Á Sálarfrøðiliga Fakfestivalinum, sum var á vári 2011, luttók 33 ára gamli sálarfrøðingurin Annika Helgadóttir Davidsen. Annika bleiv útbúgvin cand.psych. á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 2006 og er kliniskur sálarfrøðingur. Tað merkir, at hon í høvuðsheitum arbeiðir við psykoterapeutiskari viðgerð.
Fyrsta hálva árið eftir lokna útbúgving arbeiddi Annika við rúsevnismisnýtarum á Nørrebro. Eftir hetta hevur hon einamest arbeitt við vaksnum fólki við etingarólagi á Psykoterapeutisk Center Stolpegård í útjaðaranum í Keypmannahavn.
- Eg fekk starv á Stolpegård í 2008 og havi verið har síðani, tí eg trívist sera væl og síggi tann munin, okkara arbeiði ger. Tað er meiningsfult fyri meg, sigur hon.
Stolpegård er størsta ambulanta viðgerðarstaðið fyri vaksin í Danmark. Fyrr var hetta einans eitt stað fyri fólk, ið tørvaðu viðgerð fyri etingarólag, men nú er tað eitt ambulant viðgerðarstað til fólk við ymiskum trupulleikum so sum ótta, tunglyndi, PTSD og annað.
Alla ta tíðina, Annika hevur arbeitt á Stolpegård, hevur hon arbeitt við fólki. ið hava etingarólag av ymiskum slagi. Spurd, hví hon valdi júst hetta økið, svarar hon, at tað nokk mest hevur verið av tilvild. Men tað er ikki av tilvild, at hon valdi arbeiðið sum kliniskur sálarfrøðingur:
- Eg eri sera hugtikin av at arbeiða við psykoterapi, og tað er kanska meira hetta, ið hugtekur meg enn akkurát etingarólagsproblematikkurin í sjálvum sær. Tað er so gevandi at síggja, hvussu stóran mun psykoterapeutiskar samrøður kunnu gera, serliga tá tú sum viðgerði tekur tey avvarðandi við í viðgerðina av sjúklinginum, sigur hon.
Veruliga lívið inn í terapirúmið
Á sálarfrøðiliga fakfestivalinum hevði Annika tvær verkstovur (workshops), harímillum eina um júst týdningin av, at avvarðandi luttaka í sálarfrøðiligari viðgerð.
- Tú hevur ikki eina dóttur, ið skal undir operatión, uttan at tú sum avvarðandi verður kunnaður og biðin at koma til samrøðu. Hví skal tað vera øðrvísi, tá tað er ein sálarlig sjúka? Tað er sera týdningarmikið eisini tá – bæði fyri sjúklingin og avvarðandi – at kunna hava ein leiklut í viðgerðargongdini.
Annika greiðir frá, at hon aftur og aftur hevur upplivað, at tað lættir um hjá teimum avvarðandi, tá tey fáa høvi at koma við til samrøðu.
- Tey avvarðandi kenna seg maktarleys mótvegis trupulleikanum hjá tí sjúka. Tey eru eisini mangan handlingslammað og vita ikki, hvussu tey skulu bera seg at. Skulu tey trýsta tann sjúka til at eta, ella einki krevja? Skulu tey seta spurningar, ella skulu tey tiga?
- Soleiðis stríðast tey - mangan í einsemi. Tá tey fáa høvi at luttaka í samrøðuni, verður hol sett á tøgnina og nívandi einsemi, og saman við viðgerðanum og sjúklinginum finna tey sum oftast útav, hvussu tey skulu tosa um sjúkuna. Eisini gerast tey mangan greiðari um, hvussu tann sjúki metir, at tey kunnu hjálpa honum ella henni.
Eitt, sum sambært Anniku serliga hevur verið gagnligt fyri avvarðandi at sjúklingum við etingarólagstrupulleikum á Stolpegård, eru tey sokallaðu “fleirfamiljutiltøkini”. Hetta er eitt átak, har sjúklingarnir bjóða avvarðandi inn til ein temadag, har tey fáa kunning um viðgerðina, umframt høvi at hitta onnur avvarðandi í somu støðu. Serligi viðgerðarhátturin stavar upprunaliga frá arbeiði við børnum og ungum, men er eisini sera viðkomandi við vaksnum.
- Her er týdningarmikið, at sjúklingurin sjálv/ur sleppur at avgera, hvør er avvarðandi - tað kunnu eins væl vera vinfólk og arbeiðsfelagar, sum foreldur og systkin. Endamálið er millum annað at gera tað møguligt hjá sjúklingum og avvarðandi at práta um og skilja støðuna á annan hátt og gera brúk av hvørjum øðrum umframt mongu ressourcunum, ið eru til staðar. Samstundis fáa tey avvarðandi møguleika at tosa við onnur sum eru í somu støðu um at stríðast við etingarólag hjá einum familjulimi, vinfólki, arbeiðisfelaga o.s.fr.
- Hetta loysir ómetaliga nógv upp hjá sjúklingum og avvarðandi, og serliga fáa vit mangan respons frá avvarðandi um, at nú kenna tey seg ikki longur so løgin og einsamøll við sínum trupulleika. Soleiðis ber til at bjóða veruliga lívinum inn í terapirúmið og enntá á ein fíggjarliga bíligan hátt, sum ikki krevur meira enn umleið 6 eyka arbeiðstímar um mánaðin fyri okkum viðgerðar á Stolpegård.
Sjúklingurin er serfrøðingurin
Ein onnur orsøk til, at Annika heldur tað hava týdning at bjóða avvarðandi við í viðgerð, kemur frá tí systemiskt/narrativa ástøðinum, ið er teoretiska grundarlagið undir hennara arbeiði.
