Hóttan um verkfall máa støðið undan einum góðum samstarvi

-? Vit hava havt gott samstarv við -sjúkrarøktarfrøðingarnir á Landssjúkrahúsinum, men hóttanin um verkfall máar støðið undan einum góðum samstarvi, sigur Poul Geer Hansen, sjúkrahússtjóri

Umleggingar á føðideildini

? Vit lata okkum ikki trýsta av hóttanum um verkfall. Men hinvegin ætla vit okkum heldur ikki í stríð við sjúkrarøktarfrøðingarnar.
Poul Geert Hansen, stjóri á Landssjúkrahúsinum, heldur, at tað er ógvuliga óheppið, at sjúkrarøktarfrøðingarnir hótta við verkfalli, verða ætlaðu umleggingarnar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum settar í verk.
Ætlanin er at nakrir sjúkrarøktarfrøðingar skulu missa størvini og at ljósmøður skulu yvirtaka tey. Ljósmøðurnar ganga á vakt kortini, men sum er, verða tær bara tilkallaðar, tá ið kvinnur skulu eiga. Við at lata tær taka lut í vanliga arbeiðnum, heldur leiðslan seg fáa størri nyttu burturúr arbeiðsmegini, samstundis sum tænastustøðið hækkar, tí nú fær ljósmóðurin verið um barnakonurnar í eitt longri tíðarskeið.
Sjúkrarøktarfrøðingarnar taka hetta sum onki minni enn eina krígsavbjóðing og tær hava gjørt greitt, at tær eru tilreiðar at taka øll neyðug stig fyri at forða fyri umleggingunum.
? Vit ætla okkum ikki í kríggj við sjúkrarøktarfrøðingarnar og tað er heldur ikki endamálið við ætlaðu umleggingunum, sigur Poul Geert Hansen.

Máar støðið undan góðum samstarvi
Hann vísur á, at umleið helvtin av starvsfólkunum á Landssjúkrahúsunum eru sjúkrarøktarfrøðingar og at tað hevur verið eitt gott samstarv við tey.
? Tí er tað ógvuliga óheppið, at tær seta hetta málið so hart upp, sum tær gera. Tað er teirra val, men øll fakfeløg eiga at vera opin fyri broytingum og at leiðslan hevur rætt til at gera broytingar, uttan at vera hótt við verkfalli.
? Slík framferð máar støðið undan góðum samstarvi, sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum.
Hann sigur, at sum málið liggur í løtuni, stendur leiðslan fast um, at ætlaðu umleggingarnar á føðideildini eru tær røttu at gera.
Men hann leggur samstundis dent á, at avgerðin er ikki tikin enn.
? Málið er í løtuni til hoyringar. Tá ið freistin er úti, verða hoyringssvarini viðgjørd og so verður endalig støða tikin, sigur hann.
Verður endaliga avgerðin, at umleggingarnar verða framdar, fer leiðslan at kenna ábyrgd mótvegis sjúkrarøktarfrøðingunum á føðideildini og at royna at finna teimum, sum missa starvi, pláss aðrastaðni á Landssjúkrahúsinum.
Kortini heldur hann, at tað er altíð trupult at viðgera eitt mál, tá við eini verkfalshóttan hangandi yvir høvdinum.
Hann sigur eisini, at umleggingarnar á føðideildini eru ikki gjørdar í fara ikki at lækka støðið á føðideildini og ætlanin er als ikki, at deildin heilt verður drenað fyri sjúkrarøktarfrøðingar, tí eftir ætlan skulu tað verða umleið helvt um helvt sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður til arbeiðis á føðideildini.
Hóast avgerð ikki er tikin enn ger Poul Geert Hansen púra greitt, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum letur seg ikki hótta til at taka ávísar avgerðir,tí so verður tað ómøguligt at virka sum leiðsla.
-? Men tað er heldur ikki eitt mál hjá okkum at fara í kríggj við sjúkrarøktarfrøðingarnar , tí tað ætla vit ikki, sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum.