men hann hevði ikki fingið prestsins hond á høvdið. Hetta forðaði honum eitt ár, men so vildi hann ikki bíða longur. Nú var hann á 16. ári. Tað var eingin prestur á Viðareiði um tað mundi, so okkurt mátti [...] Trøllanesar og kom eisini ofta norður aftur á slóðina. Marjun er ættað úr Útistovu, sum er eitt av teimum trimum »gomlu« húsunum á Trøllanesi. Tey bæði eru tískil ættað úr sama túni. Marjun er eisini av [...] Símun Jóhan var eisini serlig vitjan av einum dana. Hann hevði ligið á sjúkrahúsi í Danmark í 1971 saman við Símun Johan. Nú var hann komin til Føroya saman føroyskum kunninga, sum eisini kendi Símun Jóhan
Á Sálarfrøðiliga Fakfestivalinum, sum var á vári 2011, luttók 33 ára gamli sálarfrøðingurin Annika Helgadóttir Davidsen. Annika bleiv útbúgvin cand.psych. á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 2006 og er [...] rúsevnismisnýtarum á Nørrebro. Eftir hetta hevur hon einamest arbeitt við vaksnum fólki við etingarólagi á Psykoterapeutisk Center Stolpegård í útjaðaranum í Keypmannahavn. - Eg fekk starv á Stolpegård í 2008 [...] práta um og skilja støðuna á annan hátt og gera brúk av hvørjum øðrum umframt mongu ressourcunum, ið eru til staðar. Samstundis fáa tey avvarðandi møguleika at tosa við onnur sum eru í somu støðu um at stríðast
2500 áskoðarar sóu leygarkvøldið B68 spæla á einum so góðum grasvøli, sum teir ongantíð áður hava verið á. Og úrslitið boðar frá, at toftamenn stórtrivust á lítið brúkta, tætta og slætta vøllinum í Lokeren [...] hevði bóltin, men uppløgdu málmøguleikarnir kundu teljast á aðrari hondini. Á Svangaskarði skoraði Lokeren í evstu løtu undan steðginum, og á heimavølli var um reppið, at teir eisini fingu mál dygst fyri [...] Petersen bjargaði á strikuni stútara eftir hornaspark. Væl skipaðir B68 fór á vøllin fyri at fáa eitt gott úrslit. Javnleikurin ber ikki víðari luttøku í Intertoto við sær, men kortini eru toftamenn væl nøgdir
faðirin starvaðist á amerikansku herstøðini á Stokksnesi í Hornafirði sum verkstjóri hjá íslendingunum, sum starvaðust har. Tá hendan støðin bleiv niðurløgd, fór hann í starv hjá Ratsjárstofnun á Stokksnesi, [...] í, at fólk støðast óvanliga væl á MBM, og har eru fleiri starvsfólk, sum hava arbeitt í meira enn tríati ár, tvs., næstan alla ta tíð, sum Eiríki untist at vera har. Nú sjúkan versnaði, og Eiríkur visti [...] in, sum nú er avtoftað. Tá hon var tvey ára gomul, flutti familjan í nýggju húsini Nýibær í Høfn, og í hesum húsunum vuksu eisini Eiríkur og hansara systkin upp. Nógv er broytt, tí Nýibær eru hús nummar
sama, men so við og við kom B36 betri við i dystinum. Á miðvøllinum fingu teir nú fatur á nógv fleiri bóltum, og tað var eisini meira bit í, tá teir nú royndu at vinna sær niðan eftir vøllinum. Teir fingu [...] eisini skapt sær nakrar vandamiklar støður í GÍ brotsteiginum, men hinvegin fekk GÍ nú eisini betri rásarúm í álopinum, og nú kom av álvara lív í dystin, sum annars hevði verið heldur tamur meginpartin av fyrsta [...] var eins og hvørgin parturin var nøgdur við ein javnleik, og tá hálvleikurin var á leið hálvrunnin, var líkt til, at Magni á Lakjuni hevði lagt gestirnar fram um. Sum nevnt omanfyri, so varð málið tó kolldømt
