Opið bræv til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum

    

Álvur Danielsen
Tórshavn
????????????????

Undirritaði vil her við loyva sær at nema við nøkur mál sum viðvíkja ferðslulógini frá 1. juni 2000, umframt eftiransandi koyriroyndini hjá Bileftirliti Føroya. Og tá tygum eru í landsstýrismaður í ferðslumálum, og avvarðandi landsstýrismaður hjá Bileftirliti Føroya stíli eg hetta brævið til tygum!
Um miðjan juni í fjør undir taxakoyring við ongum ferðafólki! Hetta var klokkan 5.30 um morgunin, eingin ferðsla var á vegnum. Tá var eg so óansin at koyra 82 km/t í bygdum øki. Hetta var eftir mínum tykki ikki óforsvarligt, av tí at eg var totalt einsamallur á vegnum, men ov skjótt, sjálvsagt. Og eitt ferðslulógarbrot! Hetta hendi við Ringvegin tætt við Skóg-røkt Landsins. Hetta hevur so borið við sær, at undirritaði hevur verið tvungin at fara upp til eftiransandi koyriroynd vegna tann treytaða dómin eg tók við í hesum málinum.
Týsdagin 31. august 2004 kl. 13.00 møti eg so saman við øðrum til eftiransandi koyriroynd hjá Bilefterliti Føroya, sum tygum sum landsstýrismaður varða av. Og makan til sjuskuta koyriroynd skal man leita leingi eftir:

1.Talan er um eina óreela viðgerð, og eina gjøgnumskundaða koyirroynd, har ein verður feldur gjøgnum fellur og tulkingar, og hartil ófullfíggjaðar og ógreiðar tekningar við manglandi teksti.

2.Harnæst fær man bara 60 minuttir til at svara heili 60 spurningum har tú skalt lesa rættuliga nógvan tekst og hartil tekningar, umframt skelti. Og byrjar tímin so eitt sindur seint, og hevur lærarin klokku, sum ikki er røtt kann talan kanska gerast um bara 55 minuttir í besta føri. Henda dagin hevði eftiransandi sensorurin/lærarin hjá Bileftirliti Føroya hug at stytta royndina 5 minuttir. Men síðukvinnan gjørdi hann varugan við hvat røtt klokka var, og so vann onkur 5 minuttir. Men tá hevði eg longu lagt saman. Tí eg hevði fylgt boðunum hjá sensorinum.

3. Amboðini vit høvdu við hondina var ein standardbók: "Koyriroynd D til vanligan bil". Aftrat hesum var eitt A4-ark har vit skuldu krossa antin A, B ella C ímillum 3 valmøguleikar. Standardbókin til koyriroyndina, sum eg fekk útflýggjaða hevði strik-ur og átekningar frá øðrum fólkum, sum hava stríðst við eftir-ansandi koyriroyndini. Hesar strikur og átekningar tóku nógva tíð frá mær, tí tað var sera ørkymlandi at fáa eina so nógv endurnýtta bók. Minstakrav var, at man fekk eina reina bók uttan viðmerkingar frá øðrum fólki, sum ikki hoyra upprunaliga til bókina!

4. Rættast hevði verið, at ein sjálvur hevði havt loyvi at taka orðabók við til koyriroyndina? Komið var væl inn í tíman tá eitt A-4-ark kom inn á borðið við uml. 7-8 orðum umsett til vanligt talumál. Tá hevði eg longu í panikki lopið onkran spurningin um tí eg skilti ikki ("móðir")málið!

Hetta eru so hjartasuffini um manglandi karmarnir hjá Bileftirliti Føroya. Nú koma hjartasuffini um teir ófullfíggjaðu spurningarnir, sum man verður útsett-ur fyri undir eftiransandi koyriroyndini:

A)Tað trongskygt málsliga. Spurt verður um eitt blátt boðskelti við pílinum peikandi niður eftir, t.v.s. eitt skelti, sum eg beri á dagliga runt býin, og sum eg dugi at fyrihalda meg til. Har bleiv spurt um hetta er: A) Farleið? (B) Farbreyt? (C) Akbreyt? Sambært orðabókini hjá Christiani Matras og M.A. Jacobsen og eykabindinum hjá J.H.W. Poulsen eru orðini: "Farbreyt" og "Akbreyt" ikki til í føroyska málinum. Meðan "Farleið" merkir "(rejse) rute" á donskum. Her vóru góð ráð dýr. Tey stóðu ikki á orðalistanum hjá Bileftirliti Føroya. Avgerandi er, at eg dumpaði uppá hendan spurningin. Ella rættari sagt: eg dumpaði í (rót)føroyskum!

B) Ein spurningur var: "Tú koyrir við 80 km/t - hvat varnast tú best í sjónarringinum ("synskreds")? A) Stórir lutir? B) Lutir við sterkum litum? C) Tað sum rørir seg? Hvat vit sum einstaklingar síggja best, man verða totalt individuelt. Hjá onkrum kann tað verða ein maður við gulum jakka og endurskini við vegjaðaran, hjá øðrum kann tað verða Kongaminnið ella SMS. Og hjá einum triðja kann tað verða okkurt heilt annað. Hvat hevur hetta við mín førleika at koyra bil at gera?

