tosa við Tórmóð - nú hann visti, hvønn veg tað bar - um hansara lív og hugsjónir, tí hann var ein ómetaliga rík kelda og ein góður íblástur til komandi ættarlið. Góði Tórmóður - vit eru mong, sum ongantíð [...] bert er teimum fáu beskorið. Tað er ein stórur missur fyri land okkara, nú Tórmóður er farin. Hann var tann, ið tordi at seta orð á so nógv av tí, sum mong av okkum bara gingu og hugsaðu. Hann var meira [...] orkuútbyggingum. Samtíðis sum hann minti okkum á at vera góð við okkara egna land og teir møguleikar her vóru, so vísti hann okkum eisini veg út í stóru verð, har vit kundu fáa bæði íblástur og vitan til nettup
at tey veruliga eru um at koma í snúningar, og eru tey tað, so vita flestu fótbóltshugaðir føroyingar, at tey kunnu sýna nakað av tí besta fótbóltsspælinum, sum vit kunnu uppliva her á landi. Fyrsta korterið [...] lið, sum skal forða fyri hesum. Meistaraspæl í eitt korter Nú var talan sjálvandi eisini um dyst millum tey bæði liðini, sum á pappírinum eru tey sterkastu í landinum í løtuni, og tí var áhugin eisini [...] Vandamiklir deyðbóltar Spakuliga kom Skála tó eisini við í dystin. Ikki minst fingu Pauli og Nenad nú fatur á meira á miðvøllinum, og so líðani byrjaðu álopini at ganga báðar vegir. Og brádliga, so kom eisini
nar eru nú so lágar, at nógvir pensjónistar, kenna seg noyddar at søkja um hjálp gjøgnum ymsar hjálparpakkar hjá Almannaverkinum. Hjálparpakkarnir hjá Almannaverkinum eru nógvir [...] Pensjónirnar eru púra afturútsigldar og sera lítið hækkaðar í krónum í mun til ta lønarhækkan, roknað í krónum, sum fakfeløgini á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum hava fingið seinnu [...] seinnu árini. Eisini eru pensjónirnar útholaðar av sera stórum príshækkingum á mati og øðrum neyðsynjarvørum. Fólka- og fyritíðarpensjónistarnir hava heldur ikki fingið lut í tí skattalætta
privatfólk, stovnar og fyritøkur. Á teimum ymisku breytunum kunnu bilførarar undir tryggum umstøðum betra um síni evnir at koyra bil, bæði á turrum og vátum vegi og á hálkubreytunum, har bilførarar kunnu [...] síðan at missa tamarhaldið á bilinum, meðan ein instruktørur alla tíðina vegleiðir og ger viðmerkingar til koyringina. Tá tað er ein sannroynd, at tey flestu óhappini á vegunum eru orsakað av menniskjansligum [...] til at reagera rætt og taka ta røttu avgerðina. Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd sigur, at um vit ikki hava somu umstøður á slíkum koyritekniskum breytum, sum onnur lond, so er vandi fyri, at koyrikort
ímóti. Hesin minnilutin undrast á og skilir ikki, at landsstýrið í uppleggi sínum ikki viðger hernaðarligu viðurskiftini, sum vit vórðu tengd at, tá NATO støðir vórðu lagdar á føroyskt øki. Tær frágreiðingar [...] Nógv bendir á, at hetta skyldast ósemju innanhýsis millum landsstýrisflokkarnar, og er hetta ein veikleiki, sum kann koma okkum aftur um brekku. Minnilutin heitir á landsstýrið um at fáa greiði á hesum øki [...] eftir við avtalum við danir at varðveita núverandi støðið á vælferðarsamfelagnum. Minnilutin loyvir sær at minna á, at ein trygd, grundað á hjálp menniskja, altíð verður svikalig. Harnæst harmar tað
