Alivinnan í Føroyum er sum øllum kunnugt í stórum trupulleikum. Hetta eiga vit at taka í størsta álvara, fyri at henda vinna kann koma fyri seg aftur, ongantíð ov skjótt.
Alivinnan er eitt gott alternativ til okkara fiskivinnu og hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Vit hava nógv sera gott fólk, sum kennir hesa vinnu væl og sum hava vunnið sær stóran kunnleika á økinum ígjøgnum hesi árini, henda vinna hevur virkað her á landi.
Sum støðan er nú, tørvar alivinnuni nýggjan kapital og tað er ógvuliga avmarkað, hvussu nógv vit sjálvir eru førir fyri at seta afturat av pengum í alivinnuna. Tí eiga vit at loysa henda trupulleikan soleiðis, at meiri útlendskur kapitalur kann koma ínn í alivinnuna. Vit eiga at sleppa markinum á 33% av útlendskum kapitali og geva pláss fyri væl meira av útlendskum kapitali, hetta fyri at alivinnan kann fóta sær aftur og okkara fólk framhaldandi kann halda fram við teirra arbeiðsplássum.
Tá ið alt gongur væl, kann tað vera gott, at vit eiga meginpartin sjálvi, men kanska var betri, um vinningurin og harvið váð-in var spjaddur út á fleiri partar. So hevði støðan, sum vit nú eru komin í, helst ikki rakt okkum so hart, sum nú.
Um vit eru bangnir fyri at útlendskur kapitalur kemur at steðga allari aling í Føroyum, fyri síðani at hava betri møguleikar eitt nú í Norra, so er góður møguleiki fyri at seta treytir við aliloyvinum. Tað kann gerast við at áleggja feløgunum framleiðsluskyldu her heima í Føroyum og um framleiðsluskyldan ikki verður hildin, fellur rætturin at virka í tí føroysku alivinnuni burtur hjá viðkomandi felag. Seta vit rímiligar treytir til teir, sum hava aliloyvir, verða eftir míni metan, áhugamálini hjá bæði føroyingum og teimum, sum koma at keypa seg inn í alivinnuna í Føroyum, vardur.
Ístaðin fyri at seta vinnuni forðingar í vegin, eiga vit í staðin at geva vinnuni henda møguleika, sum ger, at alivinnan aftur kann mennast í Føroyum okkum øllum til fyrimuns. Vinnan eigur og má fáa góðar og greiðar karmar at virka undir, so at alivinnan framvegis kann verða eitt munandi íkast í føroyska búskapin.
Tí eigur løgtingið sum skjótast at viðgera støðuna í alivinnuni og skipa so fyri, at alivinnan í framtíðini fær góðar og rúmligar karmar at virka undir. Tað má ikki henda, at alivinnan snávar um tær forðingar, sum landsins myndugleikar við lóg hava sett alivinnuni.
Latið okkum finna skilagóðar loysnir, alivinnuni og okkum øllum at gagni.