C) Ein spurningur ljóðaði: "Tú koyrir við bili, og hol er á útstoytinum undir bilinum. A) Hetta er vandamikið fyri teg og tey, sum eru í bilinum? B) Órógvar bilin beint aftanfyri teg mest? C) Òrógvar bilin frammanfyri? Sum ein fakmaður segði við meg: "Hetta kemur ann uppá hvar holið er: aftan fyri ella frammanfyri katalysatorin!". Og hvat nú um eg hevði koyrt aftanfyri ein bil, sum osaði mítt útluftningsannlegg á veg niðan til Bileftirlit Føroya?? Lukkutíð hevði eg hendan rættan! Men einhvør kundi yvirbevíst meg um, at hitt var tað rættara!

D)Ein annar spurningur var við tekning har tú sást ein høvuðsveg við einum síðuvegi. Spurt var hvussu tú ber teg at, tá tú skalt venda bilinum? A) Tú koyrir yvir á vinstru síðu og bakkar inn á síðuvegin, og koyrir fram aftur? B) Tú koyrir inn á síðuvegin og finnur eitt vendipláss? C) Tú koyrir inn á síðuvegin, og bakkar út á høvuðsvegin, og koyrir fram? C er tað sjálvandi ikki. Trupulleikin var at velja millum A og B, men man fær bara ein kross! Eg valdi A, men bleiv konfronteraður við, at eitt sving var longri frammi, og tí kundi eg blivið árendur av einum bili, sum koyrdi 80 km/t. Men svingið var ikki nevnt í tekstinum! Og tekningin - tað velst um eyga, sum sær - svingið var ií hvussu er ikki nóg sjónligt fryi mær á tekningini.

E)Ein spurningur var um víkiskyldi í eini rundkoyring. Her var ikki spurt um treytaleysa víkiskyldu. Tekningin er ring at endurgeva. Men spurningurin var: A) Halda aftur fyri Bili C? B) Halda aftur fyri bili B? C) Halda aftur fyri bæði bili C og B? Eg hevði í hvussu er treytaleysa víkuskyldi fyri bil B, og breyt eg hana so gjørdi eg meg eisini inn á bil C. Tí valdi eg at svara: "Halda aftur fyri bæði bili C og B?". Men her var eingin góða mamma! Her var ikki nóg týðiligt tilskila hvat næmingurin skal vita fakliga! Men dómurin var skjótur og eirindileysur!

F)Ein trupuleiki var eitt kunningarskelti. Her kom eg av óvart at blanda veganummarið og ásetta kilometurtalið til ferjuna. Eitt skelti, sum eg dagliga dugi at fyrihalda meg til. Men har var eingin náði!

Og so vóru tað 5 aðrir spurningar um: Ein skeiv afturumlegging. Steðga við hvítt ljós við jarnbreytarumløguna (sera viðkomandi í Føroyum!). Koyrdi ov varliga við einum viðfestisvagni!!
Plassering av trýhyrninginum við neyðsteðg/støðu 50 m. ov langt frá bilinum. Manglandi 1. hjálp.
Men sum sagt hevur ein koyrt í 22 ár í havnargøtum sum postmaður, og tíðum eisini sum taxabilførari uttan at hava volt nøkrum menniskja skaða. Men hetta verður alt at rokna fyri einki!
Tú situr har við 50 røttum og 10 skeivum. Sensor tekur bara og leggur eitt bretti á A-4-arkið við spurningunum og ramsar skjótt reyðar krossar og sigur eirindaleysa dómin: "Tú ert dumpaður".
Á arkinum var givið rúm fyri: trimum karakterum: "Staðið, dumpað/ur ella vurdering!" Eg fekk sum sagt karakterin: "Dumpað/ur". Og av tí, at eg hevði lisið uppá sjálvur heima við hús, hetta av tí einføldu orsøk, at eg hevði ikki møguleika at melda meg til nakað vikuskiftisskeið hjá einum koyrilærara - har var einki skeið - spurdi eg sensor: "Nær brúkar tú: "Vurdering"?". Hesi míni rættindi fekk eg ikki nakað at vita um, bert at eg var "dumpaður"! Eg var sum danir siga: "I saksen".
Tí spyrji eg landsstýrismannin í vinnumálum, sum varðar av Bileftirliti Føroya. Er Bileftirlit Føroya bert eitt lítið kongaríki har starvsfólk tess kunnu fara við og ómyndiggera landsins borgarar, sum teimum lystir best? Umframt ómyndiggering upplivir ein at blíva eyðmýktur og niðurgjørdur!

P.S. Ironiskt nokk er staðið har eg bleiv steðgaður av løgregluni bert fáar 100 metrar frá tí staðnum har eg bleiv álopin í taxabili av ferðafólki undir taxakoyring. Hetta hendi eitt knapt ár áðrenn eg ólukkutíð koyrdi 82 km/t, eisini undir taxakoyring. Tilburðurin varð meldaður til løgregluna. Teir vóru bidnir at koma á staðið beinavegin. Eg var sligin og sparkaður av hesum ferðafólkunum, sum eru kend fyri harðskap og onnur lógarbrot. Politiið hevur ikki rætt hond frá síðu í hesum málinum. Eingin dómur er avsagdur í hesum málinum. Einki er hent hóast eg ofta havi rykt eftir hesum málinum. Hesi bæði málini standa í sterkari andsøgn við hvørja aðra. Bagatellin verður prioriterað fram um brotsgerðina. Og var tað onkur, sum segði, at Politiið bleiv verri, um tað bleiv føroyskt??
Vónandi klárar Bjarni Djurholm at svara hesum?