HB og SÍ-NSÍ.


1. deild

26. umfar leygardagin 6. oktober

HB-SÍ 1-3 (1-1)

0-1: Jørgen Meitilberg

1-1: Tróndur Sigurðsson

1-2: Jens Erik Rasmussen br

1-3: Jørgen Meitilberg

Reytt kort: Torkil Kollsker, HB


FSV04-TB 2-0 (2-0)

1-0: Heron 1.

2-0: Súni Fríði Barbá 33.


B36-LÍF 2-1 (0-1)

0-1: Adrian Joensen 6.

1-1: Sigurd Carlsson 52.

2-1: Tummas Hans Rubeksen 75.


KÍ-ÍF 1-3 (0-2)

0-1: Atli Petersen 10.

0-2: Atli Petersen 23.

1-2: Otto Jacobsen 50.

1-3: Áki Petersen br 66.


NSÍ-B68 1-1 (0-0)

1-0: Jann Martin Mortensen 69.

1-1: Dánial Hansen 90.