Her vísir hann á, at síðan apoteksdeikd varð sett á stovn í 1883 er fólkatalið nærum tvífaldað. Nú búgva um 18.000 fólk í Føroyum, og læknatalið er eisini nærum tvífaldað. Teir eru nú seks í tali. Um [...] Føroyum, fekk hann starv á ymiskum donskum apotekum. Hann var millum annað á Svane Apoteket í Keypmannahavn frá februar 1885 til november 1887. Íðin í Føroyingafelag Nú keypir hann part í einum vínhandli [...] gjørdust limir í felagnum, tá ið tað var stovnað í 1881. Og kaga vit í fyrstu songbókina, prentað á føroyskum í 1892, “Føriskar vysir,” finna vit frá hansara hond fýra yrkingar. Nr. 34 “Minnir úr Førjun,”
skipaskránni, FAS og undir altjóða, donsku skipaskránni, DIS. Hetta eru sjófólk, sum sigla við farmaskipum og ferðafólkaskipum og tað eru ikki allar kommunurnar, sum hava so nógv av hesum sjófólkunum í kommununi [...] eldraøkið í Suðuroy næsta ár, og tað eru 411.870 krónur meiri enn tey fáa í gjaldi úr landskassanum. Porkenningar skulu rinda 4.170.748 krónur til eldraøkið næsta ár, og tað eru 484.748 krónur meiri enn gjaldið [...] til eldraøkið næsta ár og tað eru 756.074 krónur meiri enn endurgjaldið úr landskassanum er. Vágs kommuna skal rinda 17.595.341 krónur til eldraøkið næsta ár, og tað eru 804.341 krónur meiri enn gjaldið
Tað var við Fram hjá Evensen í Havn. Villy Reinert, á Rituni, var skipari. Evensen fór tó á húsagsang sama ár. Túrurin byrjaði buldrasliga. Teir vóru á veg til Grønlands. Teir høvdu sett ein stóran klyvara [...] høvdið, tá Týskland legði á Noreg Nú fer at nærkast týsku hersetingini av Danmark og Noregi. Teir mynstra við Marocco 16. februar 1940. Tá var Bretland longu í kríggj við Týskland. Nú var tað ikki so lætt sigla [...] apríl kl. 10 á kvøldi. Alt var so óvist, og lurtað varð nógv eftir tíðindum. Flestu vita, at Danmark varð hersett av týskarum á morgni 9. apríl og gav seg yvir beinanvegin. Teir løgdu samstundis á Noreg, og
men hann hevði ikki fingið prestsins hond á høvdið. Hetta forðaði honum eitt ár, men so vildi hann ikki bíða longur. Nú var hann á 16. ári. Tað var eingin prestur á Viðareiði um tað mundi, so okkurt mátti [...] Trøllanesar og kom eisini ofta norður aftur á slóðina. Marjun er ættað úr Útistovu, sum er eitt av teimum trimum »gomlu« húsunum á Trøllanesi. Tey bæði eru tískil ættað úr sama túni. Marjun er eisini av [...] Símun Jóhan var eisini serlig vitjan av einum dana. Hann hevði ligið á sjúkrahúsi í Danmark í 1971 saman við Símun Johan. Nú var hann komin til Føroya saman føroyskum kunninga, sum eisini kendi Símun Jóhan
Á Sálarfrøðiliga Fakfestivalinum, sum var á vári 2011, luttók 33 ára gamli sálarfrøðingurin Annika Helgadóttir Davidsen. Annika bleiv útbúgvin cand.psych. á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 2006 og er [...] rúsevnismisnýtarum á Nørrebro. Eftir hetta hevur hon einamest arbeitt við vaksnum fólki við etingarólagi á Psykoterapeutisk Center Stolpegård í útjaðaranum í Keypmannahavn. - Eg fekk starv á Stolpegård í 2008 [...] práta um og skilja støðuna á annan hátt og gera brúk av hvørjum øðrum umframt mongu ressourcunum, ið eru til staðar. Samstundis fáa tey avvarðandi møguleika at tosa við onnur sum eru í somu støðu um at stríðast