inn á annara sjálvræði. Tessvegna er tað serliga, ja, kleiggjut, at Framsókn, av øllum, letur segfjarstýra av LGBT. So uppskotið er á øllum hermótum eitt drakoniskt álop á hjúnabandið, men eisini á øll [...] skítur á bøssabrúdleypið. Ella gjørdi tað so í ovurmát inntil LGBT fór í holt við bøssabrúdleypið og hugtøk ov samansett hjá tí at rúma, harímillum “javnrættindi” og “mannarættur”. N ú vit eru við hesum [...] LGBTsa senditíkum á tingi er autoritert, tí soleiðis at geva hjúnabandinum eina so einsíðaða yvirháling, er í sær sjálvum autoritert Føroyingar fara at vakna í eini institutión—ella mangul upp á somu—sum er
í dag minnir á nøkrum økjum um búskaparstøðuna mitt í 80-unum. Búskapurin er við at gerast yvirupphitaður, samstundis sum peningastovnarnir eru sera likvidir, og tekin eru um, at teir eru við at vaksa [...] sektorinum. Tað slepst ikki undan, at tiltøkini hjá sentralbankunum ávirka kappingarstøðuna á fíggjarmarknaðunum á ein ella annan hátt. Amboðini, sentralbankarnir hava fingið frá lóggávuvaldinum, hava verið [...] sentralbankin, Bank of England, bleiv settur á stovn í fyrru helvt av 18. øld. Síðan fyrst í 1970-unum, tá ið fyrireikingarnar av álvara byrjaðu til tað landsbankalóg, vit í dag kenna, hava peningastovnarnir ferð
nógvan vind á seg ella ikki. Ein stórur partur av kjakinum gekk upp á, antin tað nú var neyðugt at nýggja skipið kundi taka tveir stórar lastbilar, og um tað ikki var møguligt at minka um hæddina á skipinum [...] tá talan er um rull umborð á skipum. Í mongum lutum kann nýggja nólsoyarferjan sammetast við Teistan. Havnarviðurskiftini eru heldur ikki ólík í Nólsoy frá teimum í Skopun og á Gomlurætt, og Skopunarfjørður [...] minst líka ótespiligur á vetrartíð sum Nólsoyarfjørður er. Á fundinum varð upplýst, at tað kemur næstan ikki fyri, at Teistin avlýsir ein túr, og sama er galdandi fyri verandi Ritu á nólsoyarleiðini. Og tá
A) Tú koyrir yvir á vinstru síðu og bakkar inn á síðuvegin, og koyrir fram aftur? B) Tú koyrir inn á síðuvegin og finnur eitt vendipláss? C) Tú koyrir inn á síðuvegin, og bakkar út á høvuðsvegin, og koyrir [...] eykabindinum hjá J.H.W. Poulsen eru orðini: "Farbreyt" og "Akbreyt" ikki til í føroyska málinum. Meðan "Farleið" merkir "(rejse) rute" á donskum. Her vóru góð ráð dýr. Tey stóðu ikki á orðalistanum hjá Bileftirliti [...] morgunin, eingin ferðsla var á vegnum. Tá var eg so óansin at koyra 82 km/t í bygdum øki. Hetta var eftir mínum tykki ikki óforsvarligt, av tí at eg var totalt einsamallur á vegnum, men ov skjótt, sjálvsagt
føroyskar íverksetarar, vísir Søren Ejlersen á. Stórir óbrúktir møguleikar Týdningarmikið fyri Føroyar er eisini, at vit megna at halda upp á tey fólkini, sum standa á odda í nýskapan og endurnýggjan. – Tit [...] av Føroyum. – Føroyar eru eitt reint og í mangar mátar óspilt land. Her er bara reint, vatn allastaðni og bara natúra. Føroyar eru fantastiska langt vekk frá øllum, men Føroyar eru fantastiskar, og tað [...] í Klaksvík, sum nú eitur Íverksetarahúsið. Eitt hús har íverksetarar úr øllum Føroyum innan allar vinnugreinar kunnu koma og fáa persónliga vegleiðing, leiga sær eini høli ella luttaka á skeiðum í Íver