VINNA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Klaksvík: Søren Ejlersen var ein av teimum, sum hevði eitt upplegg til íverksetarakvøldið í Klaksvík mánadagin. Hann biðin um at koma og greiða frá um íverksetan, um seg og sítt virksemi.
Sosialurin hitti mannin í gomlu løgreglustøðini í Klaksvík, sum nú eitur Íverksetarahúsið. Eitt hús har íverksetarar úr øllum Føroyum innan allar vinnugreinar kunnu koma og fáa persónliga vegleiðing, leiga sær eini høli ella luttaka á skeiðum í Íverksetarahúsinum.
– Eg havi arbeitt við innovatión, havi tilognað mær vitan og hættir gjøgnum mítt virksemi. Soleiðis fái eg nú gjørt fólk varug við, hvussu tey røkka sínum málum, sigur Søren Ejlersen.
Hann situr við krosskastaðum beinum, hálvavegna liggjandi í stólinum við einum kaffikrússi framman fyri sær, og okkara samrøða um lyklaorðið í allari íverksetan, innovatión, byrjar.
Flyta seg í fremstu røð
– Vit mugu skilja týdningin av at flyta seg í fremstu røð. Heimurin er vorðin eitt nógv minni handilsøki, og tí er tað avgerandi neyðugt, at pláss er fyri innovatión og menning, sigur Søren Ejlersen avgjørdur.
Tí er hann heldur ikki í iva um, tá hann verður spurdur eftir síni hugsan um Íverksetarahúsið í Klaksvík.
– Hugskotið hjá Rana (Nolsøe, blðm.) er rætt, sigur hann avgjørdur.
– Men her mugu allir partar við. Politikarar, vinnan og ikki minst øll tey innovativu høvdini, skulu vera við at skapa henda pallin til føroyskar íverksetarar, vísir Søren Ejlersen á.
Stórir óbrúktir møguleikar
Týdningarmikið fyri Føroyar er eisini, at vit megna at halda upp á tey fólkini, sum standa á odda í nýskapan og endurnýggjan.
– Tit mugu varðveita tey innovativu høvdini her. Tað er týdningarmikið fyri Føroyar. Mín fatan er eisini, at her eru nógvir óbrúktir møguleikar í landinum, heldur Søren Ejlersen.
Hetta er aðru ferð hann er í Føroyum og vitjar. Tí er tað eisini avmarkaðar eygleiðingar hann hevur gjørt av føroyska samfelagnum. Men Søren Ejlersen heldur seg tó kunna siga við vissu, at nærum øll føroysk eygu eru vend móti fiskinum, tá tað snýr seg um vinnu í Føroyum.
– Her mugu tit duga at flyta fokus. Og fyri tað minsta síggja aðrar og fleiri møguleikar í fiskinum, sigur hann.
Visjónin er innovativ
Orsaka av sínum avmarkaðu eygleiðingarmøguleikum í Føroyum, so fær Søren Ejlersen illa gjørt ítøkiligar viðmerkingar til viðurskiftini innan føroyska vinnu og politikk. Men tá hann kortini verður spurdur beinleiðis um føroyskan politikk og eitt evni, sum hevur fylgt nógv í okkara fjølmiðlum, nevniliga Visjón 2015, svarar Søren Ejlersen einfalt.
– Visjónin er innovativ í sær sjálvum, og tað er tørvur á innovatión her. Tí meti eg tað vera áhugavert at vera við at stuðla undir eina verkætlan sum hesa.
Hann er sannførdur um, at tað hevur týdning fyri eitt samfelag, at tað virðismetir og raðfestir innovatión. Søren Ejlersen sigur enntá, at tað kann hava eina beinleiðis negativa ávirkan á støðufesti hjá samfelgnum, um tað ikki verður gjørt pláss fyri innovatión.
Finni eitt Føroyar brand
Søren Ejlersen var sjálvur inni á evninum í áðni, men eg havi hug at tríva aftur í tað, nevniliga heimin sum eitt handilsøki, ið er vorðið nógv minni seinnu árini orsaka av altjóðagerðini.
