Fimm mánaðir síðani seinast

Í Klaksvík eru nógv trúgvandi fólk, men á KÍ liðnum eru ikki nógvir mans, sum trúgva upp á, at tað ber til at vinna ein dyst longur. Nú eru fimm mánaðir síðani seinasta sigurin, men venjarin sigur, at KÍ fer at vinna minst ein dyst aftrat í ár

Tað eru trý umfør eftir at spæla, og av hesum trimum dystunum fer KÍ at vinna minst ein. Tað sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá KÍ, sum hevur venjari hjá KÍ síðani 12. juni og 13. leikumfar:
- Sjálvandi ber tað til hjá okkum at vinna. Vit skulu hava trý-fýra stig fyri at tryggja okkum plássið í deildini, og tað fara vit eisini at gera.
Men fer KÍ at vinna nakran dyst aftrat í ár?
- Vit fara at vinna ein dyst aftrat í minsta lagi, sigur Eyðun Klakstein.
Mótstøðuliðini hjá KÍ tað, ið eftir er av kappingini, eru AB á útivølli, Víkingur á útivølli og so 07 Vestur á heimavølli.

80 sekund frá sigri
Tá tveir minuttir vóru spældir av dystinum millum KÍ og EB/Streym, var støðan 1-0 til KÍ. Tá tíggju minuttir vóru eftir, var støðan 3-1 til KÍ. Tá tað einans restaðu ein minuttur og 20 sekund av tíðini, dómarin hevði lagt aftrat, var støðan 3-2 til KÍ.
Kortini mistu klaksvíkingar sigurin. EB/Streymur megnaði – eins og mong onnur – at skora í evstu løtu.

Gert byrjaði og endaði
Faktiskt var alt var, sum tað plagdi at vera í Klaksvík leygardagin. KÍ legði bragdliga fyri og Páll Klettskarð skoraði, tá sekundvísarin hevði snarað lítið meiri enn tvær ferðir runt klokkuna.
Seinni hálvleikur byrjaði upp á neyvt sama máta sum fyrri. Tá máltalvan vísti, at 46 minuttir vóru spældir, stóð 2-0 á hesari somu talvuni.
Og seinni hálvleikur byrjaði við buldur og brak, tí bara tveir minuttir seinni, so hevði EB/Streymur minkað um munin. Tað vísir seg nevniliga, at KÍ ikki skal føra við tveimum málum, tí so gongur galið. Í fyrstu atløgu var tað Niels Pauli Danielsen, sum er uppvaksin í KÍ, ið skoraði til 2-1.
Tá dysturin var ein tíma gamal svaraði KÍ aftur. Hesaferð var tað sonur venjaran Eyðun, Heðin Klakstein, ið telist millum U21-landsliðsleikarar okkara, ið økti til 3-1. Fjøldin fagnaði KÍ og alt tóktist so sera gott í Klaksvík. Men tað bleiv tað ikki.
Fyrst minkaði Leif Niclasen um munin, og í eini roynd at vinna tað, sum vinnast kundi, varð Egil á Bø sendur úr miðverjuni í álopið. Hetta gav úrslit, tí í yvirtíðini stútaði hann eitt innlegg frá Gert Hansen í netið.
Soleiðis var tað Gert, sum átti næstseinasta fótin á bæði fyrsta og síðsta málinum í dystinum, tí kollfirðingurin átti líka stóran lut í fyrsta málinum hjá KÍ sum Páll Klettskarð, tá hann kom við eini vónleysari afturlegging til René Tórgarð.
- Ja, hvør minnist ikki Jesper Olsen í '86, skrivaði Gert Hansen á Facebook eftir dystin og gjørdi harvið greitt, at hann um nakar var greiður um sítt stóra mistak.

Egil er egin
EB/Streymur bjóðaði annars Egil á Bø vælafturkomnan á liðið leygardagin. Egil hevur ikki vant við í ár, men hevur hjálpt til, tá tað hevur staðið á við fólki. Síðani Dánjal Davidsen fór avstað aftur, eftir at hava spælt tíggju dystir í summar, hevur Pætur Dam Jacbosen spælt í miðverjuni hjá EB/Streymi. Hann hevði leikbann leygardagin, og tí var Egil aftur at finna undir liðini á Marna Djurhuus, tá dysturin byrjaði.
Aftanfyri 3-1 varð Egil fluttur fram í álopið, har hann fyrst legði upp til málið hjá Niels Paula Danielsen og so skoraði sjálvur. Tað er imponerandi av 39 ára gamla manninum!

Málslúkar kappast
Ein dystur í dystinum millum KÍ og EB/Streym var eisini uppgerðin millum Páll Klettskarð og Leif Niclasen. Henda dystin vann Páll 2-1 í málum, men eisini í arbeiðsinnsatsi var avrikið hjá Pálli framúr gott. Maðurin arbeiðir fyri fleiri, umframt at skora mál og er tískil gull verdur.
Leif Niclasen var hinvegin ikki serliga sjónligur í dystinum. Tað hevur hann ikki verið seinastu tíðina, men kortini er hann næstan altíð góður fyri eitt mál, og soleiðis prógvaði norðskálamaðurin enn einaferð sítt virði.
Spennandi verður at fylgja gongdini hjá hesum báðum næstu dystirnar, tí teir eru ógvuliga avgerandi fyri teirra lið. Páll fyri KÍ í strembanini at sleppa undan niðurflyting, og Leif fyri at tryggja EB/Streymi altjóða fótbólt næsta ár.