At arbeiða systemiskt merkir í høvuðsheitum at síggja familjuna sum eitt system, og at hava fokus á sambandið millum familjur, í parløgum, vinarbondum og so framvegis heldur enn bert at hava fokus á sjálvan einstaklingin. Útgangsstøðið er, at trupulleikin liggur ikki hjá bert einum familjulimi, men at hann í stóran mun verður ávirkaður av samskiftinum millum familjulimir, og sostatt er partur av eini størri heild. Tí er neyðugt at skilja, at tað finst ikki bert ein veruleiki, men fleiri veruleikar - alt eftir úr hvørjum sjónarhorni mann hyggur.
- Harafturat leggur systemiskt/narrativa tilgongdin til psykoterapi eisini dent á at fokusera á framtíðina og ressoursirnar hjá sjúklinginum heldur enn einans trupulleikan, fortíðina og vantandi ressoursirnar. Hetta er sera orkugevandi og gagnligt fyri sjúklingin og viðgerðargongdina. Tað, sum mær eisini dámar við hesi tilgongd, er, at hon leggur upp til, at tað er sjúklingurin, ið er eksperturin í sínum lívi.
- Í eitt nú psykodynamisku tilgongdini til viðgerð meini eg, at mann stundum problematiserar sjúklingin við at leggja upp til, at orsøkin til trupulleikan liggur í fortíðini og í einstaklinginum. Tað er torført at broyta ella ávirka tað, sum longu er hent. Harafturat gerst viðgerðin eisini serfrøðingur við tað, at hann í hægri mun stýrir samrøðunum og tulkar útsagnir og atferð hjá sjúklinginum. Eg haldi tað vera meira gagnligt fyri sjúklingin at hyggja at støðuni her og nú heldur enn at leita aftur í fortíðina og eisini at hava sum útgangsstøði, at sum terapeutur veit eg als ikki betur um hendan persónin og hansara lív enn hvat hann ger sjálvur, og tí er hann serfrøðingurin – ikki eg.
Frá kliniskari praksis til gransking
1. desember fór Annika undir eina Phd útbúgving við eini granskingarverkætlan, ið skal snúgva seg um, hvussu ber til at bøta um psykoterapeutiska viðgerð fyri fólk við etingarólagi.
Hóast Annika soleiðis skiftir praktiska kliniska arbeiðið út við lívið sum granskari, er tað tó sama teoretiska grundfatan, hon tekur støði í.
Við støði í spurnarbløðum fer Annika at granska, hvussu sjúklingurin metir um hvønn terapitíma. Sjúklingurin fær høvi til at siga, hvat hjálpir og ikki undir einum viðtalutíma, og hvussu hann ella hon upplivar sambandið við viðgerðan. Soleiðis ber til at broyta viðgerðina, soleiðis at hon betri hóskar til sjúklingin.
Sum terapeutar gloyma vit stundum at spyrja sjúklingin, hvat hann heldur hjálpir honum – kanska tí terapeuturin sjálvur stundum óttast fyri atfinningum, og hvat aftursvar hann fær. Mín granskingarverkætlan skal taka støði í sjúklinginum, og vitanin um, hvat hjálpir og ikki, skal koma sjúklinginum til góðar. Tað skal ikki vera ein vitan, ið kemur úr erva og niður – tvs. frá einum abstraktum ástøði og niður í praksis - men umvent: Frá sjúklinginum í praksis og upp.
Bæði í teori og praksis heldur Annika sostatt fast í tí sjónarmiði, at tað er sjúklingurin, ið er serfrøðingurin – ikki sálarfrøðingurin.
***
Fakta
Annika Helgadóttir Davidsen
Útbúgving
2006: cand.psyk frá Københavns Universitet
2010: autorisatión frá Dansk Psykolognævn
2010: serútbúgving innan etingarólag
Arbeidsøki:
2007: sálarfrøðingur hjá Københavns Kommune, á viðgerðarstaði fyri misnýtarar í metadon-vidgerð
2008-2010: sálarfrøðingur á Psykoterapeutisk Center Stolpegård, Ambulatorium for Spiseforstyrrelser
2011: ph.d.-lesandi í samstarvi vid Københavns Universitet og Psykoterapeutisk Center Stolpegård
***
Fokus á sálarfrøðina
Á várið 2011 skipaði ein bólkur av sálarfrøðingum saman við felagnum “Føroyskir Sálarfrøðingar” fyri tí fyrsta føroyska sálarfrøðiliga fakfestivalinum. Endamálið við fakfestivalinum var at menna sálarfrøðiliga vitan, innlit og førleika í Føroyum, og at bjóða øðrum fakbólkum møguleika at ogna sær vitan og íblástur innan júst hetta økið.
Endamálið var eisini at varpa ljós á, hvussu margfeld og fjølbroytt sálarfrøðin er. Tískil vóru verkstovurnar á fakfestivalinum eisini býttur í fimm breytir: “Børn og Ung”, “Arbeiðis og Organisatiónssálarfrøði”, “Læring og Menning”, “Klinisk Sálarfrøði og Viðgerð” og “Likam og Sál”.
Sálarfrøðiligi fakfestivalurin verður aftur 22 og 23 mars 2012, og í tí sambandi hevur Súsanna O. Skaale forkvinna fyri Sálarfrøðiliga fakfestivalin 2012 gjørt eina greinarøð við samrøðum við ein sálarfrøðing frá hvørji breyt. Samrøðurnar snúgva seg í høvuðsheitum um valda evnið hjá sálarfrøðinginum. Hendan samrøðan er við Anniku Helgadóttir Davidsen.