– Danmark er ein partur av Evropeiska meginlandinum. Hjá okkum merkir fjarstøðan einki. Tað ger hon fyri so vítt heldur ikki í Føroyum, tí tað er ein sannroynd, at tað ber til hjá føroyingum at framleiða troyggjur í India gjøgnum altjóða netini sum er, heldur fyrrverandi kokkurin.
Hann heldur eisini, at tað at Føroyar liggja so fjarskotið í mun til onnur lond, bæði kann og eigur at verða eitt av vørumerkjum okkara.
– Tit mugu finna eitt brand fyri Føroyar. Grønlendingar hava verið dugnaligir seinastu árini, at branda teirra vørur sum góðskuvørur. Millum annað við traceability (møguleikin at finna aftur til upprunan hjá vøruni, vita hvaðani hon stavar; blðm.), sigur Søren Ejlersen.
Hann nevnir so sum dømi, at tá føroyingar útflyta fisk, so er onki brand við.
– Tá fiskur verður útfluttur eigur eitt sindur um Føroyar altíð at fylgja við. Hvar er fiskurin fiskaður, hvør hevur fiskað hann, nær er hann fiskaður, og so eitt sindur um Føroyar. Tað er ein máti at gera tað uppá, og soleiðis fer altíð eitt sindur av søgu og upplýsingum út um Føroyar, tá fiskur verður útfluttur, greiðir Søren Ejlersen frá, og nevnir síðani Teitur sum dømi um eitt gott føroyskt brand.
– Hvørja ferð eitt lag verður spælt við Teiti, so verður altíð sagt at tað er “Teitur Lassen fra Færøerne”. Soleiðis verður tað gjørt vart við Føroyar, og fólk fáa eina positiva uppliving við at hoyra sangir hansara, og soleiðis eisini eina positiva mynd av Føroyum. Men Teitur er bara ein. Høvdu tit havt 50 ymsar Teitur, so hevði tað verið eitt megnar lop víðari, heldur Søren Ejlersen.
Hann fer síðani víðari í prátinum um branding av Føroyum.
– Føroyar eru eitt reint og í mangar mátar óspilt land. Her er bara reint, vatn allastaðni og bara natúra. Føroyar eru fantastiska langt vekk frá øllum, men Føroyar eru fantastiskar, og tað skal lýsast fyri øðrum, sigur Søren Ejlersen.
Vandin skapar spenning
Mánakvøldið greiddi hann teimum uppmøttu í Atlantis frá um sítt virksemi. Í dag er hann farin aftur til Danmarkar. Nakrar positivar upplivingar ríkari.
– Eg var bilsin av, at so nógv møttu upp. Eisini var tað stuttligt at eygleiða Rana, tí hann hevði ongan møguleika at vita, um fimm fólk fóru at møta til tiltakið, ella um tað komu hundrað. Men so komu væl omanfyri hundrað, og so veit Rani at hann hevur fatur í rætta endanum, vísir Søren Ejlersen á.
Júst hatta við ikki at vita, júst hvar tú ert, er ein stórur partur í íverksetaravirkseminum.
– Tað er í risikofeltinum har tað er spennandi at vera. Men tað er skjótt frá succés til katastrofu. Framhaldandi succés er treytað av, at høga ferðin verður hildin, at smíða verður meðan jarnið er heitt og at røttu avgerðirnar verða tiknar, sigur Søren Ejlersen.
Stórir møguleikar við húsinum
Hann sær eisini stórar møguleikar í Íverksetarahúsinum í Klaksvík.
– Hetta er ein góð verkætlan. Hetta verður gjørt alla aðrastaðni við. Fyri at gera vart við seg og fyri ikki at verða yvirhálað á globala marknaðinum, sigur hann.
– Tað er stórur møguleiki fyri, at fólk um nøkur ár hyggja at hesum húsinum (Íverksetarahúsinum, blðm.) við stórari virðing, men tað er treytað av stuðli alla staðni frá endar Søren Ejlersen.