málið so hart upp, sum tær gera. Tað er teirra val, men øll fakfeløg eiga at vera opin fyri broytingum og at leiðslan hevur rætt til at gera broytingar, uttan at vera hótt við verkfalli. ? Slík framferð [...] samstarvi Hann vísur á, at umleið helvtin av starvsfólkunum á Landssjúkrahúsunum eru sjúkrarøktarfrøðingar og at tað hevur verið eitt gott samstarv við tey. ? Tí er tað ógvuliga óheppið, at tær seta hetta málið [...] krígsavbjóðing og tær hava gjørt greitt, at tær eru tilreiðar at taka øll neyðug stig fyri at forða fyri umleggingunum. ? Vit ætla okkum ikki í kríggj við sjúkrarøktarfrøðingarnar og tað er heldur ikki
Sjálvandi ber tað til hjá okkum at vinna. Vit skulu hava trý-fýra stig fyri at tryggja okkum plássið í deildini, og tað fara vit eisini at gera. Men fer KÍ at vinna nakran dyst aftrat í ár? - Vit fara at vinna [...] Tað eru trý umfør eftir at spæla, og av hesum trimum dystunum fer KÍ at vinna minst ein. Tað sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá KÍ, sum hevur venjari hjá KÍ síðani 12. juni og 13. leikumfar: - Sjálvandi [...] skora í evstu løtu. Gert byrjaði og endaði Faktiskt var alt var, sum tað plagdi at vera í Klaksvík leygardagin. KÍ legði bragdliga fyri og Páll Klettskarð skoraði, tá sekundvísarin hevði snarað lítið meiri
tryggja, at bygningurin ikki fer at seta seg, eftir at hann er bygdur. Hetta arbeiðið er nú um at koma á mál, og tí er klárt at byggja í næstum. – Tíðarkarmurin til byggingina er tvey ár. Ætlanin var, at hotellið [...] hotellið skuldi vera klárt til summarið 2025, men tað fer ikki at røkka, sigur Jan Petersen. Hann væntar, at hotellið stendur klárt beint eftir summarið í 2025 – ella um tvey ár frá nú av. ##med3## Bygg [...] synergiir millum hotellið og mentanarhúsið. ##med4## – Sum ein natúrligur liður í hesi gongd meta íleggjarnir, at løtan er tann rætta at byggja eitt gott hotel í Klaksvík at tæna teimum vitjandi í norðari
eigur og má fáa góðar og greiðar karmar at virka undir, so at alivinnan framvegis kann verða eitt munandi íkast í føroyska búskapin. Tí eigur løgtingið sum skjótast at viðgera støðuna í alivinnuni og skipa [...] alivinnuni nýggjan kapital og tað er ógvuliga avmarkað, hvussu nógv vit sjálvir eru førir fyri at seta afturat av pengum í alivinnuna. Tí eiga vit at loysa henda trupulleikan soleiðis, at meiri útlendskur kapitalur [...] fram við teirra arbeiðsplássum. Tá ið alt gongur væl, kann tað vera gott, at vit eiga meginpartin sjálvi, men kanska var betri, um vinningurin og harvið váð-in var spjaddur út á fleiri partar. So hevði støðan
kundunum í handlinum Music og Movies var Vár í Gong. Hon kennir Jesper og visti tí um henda handilin. - Eg haldi at hetta er eitt gott hugskot. Her ber nevniliga til at fáa góðar fløgur, og so kosta tær haraftrat [...] fingið samband við góðar leverandørar í Danmark, soleiðis at hann altíð fer at kunna hava eitt breitt og gott úrval av eldri fløgum, filmum og DVD um. - Hóast hetta eru eldri fløgur, so er kortini ikki [...] dámar Jesper væl at ganga í slíkar handlar í Danmark, og so líðandi var hugsanin komin, um ein ikki átti at farið undir ein slíkan handil í Føroyum eisini. - Í teimum stóru handlunum er lætt at fáa fatur á
vekk til, at tað sama er galdandi har, men tað dugi eg ikki rættiliga at meta um. Dugir tú at meta, hvat Eysturoyartunnilin fer at merkja fyri Havnina? - Tað er eyðsæð, at tunnilin eisini fer at hava týdning [...] sera positivt og fer við tíðini at verða ein skilagóð loysn og íløga - ja, hetta er ordiliga gott. Hvønn týdning heldur tú, at Eysturoyartunnilin fer at hava fyri Skálafjørðin, Eysturoynna og Norðoyggjar [...] fyri okkara øki. Metir tú, at tunnilin fer at økja um áhugan at seta búgv í nærliggjandi økjunum við Skálafjørðin? - Tað er soleiðis, at vit longu merkja øktan áhuga frá fólki um at seta búgv í Fuglafjarðar
vón um, at leikararnir bróta upp ermar, og fara inn á vøllin at geva alt, sum teir hava. Tað var tó bara annað liðið, sum gjørdi tað í dag. Okkara leikarar sóu heldur út, sum um teir royndu at gera onkrar [...] helst einki at óttast fyri okkara viðkomandi, sigur Holmstrøm, áðrenn hann at kortini letur eitt skot av móti donsku miðlunum, sum komu við tíðindunum. - Tað er ikki tað. Eg haldi tað vera í fínasta lagi [...] steypafinaluni. Men eins og flestu av hinum áskoðarunum í Parkini, so mátti eisini hann ásanna, at OB snøgt sagt var betra liðið. - Tað er nokk eingin sum helst ivi um, at tað var rætta liðið, sum vann
sambandi eru, at ferðingin til og frá spæliplássinum verður skipað soleiðis, at tætt samband ikki er við onnur. - Børn hava altíð gott av at røra seg, men tá sjúka rakar, so er kanska gott at leggja sær í [...] vit eiga og mugu hugsa um, at barnalívið eisini skal vera gott, hóast børnini fáa staðfest koronu. Tí varð hetta eitt av málunum, sum var til umrøðu, tá mentanarnevndin hevði fund týsdagin. Tað siga tey [...] januar til 1. februar. - Vit vóna sjálvandi, at fólk fara at taka væl ímóti hesum. Spæliplássið í Kráargøtu er nýtt og stórt, og tí var nevndin samd um, at hetta var mest upplagda spæliplássið til hetta
til, at Landsstýrið ætlar at hækkar játtanina á langtíðarætlanini, sum er løgd fyri 2008. - Tað boðar ikki frá, at ætlanin er at raðfesta granskingina í 2008 heldur og tað tískil ikki sigast, at tað, sum [...] heldur hann, at tað er í so bjartskygd av landsstýrinum at siga, at granskingarlundin skal prosjekterast í 2007 og at farast skal undir byggingina í 2008. - Eg vildi trúð, at tað tekur longri tíð at byggja eina [...] hava sagt, at ætlanin er at raðfesta hana. So eitt er tað, at granskingin ikki verður raðfest áðrenn hendan umskipingin ikki er gjørd. Men tað ørkymlar formannin í Granskingarráðnum, at tað eru heldur
kosið at vera ársins virki 2012. Dómsnevndin grundgav, at úrslitið hjá Luna hevur verið gott síðstu árini, at tað hevur givið gott avkast til eigarar sínar og at tað als ikki er komið sovandi til tað. Virkið [...] á tá og ment seg við stórum denti á gransking og menning, grundgav dómsnevndin. Endamálið við hesi útnevningini er at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum [...] borgarum. Endamálið er eisini at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós. Til at velja Ársins Virki situr ein dómsnevnd, ið er vald av